fríggjadagur 23. apríl 1999síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
8 tíðindablaðið Nr. 76 — 23. APRÍL 1999
Á stóðni
er einki lív
onkuntíð alduslettir
Kyrt er í nátt
Millum bátar ið standa á lunni
er einans myrkrið eftir
ið manar fram tað ið deytt er
hægri og hátt
- og havið er blátt
Og tað er hitt sama myrkrið
ið melur mær málið
úr munni
Ur savninum Várt dagliga lív
. eg geri. Taki eg eitt nú eina yrking hjá Shakespeare og
Ti meti eg þýðingarnar hjá mær sum mínar egnu yrkingar, sigur
Mynd: Jens Kr. Vang
- Eg vil leggja dent
a vakurleikan
- At yrkja he
>Í ar)
Sl
fr : f
ur altid verið mítt itriv. Eg kann ikki lata vera, og tå ið tað eydnast mær, verði eg
ur Ein yrking skal fyrst og fremst vera vøkur. Innihaldsliga kann hon bera tað ljóta og nega-
u fram, men uppá ein vakran máta kortini. Við árunum eri eg vorðin positivari. Siggi tað
VAKFUu
í ollum. Tað er mín lívsáskoðan, sigur Alexandur Kristiansen.
Hann hevur yrkt umleið túsund yrkingar, og seinnu árini hevur hann flutt tað besta sum
finst av klassískum skaldskapi í Europa til føroyskt. Í dag verður Alexandur Kristiansen, skald og
lærari í Fuglafirði, fimti ár
Turid Kjølbro
Hann hevur gávur. sum
eru óvanligar. Hann er eitt
lot. hann er eitt spegl av
ollum. sum er uttan um
hann. og kanska er tað júst
hetta. hann vil sum yrkj
ari: gávumildur at endur-
geva alt tað skiftandi og
marglitta, sum er eyðkent
fyri okkara tíð
Soleiðis skrivar Gunnar
Hoydal, rithøvundur, um
yrkingar Alexandur Kristi-
ansens i grein um før
oysku yrkjararnar, ið
Komu fram í fimti- og
sekstiårunum
Aexandur Kristiansen
er partur av ættarliðnum
av yrkjarum. ið fyrstu ferð
gjørdi vart vid seg og gav
ut yrkingar. i seksti áru-
num. Talan var um seks
ungar yrkjarar, ið tråddu
nýggjar leiðir. gingu frá ti
bundna stílinum, og sum
slitu seg leysar frá skugga-
num av teim farnu.
Fyrsta savnið eftir Alex-
andur Kristiansen, Nón, ið
kom út í 1968, tá ið hann
bert var 19 ára gamal, er
kortini ávirkað av eldri
føroyskum skaldskapi.
- Eg var ikki so skjótur
sum Steinbjørn B. Jacob-
sen, Roi Patursson og
aðrir at taka tað nýggja til
mín, og hóast eftirtíðin
hevur mett meg sum part
av nýggja rákinum, ið
kom fram í seksti árunum,
haldi eg ikki sjálvur. at eg
havi fylgt teimum. Yrk-
ingarnar í mínum fyrsta
savni eru skrivaðar. tá ið
eg var um 16-17 ára gam-
al og tá var eg meiri tradi-
sjónellur. Men í næsta
savninum, Assa, ið kom út
árið eftir, royni eg at yrkja
í meiri fríum stíli. Og tað
helt eg fram við í nøkur
ár, sigur Alexandur Kristi-
ansen
- Tað er ødrvisi og meiri
bundið at yrkja í bundnum
stíli. Tá skal samsvar vera
millum form og innihald
Tá ið tú yrkir í fría stíli-
num. krevur tað meiri av
innihaldinum. Mær dámar
bæði sløgini líka væl.
Føroyskar fyrimyndir
Longu sum heilt ungur var
Alexandur Kristiansen
hugtikin av at lesa bók
mentir. Fyrimyndirnar
vóru eldri føroyskur skald-
skapur.
- Janus og Hans Andrias
Djurhuus, og Pol F. Joen-
sen hugtóku meg. Ahugin
at lesa bókmentir vaknaði
av álvara, tá ið eg var um
20 ára gamal. Tá fór eg at
lesa útlendskar bókmentir
eisini.
I evnum er Alexandur
Kristiansen, sum Gunnar
Hoydal sigur í áður
nevndu grein, skiftandi og
marglittur. tá ið hann yrk-
ir.
- Hvort til sína tíð. Í
sjeyti árunum var eg 0-
virkaður av donskum yrkj-
arum og tá yrkti eg nógv
um sosial viðurskifti
Stødan í heiminum kveiku
meg. og tað var eisini
rákið tá. Savnið. Vár dag-
liga liv, ið kom út í 1979,
er ein mynd av lívinum í
sjeyti árunum. bæði her
heima og aðra staðni. Tá
strembaði eg onkursvegna
ímóti at vera eitt sindur
politiskur, eg var ein lítil
atfinnari, men tað eri eg
mestsum gingin frá. Í
sjeyti árunum kom eitt
annað skald fram. Jóannes
Nielsen, ið fanst at og var
politiskur í sínum yrking-
um, og tað dugdi og dugir
hann so mikið væl, at eg
helt meg aftur, tí eg vildi
ikki renna í hølunum á
honum. Eg kom ikki uppá
síðuna av honum tí við-
víkjandi.
- Seinni havi eg leitað
meg fram til eitt enskt
skald, John Keats, ið yrkti
fyri 200 árum síðani.
Hann var kendur fyri at
vera uttanveltaður bæði
átrúnaðarliga og politiskt.
Alt óviðkomandi skal
haldast uttan fyri yrking-
ina, segði hann, og tað
havi eg roynt at arbeitt
eftir síðstu árini hóast
eitthvørt onkuntíð kemur
undan kavi.
Hví hevur tú gjørt tað
valið?
- Kanska tí, at eg innast
inni ikki eri so atfinning-
arsamur. Eg vil leggja dent
á vakurleikan. Ein yrking
skal fyrst og fremst vera
vøkur, og formur og
innihald skulu samsvara.
Innihaldsliga kann ein
yrking bera tað ljóta og
negativa fram. men uppá
ein vakran máta kortini.
Við árunum eri eg vorðin
positivari. Síggi tað vakra
í øllum. Tað er min livså-
skoðan.
- Vit eiga nógvar góðar
yrkjarar. ið eru góðir á
hvor sínum oki. Hóast
tann bundna rímaða yrk-
ingin mátti víkja, tá ið
modernistarnir komu fram
í seksti árunum, so havi eg
kortini roynt at yrkt í
bundnum stíli síðani. Tað
veldst um, hvat eg yrki.
Stórur partur av mínum
yrkingum eru barnarímur.
og tá riggar tað betur. um
tær bera uppá rím. Tá eru
tær lættari at syngja.
Eg vildi geva børnunum
eitt nýtt úrval
At so stórur partur av
ritverki Alexandurs er
ætlaður børnunum. er
nærum av tilvild. Og tó. Í
sjeyti árunum fekk hann
sær læraraútbúgving. og í
barnaútvarpinum tá var
úrvalið av føroyskum
barnarímum og barnasang-
um mest sum uppbrúkt.
Eisini í skúlunum var
tørvur á sangtilfari. Mari-
anna Debes Dahl, sum um
tað mundið undirvísti á -
Venjingarskulanum, kendi
eisini henda saknin.
- Marianna vildi fegin
hava fatur á nýggjum
sangum og rímum til
børnini. Hon bað meg
týða okkurt, og so byrjaði
eg at yrkja til børn. Síðani
H. A. Djurhuus gav rímur-
nar og sangirnar út fyrst í
hesi old, er einki komið av
slíkum. At børnini hava
tikið væl ímóti mínum
yrkingum og rímum. er
sera gleðiligt.
Hesi sløku 35 árini síð-
ani Alexandur Kristiansen
byrjaði at yrkja, eru um-
leið 1000 yrkingar komnar
frá honum.
- At yrkja hevur altíð
verið mítt ítriv. Eg kann
ikki lata vera, og tá ið tað
eydnast mær. verði eg
sjálvur glaður. Ikki allar
mínar yrkingar hava so
nógv uppá seg. Í fyrstuni
var eg ikki so sjålvkritisk-
ur, men tað eri eg vorðin
seinnu árini. Nú lati eg
ikki eina yrking frá mær
uttan, at eg eri nøgdur við