Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. januar 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 2 - 5. januar 2005 Eftir at hava sitið í minnilutanum í Tórshavnar býráð seinasta valskeið, fer Hildur Eyðunsdóttir, sum ein av fýra kvinnum í meiri- lutanum at mynda ein part av nývalda býráðnum í Havn. Hon er í trimum nevndum og gleðir seg at koma í gongd BÝRÁÐSVAL Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Formaður í Mentamála- nevndini og nevndarlimur í Heilsu- og umhvørvis og Havnanevndini í Tórshavn- ar Býráð. Talan er um Hild- ur Eyðunsdóttir, sum fyri fyrstu ferð kom inn í Tórs- havnar býráð fyri fýra árum síðani. Tá sat hon í minni- luta, men nú er hon so í meirilutanum og fyrstu nevndarfundirnir verða í nærmastu framtíð. – Enn hava vit ikki verið saman í nevndunum, men tað verður skjótt. Og vit skulu eisini hitta umsiting- ina í dag, sigur Hildur. Hon sigur, at tað er hevur stóran týdning fyri hana at koma í meirilutan, tí nústani kennir hon tað veruliga, sum at hon er vald í býráðið at sita og fær gjørt sína ávirkan og sítt arbeiði til lýtar. Men hon heldur eisini, at tann nýggja samgongan hevur nógv at liva upp til. – Tað tykist sum for- væntningarnir eru stórir til hesa samgonguna, og tískil hava vit nógv at liva upp til, sigur hon. Men tað ræðir ikki nýggja formannin í Mentamálanevndini. Hon er sannførd um, at allir býráðslimirnir fara at gera sítt besta í teirra arbeiði tey komandi fýra árini. – Eg eri øgiliga spent upp á at sleppa til arbeiðis í býráðnum nú. Tað er ongin ivi um tað, sigur Hildur Eyðunsdóttir. Kvinnur í Havnanevnd Hon og tvær aðrar kvinnur eru í Havnanevndini. Spurd, hvussu hetta ber til, svarar Hildur, at kvinnur eins væl og menn hava áhuga fyri at menna havna- økið í høvuðsstaðnum. – Kvinnur hava eisini áhuga fyri at menna okkara bý, og har eru havnaøkið eisini ein týðandi partur, sigur Hildur. Hon viðgongur tó, at tað hevur víst seg at verið so, at menn hava tikið tað meira konkreta, meðan kvinnurn- ar hava havt tey meiri bleytu og kenslubornu økini. Men júst tí at so nógvar kvinnur komu inn í Tórshavnar býráð, heldur Hildur, at býtið av nevndar- sessum kundi blíva meiri náttúrligt. – Nú er tað so javnt býtt, sum tað kann vera, og tað skapar náttúrliga býtið. Men lat tað so samstundis vera sagt beinanvegin, at nýggi meirilutin hevði lagt seg eftir ikki at hava reinar kvinnunevndir, sigur Hildur Eyðunsdóttir, sum ikki hevur nakran ótta fyri, at hetta við trimum og fýra kvinnum í nevndunum fer at hava nakra keðiliga ávirkan á viðgerð ella handfaring av málum. Sambært henni tykist tað heldur ikki, sum at mannfólkini bera nakran ótta fyri tí. – Teir hava verið stak positivir og tykjast spentir upp á tær møguligu broyt- ingarnar, sum fara at koma, sigur Hildur Eyðunsdóttir, formaður í Mentamála- nevndini hjá Tórshavnar býráð. Nógv kend fólk kring allan heimin hava gjøgnum tíðirnar stamað, m.a. rithøv- undurin Sommerset Maugham, ið eigur orðini omanfyri. Ein annar stamari er okkara egni, vinnu- lívsmaðurin Johan Páll Joensen úr Klaks- vík, sum í vikuni hev- ur boðið til fundar í einum teknikki, sum lættir munandi um hjá stamarum STAMARAFUNDUR Snorri Brend snorri@sosialurin.fo – Eg havi stamað alt mítt lív. Hetta hevur ikki altíð verið so lætt. Men spurn- ingurin hevur alla tíðina verið: Kundi nakað gerast fyri hetta? Ein teirra, sum hevur verið nógv frammi í fjøl- miðlunum, tá tað hevur snúð seg um fiskivinnu á sjógvi og landi er Johan Páll Joensen úr Klaksvík. Hann hevur havt sínar meiningar um ymisk viður- skifti, men hevur alla tíðina verið darvaður av at hann stamar. Men Johan Páll fann eina loysn, sum hevur hjálpt honum væl á veg við stam- ing síni. Henda hjálpin kom til hansara gjøgnum ein serstakan teknikk, kallaður McGurie-teknikkurin, sum er væl kendur við góðum úrslitum kring allan heim- in. Men Johan Páll ynskti ikki bara at halda hesa vitanina fyri seg sjálvan, og tí hevur hann boðið til almennar fundir í Havn og Klaksvík hesa vikuna. Skeið í Noregi Fyri einum ári síðani avgjørdi Johan Páll at nú mátti okkurt gerast við trupulleikan. Hann fór út at rógva á alnótini, og mín sann um hann ikki hevði eydnuna við sær. Hann kom fram á tvey ting: Eina heimasíðu, har víst varð á møguleikan fyri einum skeiði til stamarar, sum kundi verða teimum til stóra hjálp, eins og hann sá eina sending sum varð send í svenskum sjónvarpi um staming. Hann gjørdi ikki mætari enn at hann meldaði seg til eitt skeið í McGurie- teknikkinum, sum varð hildið í Oslo á sumri í fjør, og í oktober mánaði var hann aftur á sama skeiðn- um. Nú er so ætlan hansara at geva øðrum føroyingum lut í hesi vitanini og í hesum teknikkinum, og tí boðar hann til almennar fundir í MBF-húsinum í Havn hós- dagin og á Sjómansskúl-an- um í Klaksvík fríggjadagin í hesi vikuni. Við á fundinum verða tveir danir, ið sjálvir hava roynt henda teknikkin við sera góðum úrsliti. Og verður undirtøkan nóg stór og áhugin er til tess, er ikki óhugsandi at hesir fundirnir fara at føra til stovnanina av einum stuðulsfelagið fyri stamarar í Føroyum. Fundirnir eru almennir, og tí kann hugsast at bæði stamarar, avvarðandi hjá stamarum, lærarar, sálar- frøðingar og onnur fara at vísa tiltakinum áhuga. Tí tigur Mr. Bean Gjøgnum tíðirnar hava nógvir vælkendir persónar stamað – millum hesar telj- ast sjónleikarkvinnan Ma- rylin Monroe, rithøvund- urin Sommerset Maugham, politikkarin Winston Churchill og aktionhetjan Bruce Willis. Sommerset Maugham var rættiliga illa plágaður av staming síni, og tí var hann ofta í sera ringum hýri. Eina av hesum løtum skrivaði hann: »Kundi eg liva lív mítt umaftur, vildi eg siga: Aldri aftur. Eg hevði alt ímóti mær. Eg stamaði, og hon oyðilegði alt fyri meg. Tey flentu eftir mær, tí eg stamaði«. Ein annar kendur sjón- leikari, ið vanliga ikki tosar so nógv í filmunum, og sum eisini er stamari, er eingin verri enn Rowan Atkinson. Tí skilja vit kanska, hví hann ikki er so mælskur, tá hann spælir Mr. Bean! Johan Páll Joensen kenna vit sum vinnulívsmann. Nú fer hann at skipa fyri fundum fyri tey, ið hava sama brek sum hann, nevniliga staming - At stama oyðilegði mítt lív Hildur Eyðunsdóttir: Nú byrjar gerandisdagurin Hildur Eyðunsdóttir er forkvinna í Mentamálanevndini í Tórshavnar býráð. So er hon eisini limur í Heilsu og umhvørvisnevndini. Og Havnanevndini, sum hon her er avmyndað saman við Mynd: Jan Müller