mikudagur 5. januar 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 2 - 5. januar 2005
7
Svimjihylurin í Havn
er nú latin upp aftur
eftir at hava verið
stongdur í ein mánað
REPORTASJA
Solby A. Eliasen
Ingrid Bjarnastein
Tað luktar av svimjihyli, og
tað ljóðar sum ein svimji-
hylur. Tann veiki angin av
klori og holla ekkóið í
svimjihylinum í Havn er nú
byrjað aftur.
Týsmorgun er, og illfýsið
er uttanfyri. Parkerings-
plássið gevur eina mynd av,
at tað eru nógv fólk og
svimja í morgun, tí har er
meira enn hálvfult.
Innanfyri sær tó ikki út til
at vera nógv fólk. Nøkur
eru longu á veg avstað
aftur, sjálvt um klokkan
ikki er meira enn gott sjey.
Steðgur í
Svimjihylurin í Havn hevur
verið stongdur í ein mánað.
Og mánadagin lat hann
aftur dyrnar upp fyri al-
menninginum, og hetta var
til stóra gleði hjá teimum
føstu fúsu.
– Tað eru heilt ótrúliga
nógv, sum svimja fast
hvønn morgun, greiðir lív-
verjin, sum er til arbeiðis,
frá.
Fólkið byrjar at koma
longu klokkan 6.45, tá
svimjihylurin letur upp,
men tó er sum oftast ein
lítil skái í um hálvgum átta
tíðina. Tá eru ikki so nógv
fólk, men tað fyllist longu
aftur, tá klokkan nærkast
átta.
Tær
so
vælkendu
morgunfrúurnar plaga eis-
ini at koma millum átta og
hálvgum níggju. Lívverjin
tosar eina løtu um morgun-
frúurnar, og hvussu stuttligt
tað er at eygleiða tær, með-
an tær svimja.
– Tann eina av teimum
var 84, fyrstu ferð hon kav-
aði av fimm metur vippuni,
greiðir hann brosandi frá.
Nú er hon 86 og svimur
framvegis.
Afturlatið
Tað eru framvegis ikki
nógv fólk í høllini, men
nøkur leggjast tó afturat.
Ein vælvaksin maður í
svørtum
svimjibuksum
kemur úr skiftingarrúmin-
um. Áðrenn hann fer móti
kappingarhylinum, steðgar
hann á fyri at fáa sær ein
vatnsopa. Sjálvt um vatnið í
hylinum ikki er meira enn
26 stig, so fer hann beint útí
og svimur nakrar longdir.
Tvær ungar gentur sita í
barnahylinum, so hóast
talan mest er um tilkomin
fólk, sum svimja so tíðliga
á morgni, so er tað unga
ættarliðið eisini umboðað -
í øllum førum hendan
morgunin.
Hendan hálva tíma, með-
an ikki so nógv fólk eru í
hyljunum, plaga teir fýra
lívverjarnir, sum eru til
arbeiðis at skiftast um at
fara til kaffi í kafeteria. Tað
liggur best fyri júst hesa
løtuna, og soleiðis er tað so
at siga hvønn morgun. Tey
vita tað frammanundan, at
tað eru ikki nógv fólk
millum hálvgum átta og
átta.
Lívverjin, sum prátað
verður við, greiðir frá, at
høllin letur aftur klokkan
tíggju fyri almenninginum,
tí tá koma skúlar og barna-
garðar inn. Tá er hon so
stongd til aftan á skúlatíð.
Prátið fellur eisini inn á
afturlatingina av høllini í
desember mánaði.
– Tað eru mong, sum eru
stak ónøgd, og tað skilir
man eisini væl. Fólk hava
fingið sær tann vanan at
svimja hvønn morgun, og
so er tað forargandi, at tey
ikki kunnu sleppa tað í ein
heilan mánað, men soleiðis
er tað bara, sigur hann og
leggur afturat, at eftirlit og
viðlíkahald mugu til – ser-
liga í einari høll sum verður
so nógv nýtt, sum tann í
høvuðsstaðnum.
Saunaprát
Inni í brúsurúminum er
púra deytt. Men so koma
tvær kvinnur út úr hitarúm-
inum, skola sær um kropp-
in og fara síðani inn aftur at
seta seg. Tær práta aftur og
fram um ymiskt. Onnur
spyr hina, hvar ein kvinna
er í morgun, og tað letur til,
at hetta eru tvær kvinnur,
sum plaga at svimja ofta.
Men tað er bert hálvur
veruleikin. Onnur sigur, at
hon ikki hevur verið í
svimjihøllini
síðani
í
summar, meðan hin greiðir
frá, at hon svimur annan-
hvønn morgun.
– Tað er ein so góð byrjan
upp á dagin, sigur hon,
meðan hin nikkar sam-
tykkjandi.
Hon heldur fram, at leið-
in gongur tó ongantíð beint
út í hylin. Hon situr altíð í
hitarúminum í umleið hálv-
an tíma áðrenn. Hetta tí
henni dámar best at sita í
hitarúminum.
– Eg svimji slettis ikki.
Komi bara fyri hitarúmið,
sigur hin.
Tær práta um, hvussu
deiligt tað er, at hylurin nú
er latin uppaftur eftir at
hava verið stongdur í ein
mánað. Serliga tann, ið
svimur annanhvønn morg-
un, hevur saknað tað øgi-
liga nógv. Hon heldur, at
tað er eitt sera óheppið tíð-
arskeið at velja at lata
svimjihøllina aftur.
– Eg plagi at ganga nógv
– serliga tá eg ikki svimji,
men veðrið hevur verið stak
vánaligt í desember, og tí
burdu tey kanska umhugs-
að at læst høllina eina aðra
tíð á árinum, heldur hon
fyri. Men hon skilir tó kort-
ini væl, at høllin má
steingjast, meðan árliga
eftirlitið fer fram.
Tær báðar í hitarúminum
setast aftur at práta, og nú
er tíð hjá øðrum at fara til
arbeiðis. Tær møta ikki fyrr
enn um níggjutíðina.
Úti í skiftingarrúminum
koma fleiri og fleiri fólk.
Onkur mamma við børn-
um, og ein flokkur av smá-
gentum kemur eisini innar.
Skáin millum hálvgum átta
og átta tykist vera av, og
lívbjargarnir, sum fóru til
kaffi henda hálvan tíma,
skulu eisini aftur til arbeið-
is. Í gongini standa tvær
kvinnur og tosa um, hvussu
deiligt tað er aftur at kunna
at fara at svimja um morgn-
arnar.
– Tað er ein Harrans
lætti, at høllin er opin aftur,
sigur onnur glað á málin-
um.
Ein góð byrjan uppá dagin
Svimjihøllin í Gundadali er
nú latin uppaftur eftir at
hava verið stongd í ein
mánað
Tað eru mong, ið harmast um, at svimjihøllin í Gundadali letur aftur ein mánað um veturin. Tað
er Heri á Lava, leiðari í svimjihøllini í Havn, greiður yvir. – Har er onki annað at gera, enn at
lata høllina aftur, meðan eftirlit og umvælingar fara fram, segði hann við Sosialin síðst í
november
Mynd: Jens Kr. Vang