fríggjadagur 23. apríl 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 76 — 23. APRÍL 1999
hana. Og tí havi eg einki
givið út síðani 1992. Okk-
urt arbeiði eg fleiri ferðir
igjøgnum, skrivi um aftur
og umaftur. Síðani 1979
havi eg arbeitt við einum
savni, 10 eg ætlaði skuldi
verða mitt høvudsverk.
men enn eri eg ikki liðug
ur við tað
Tad er rættiliga nógv
og ymiskt, ið kveikir hug
in at yrkja. Okkurt eg lesi.
siggi, ella onkur mynd
innan í mær. Ofta arbeiði
eg í tørnum. Tað kann
liggja væl fyri eina viku.
men so als ikki vikuna
eftir
I 1977 fekk Alexandur
Kristiansen M. A. Jacob
sens bókmentavirðislon.
og í 1983 Barnabókavirð-
isløn Tórshavnar býráðs.
Og tær hava havt stóran
týdning fyri hann sum
skald.
- Tað er hugaligt og
stuttligt at fáa eitt slíkt
herðaklapp. Eg skal ikki
kæra mína neyð. Eri lærari
og yrki í frítíðini. og tað
passar mær fint. At yrkja
burtur av, heyði eg ikki
kunnað. Rithøvundar og
skøld, tey. sum fola tað
sum eitt kall og leggja alla
sína orku í skrivingina,
áttu at havt betri umstødur
at virka undir.
- Alt ov líuð verður
ummælt. Sum heild havi
eg verið væl móttikin.
Mær dámar væl at fáa
kritikk. hann er neyðugur.
og eg havi tíkið hann til
eftirtektar, um eg foli. at
hann er rættur. Eg havi
onkuntíð fingið rættiliga
negativan kritikk. Í sjeyti
árunum fekk eg eitt um
mæli frá einum av okkara
fremstu ummælarum. sum
fanst at mínum yrkingum.
ið høvdu eitt sosialt med
vit. Kanska var ummælið
ein orsøk til. at eg helt
uppat at skriva slikar yrk
ingar. Tá var eg kanska
meiri sárur
Týðingarmeistari
Seinnu árini hevur týðing-
ararbeiði Alexandur Krist
tansens vundið meiri uppá
seg. og síðstu trý árini
hevur hann flutt ikki færri
enn 300 eldri europeiskar
yrkingar í føroyskt. Tað
besta sum finst av klass-
iskum skaldskapi í Eur-
opa. Yrkingar efur Homer,
Shakespeare. Gøthe og
onnur fornaldarskøld.
Hedin M. Klein hevur i
einum ummæli sagt, at
Alexandur Kristiansen er
ein týðingarmeistari.
- I 90-unum havi eg
kastað meg út yvir at týða
skaldskap. serliga klass-
iskan norðurlendskan og
europeiskan skaldskap
Upp ígjógnum árini havi
eg týtt yrkingar av og á.
hevði savnað eitt stórt
úrval. og helt tað vera eina
roynd vert at halda fram
Eg fann út av, at tað lå væl
fyri. Vit hava átt ov lítið
av klassískum bókmentum
á føroyskum. Janus Djur
huus, Pol F. og Christian
Matras hava tytt nakad. Eg
havi so roynt at koma við
mínum íkasti. og vit eiga
nú eitt fjølbroytt úrval av
klassískum yrkingum á
føroyskum.
Sjálvur fái eg nógv
burtur úr at týða. tí eg fái
góða venjing í at arbeiða
við bundna forminum. Vit
hava ikki áður átt sonettir
á føroyskum. Eg havi týtt
uml. hálvt hundrað sonett
ir, tær kendastu hjá teim
stóru yrkjarunum. og í dag
eiga vit eitt stórt úrval. At
týða sonettir sigst vera tað
torførasta.
- Eg vil eins og Janus
Djurhuus á sinni progva,
at føroyska málið kann
brukast til nakað so ser
ligt. og at føroyskt er so
mikið vakurt og liðiligt. at
tað kann brúkast i sonett
formi. Janus Djurhuus
gjørdi eitt stórt týðara-
bragd. tá ið hann týddi
lllionskvæðið. Tað er helst
størsta avrikid í foroysku
»okmentasøguni.
- Føroyskt kann brúkast
til alt. Tað er ikki á nakran
nátt ein forðing fyri at
tosa. skriva ella yrkja. Eg
avi livad meg inn í málið
við at hava lisið og skriv-
að nógv, og eg haldi tað er
ætt og flótandi mál.
Kanska skal ein hava tað í
»einagrindini. Ikki so
nógv lesa yrkingar, og
skal ein skriva tungt og
ófatiligt. sum onkur yrkj
ari ger. vera tey upp aftur
færri. sum lesa yrkingar
Skilja tey einki. tíma tey
ikki at lesa
[20 er ymiskt. hvussu
týðingararbeiðið verður
lagt til rættis.
- Onkuntid dvølji eg
yvir eini yrking ella bók í
langa tíð. áðrenn eg seti
meg at týða, meðan tað
aðrar tíðir kemur meiri
spontant. Tá ið eg hevði
givið savnið Lógvalestur
út 1996. setti eg meg at
týða og sat eina viku út í
eitt og týddi einar 25-30
yrkingar.
Týðing er enduryrking
At týða er fyri ein
stóran part at enduryrkja.
og tað er tað, eg geri. Taki
tíðindablaðið
Ve rýða er fyri ein stóran part at enduryrkja, og tað er tað, eg geri. Taki eg eitt nú eina yrking hjá Shakespeare og
lesi meg inn í hana. endurgevi eg hana á foroyskum. Ti meti eg týðingarnar hjá mær sum mínar egnu
Mexandur Kristiansen
eg eitt nu eina yrking hjá
Shakespeare og lesi meg
inn í hana, endurgevi eg
hana á føroyskum. Tí meti
eg týðingarnar hjá mær
sum mínar egnu yrkingar.
Kortini eri eg trúgvur
ímóti upprunanum. tí eg
brúki sama form og inni-
haldið er tað sama. ze
havi lisið nógv av ti sum
er týtt í Norðurløndum. og
eg haldi ikki. at mitt
stendur aftanfyri
At týða klassískar
yrkingar er ógvuliga
krevjandi. Tað tekur langa
tíð at:fáa alt at sita. Eg
leggi meg ikki eftir at fåa
týðingarnar inn í ein mål-
búna. sum speglar tíðina
sum var. Alt eg týði er
tidarleyst, og tað ber væl
til at lesa tær sum yrking-
ar, ið eru skrivaðar í dag
Høvudsparturin er kær-
leiksyrkingar, og tað letur
til. at kærleiki hevur ligið
frammalaga í huganum hjá
øllum klassískum skøld-
um. Nakrar eftir William
Blake eru atfinnandi. Hes-
in er kanska tann torførasti
at týða. og tað kemst av. at
hann er so ópoetiskur. Ax
teim gomlu er John Keats
tann besti poeturin. Hann
fær form og innihald at
renna saman í eina hægri
eind.
- Nógvir yrkjarar siga.
at bara innihaldið er gott.
er yrkingin góð. og at
búnin og stílurin hava
einki at siga. Men eftir
mínum tykki eru formurin
og málbúnin eins líka
týdningarmiklir. Tað eigur
at vera musikalitetur, ið
streymar igjøgnum alla
yrkingina, frá fyrstu til
síðstu reglu
Bókadeild Foroya Lær-
arafelags hevur ofta vent
sær til Alexandur Kristian
sen, tá ið barnabøkur, ið
bera uppá rím. skulu týð
ast til foroyskt. Og í
vikuni kom ein barnabók
út við týðing Alexandurs.
Bítsk tol. ið ber uppá rím.
og ein er í væntu, ið eitur
Bítskir litir.
Fleiri hava gjørt løg til
yrkingar eftir Alexandur
Kristiansen. EplaPetur
kom út fyri stuttum við
løgum eftir Palla Hansen
Í væntu er Mánadags-
Mortan. ið eru barnarímur
frá 1990. Jens Mortan
Mortensen hevur gjørt løg
til. Floga er á veg við
barnarímunum í savninum
GrísaflísaPætur frá 1992
við logum eftir Knút Ol-
sen.
Fuglfirðingar heiðra Alexanduri
Í sambandi við. at Alexand-
ur Kristiansen verður fimti
år i dag, verdur samkoma I
fimleikahollini i Fuglafjarð-
ar skúla í kveld kl. 20.00
við sangi, framløgum og
kvødum.
Signar á Brúnni. lands
stýrismaður í mentamálum.
ber kvødu til Alexandur.
Fyrsti flokkur í Fuglafjarðar
skúla syngur barnasangir av
Alexanduri undir leiðslu av
Marthu á Lakjuni. Stein-
bjørn B. Jacobsen. rithøv-
undur frå Rithøvundafelag
Føroya, heldur rødu um
skaldskapin hjå Alexanduri.
Marita Øre og Jensa Tofte
í yrkingar hjá
Alexanduri. Jóhan Heri Jo
ensen. formaður í menta-
målanevndini í Fuglafjarðar
kommunu. handar Alexand-
uri heiðursgávu. Gentukór-
ið yngra undir leiðslu av
gaard lesa
Jens Mortan Mortensen.
syngur úr Mánadags Mort-
an - yrkingar eftir Alexand-
ur, sum Jens Mortan hevur
sett lag til. Undir leiðslu av
Frits Johannesen. syngur
Fuglafjarðar sangkór Lat
blóma várt hjarta eftir Lud-
vig Holstein og Jørgen Sør-
ensen. Alexandur hevur tytt.
Gentur úr Fuglafjarðar
gentukóri undir leiðslu av
Eyðuni á Lakjuni syngja
Páskaljóð eftir Alexandur
og Jógvan á Lakjuni. Fugl-
afjarðar manskór undir
leiðslu av Heðini Kambsdal
syngur Nú andar sunnan
eftir Inga T. Lárusson og
Jónas Hallgrímsson. Alex-
andur týddi úr íslendskum.
At enda syngur fjórði flokk-
ur í Fuglafjarðar skúla sang-
ir. ið Alexandur hevur yrkt,
undir leiðslu av Marthu á
Lakjuni.
7
yrKIn gar, Sigur
Ritverk
Alexandurs
Nón, yrkingar 1968
Assa, yrkingar 1969
Jomfrú við ongum bróstum, yrkingar
1972
Við fjøll og bláan fjørð, 1972
Málið er mítt øki, yrkingar, 1975
Kannubjølluvisur, barnarimur 1977
Vårt dagliga liv, yrkingar 1979
Barnabros, barnarimur 1983
Utskot, yrkingar 1983
Havnarliv, yrkingar 1984
Kærleiki min, yrkingar 1984
Månageitin, barnarimur 1989
Månadags Mortan, barnarimur 1990
Staksteinar, yrkingar 1990
Odysseus í hjartanum, yrkingar 1991
GrisaflisaPætur, barnarimur 1992
EplaPetur, barnasangir 1998
Týðingar
Tann lítli prinsurin, 1980
Eingin er sum Rosali, 1981 (óprentað)
Toffi og Andrea, 1983 (óprentað)
Andrea + 7 cm. Toffi + 6 cm, 1983
(óprentað)
Ulo min, ulo mín, 1987
Teir trampa, 1989
Hver eri eg, 1989
Allir mínir dunnuungar, 1991
Ribbaldurin Bibbi. 1992
Ein vættur fór at ferðast, 1992
Ævintýrið um vøttin, 1993
Bembil býr í búkinum, 1993
Bembla kemur heima, 1995
Lógvalestur, 1996
Anadyomena, 1997