Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. januar 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 2 - 5. januar 2005 - Ætlanin er at út- byggja og umbyggja Tofta skúla fyri einar 45 miljónir kónur, sigur nýggi borgar- stjórin í Nes komm- unu, Símun Johanne- sen KOMMUNUMÁL Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Mánamorgunin um 9-tíðina handaði fráfarandi borgar- stjórin í Nes kommunu, Marjun Gaardbo, nýggja borgarstjóranum, Símuni Johannesen, lyklarnar til kommunuskrivstovuna. Símun Johannesen sigur, at skipað varð fyri einum lítlum morgunmatarborði fyri teimum í nývalda bygdaráðnum, sum høvdu høvi at vera við. - Aftrat okkum nývaldu og afturvaldu, sum vóru til morgunmatarborðið, var eisini fráfarandi borgar- stjórin, Marjun Gaardbo og tey, sum arbeiða á komm- unuskrivstovuni. Marjun Gaardbo læt seg ikki stilla uppaftur á valin- um seinast. Skúlabygging Nýggi borgarstjórin vísir á, at eitt mál, sum fer at taka nógva tíð og orku hjá ný- valda bygdaráðnum, er ætl- aða skúlabyggingin. Hann sigur, at talan er um eina út-og umbygging, sum sambært metingunum fer at kosta einar 45 miljónir krónur. - Ætlandi byrjar útbygg- ingin av skúlanum tíðliga í hesum árinum, men áðrenn arbeiðið endaliga verður sett í verk, fer nýggja bygdaráðið at gjøgnum- ganga projektið, sigur nýggi borgarstjórin. Spennandi tíð Símun Johannesen, sum er útbúgvin skipsførari, fekk næst flestar atkvøður á seinasta kommunuvali í Nes kommunu. - Jú, eg eri ógvuliga spentur uppá tær uppgávur, sum liggja fyri framman. Hetta verður avgjørt ein spennandi tíð, sigur Símun Johannesen, sum á øðrum sinni er valdur í bygdaráðið í Nes kommunu - og nú er vorðin borgarstjóri. Skúlabyggingin fer at taka nógva tíð og orku Gunnar bíðar eftir ráðum úr ráðnum Formaðurin í stýr- inum fyri Listasavn Føroya sigur av- gjørdur, at eingin leiðari er settur fyri Listasavnið enn, hóast stýrið hevur havt fund um starvssetanina, og tíðindi gingu um, at ein av umsøkjarun- um var settur í starvið LISTASAVNIÐ Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Í farnu viku hevði stýrið fyri Listasavn Føroya fund, har nýggjur leiðari skuldi setast fyri savnið. Men ósemjan um nýggja leiðaran var so stór, at tað komu ymisk boð frá stýrinum eftir fundin. Tríggir av teimum fýra stýrislimunum vóru fyri at seta ein av umsøkjar- unum í starvið, og fjøl- miðlarnir kláraðu eisini at bera tíðindini um, at Helgi Fossadal var settur í starvið, áðrenn formað- urin fyri stýrið vísti hes- um aftur. Gunnar Hoydal sigur avgjørdur, at eingin leið- ari er settur fyri Lista- savn Føroya enn, hóast fundur hevur verið um hetta í stýrinum. – Vit hava havt ein in- ternan fund við tagnar- skyldu, og tí vil eg ikki gera viðmerkingar til, hvat fór fram á fundin- um. Men fundurin varð niðurlagdur, og eg havi vent mær til Mentamála- ráðið, sum eg umboði í stýrinum, við eini frá- greiðing um støðuna, sigur Gunnar Hoydal. Bíðar eftir ráðum frá ráðnum Formaðurin í stýrinum fyri Listasavnið, sum ikki vildi seta tann inn- stillaða umsøkjaran í starvið, vil hava Menta- málaráðið at meta um, hvørt umsøkjararnir eru skikkaðir eftir treytunum í starvslýsingini. Sam- bært lýsingini skal eitt fólk við listarligari út- búgving setast í leiðara- starvið. – Nú bíði eg eftir, hvat Mentamálaráðið hevur at siga, og fyrr enn eg fái boð fá teimum, havi eg ikki fleiri viðmerkingar, sigur Gunnar Hoydal. Sambært viðtøkunum fyri Listasavnið er tað stýrið og ikki Menta- málaráðið, sum setir leiðaran fyri Listasavn Føroya. Hví skal Menta- málaráðið so upp í mál- ið? – Eg havi mett støðuna at vera so serliga, at eg havi givið teimum eina frágreiðing um støðuna, og nú bíði eftir svari frá teimum. Meira kann eg ikki siga. - Eg eri ógvuliga spentur uppá tær uppgávur, sum liggja fyri framman, sigur Símun Johannesen, sum er nýggjur borgarstjóri í Nes kommunu Mynd: Rúna Sivertsen Gunnar Hoydal, formaðurin í stýrinum sigur avgjørdur, at eingin leiðari er settur á Listasavni Føroya. Hann hevur vent sær til Mentamálaráðið við eini frágreiðing um støðuna Stjórin á nýggja kringvarpsstovnin- um, tí samanlagda útvarps- og sjón- varpsstovninum, Jógvan Jespersen, er ógvuliga tigandi, tá spurt verður um framtíðina hjá stovninum KRINGVARP Hóast Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya á nýggj- árinum vórðu løgd saman til ein stovn við sama stjóra, ber ikki til at fáa nakað at vita um framtíðina hjá nýggja stovninum. Stjórin er tættur sum fløsk- an, tá spurt verður um framtíðarætlaninar. Tað einasta, Jógvan Jesp- ersen, kringvarpsstjóri, vil siga, er at einaferð í seinnu helvt av januar fer hann at leggja fram eina ætlan, har fyrsta stigið í samanlegg- ingartilgongdini verður kunngjørt. Tað er alt, hann vil siga, tá spurt verður eftir nýggja stovninum, sum varð veru- leiki á nýggjárinum sam- bært broytingum í Kring- varpslógini. Heldur ikki um navnið á nýggja stovninum vil stjór- in siga annað enn, at sjálv- andi skal nýggi stovnurin eisini hava eitt navn. Form- liga skal Løgtingið við lóg áseta navnið, vísir hann á. ej Jógvan Jespersen, kringvarpsstjóri, er ógvuliga fáorðaður, tá spurt verður um nýggja loftmiðlastovnin Tigandi kringvarpsstjóri