mikudagur 5. januar 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 2 - 5. januar 2005
Nú um dagarnar kom
Ása Andreasen úr
Havn við einum
heldur øðrvísi
hugskotið um, hvussu
føroyingar eisini
kunnu gera mun í
hjálpararbeiðinum í
fjareystri
ÁHEITAN
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
»Fríggjadagin 7. januar
2005 millum 11.00-12.00
arbeiða vit øll ókeypis.
Lønin fyri hendan tíman fer
ístaðin til ein hjálparfelags-
skap, sum tit á tínum ar-
beiðsplássi verða samd um
at tit vilja stuðla.«
Soleiðis ljóðar áheitanin
frá Ásu Andreasen, sum er
ein av teimum mongu, sum
ikki fær rist óhugnaligu
sjónvarpsmyndirnar
frá
vanlukkuøkinum av sær.
Og tað er hon í grundini
takksom fyri, tí hon er vís í,
at áhaldandi myndirnar
hava fingið fólk at raknað
við
– Var tað ikki fyri allar
hesar ræðuligu myndirnar –
serliga tær frá CNN og
BBC
–
hevði
hendan
áheitan helst ikki komið frá
mær beint nú. Tað ber stutt
sagt ikki til at lata eyguni
aftur longur, tí við sjón-
varpsmyndunum er hettta
annars so fjara økið knapp-
liga komið inn í stovnunar
hjá okkum øllum, sigur Ása
Ein tími fyri lív!
Ása hevur givið sínum
hugskoti heitið »Ein tími
fyri lív!« Tankin er, at tú ar-
beiðir á tínum vanliga
arbeiðsplássi ein tíma, men
ístaðin fyri, at tú fært løn
fyri hendan tíma, verður
tímalønin
send
einum
hjálparfelagsskapi. Tú ar-
beiðir ein tíma og ert so-
leiðis við til at bjarga lív-
um!
– Um nóg nógv gera
hetta, um vit fáa breitt hug-
skotið út um landoddarnar
eisini, hjálpa vit nógvum
1000 menniskjum. Og vón-
andi kann hugskotið verða
eitt afturvendandi átak, so
at hjálparandin ikki bara
hvørvir
við
tímanum
fríggjadagin. Tað vilja altíð
vera menniskju, ið hava
brúk fyri hjálp, og hetta
kann so verða ein máti at
hava tey í huga aðrar tíðir
enn bara í einum so ovur-
honds stórum sorgarleiki,
sum hesum, sigur Ása
Symbolskt virði
Hetta skal als ikki skiljast
sum, at eg haldi mítt hug-
skot vera betri enn øll hini,
leggur Ása dent á. Sjálv
heldur hon at vit hava ráð
til at geva eitt íkast til hjálp-
ararbeiðið bæði við at fara
til konsertir, stuðla inn-
savningini
hjá
Reyða
Krossi umframt at lata eina
tímaløn. Men »Ein tími fyri
lív« hugskotið hevur eisini
eitt symbolskt virði, heldur
hon.
– Tankin var, at tað skuldi
vera einfalt og lætt, men
samstundi hava ein djúpri
týdning. Tá øll soleiðis sita
og arbeiða á sínum vanliga
arbeiðsplássi, uttan at nak-
að hendir út yvir tað van-
liga, trúgvi eg, tey flestu
fara at lata tankarnar leita
til tey, sum tímalønin fer til
beint nú, sigur Ása, sum
vónar at starvsfólk og ar-
beiðspláss fara at taka væl
ímóti hugskotinum.
Tey hava ikki rópt
hart upp um skúlan,
men í komandi viku
kann kristiligi felags-
skapurin Youth With
a Mission taka ímóti
fyrstu næmingunum.
Tey hava ognað sær
eini sethús á Tvør-
oyri, har sjey ungfólk,
harav ein úr Vietnam,
nú seta hvørjum
øðrum stevnu við
Bíbliuni í hond
UNDIRVÍSING
Snorri Brend
Tað er ikki hvønn dag at
farið verður undir nýggjar
skúlar í Føroyum. Men
mánadagin í komandi viku
verður ein nýggjur skúli
veruleiki á Tvøroyri.
Henda dagin fara sjey
næmingar at seta hvørjum
øðrum stevnu í einum
húsum á Hvítanesi, sum
kristiligi
felagsskapurin
Youth With a Mission
(stytt: YWAM) hevur keypt
til endamálið.
Teir flestu næmingarnir
eru føroyingar, men eisini
útlendingar hava víst áhuga
fyri hesum nýggja skúlan-
um. Gongst sum ætlað
kemur nevniliga ein næm-
ingur heilt úr Vietnam at
ganga í skúla á Tvøroyri.
Hóast hetta er fyrsti skúl-
in av slíkum slagi í Føroy-
um, so hevur YWAM fleiri
slíkar skúlar kring allan
heimin. Upplýst verður, at
einir 10.000 næmingar taka
henda skúlan á hvørjum ári
kring allan heimin.
Fleiri føroyskir ungdóm-
ar hava gjøgnum árini verið
á slíkum lærusveinaskúlin í
øðrum londum. Ein slíkur
skúli finst í Noregi, sum
fleiri føroyingar kenna.
Fyri fáum árum síðani var
ein miðvingur á hesum
skúlanum, har hann sum
ein partur av einum teami
m.a. vitjaði í vesturafri-
kanska landinum Mali.
Óansæð um skúlin liggur
á Tvøroyri, Noregi ella
øðrum heimspørtum, so er
endamálið tað sama, nevni-
liga at menna næmingarnar
til eina tænastu í Guds ríki,
úti og heima.
Heima og úti
Fólk á Tvøroyri hava helst
lagt merki til eitt økt virk-
semi í einum av sethúsun-
um á Hvítanesi. Her hava
fólk frá felagsskapinum
nevniliga arbeitt í eina tíð
við at fyrireika móttøkuna
av teimum sjey næmingun-
um.
Nú er alt tilbúgvið, og
mánamorgunin byrjar so
undirvísingin, sum fer at
halda fram til 28. juni í ár.
Og tað er ikki hissini upp-
livingar, sum bíða hesum
sjey næmingunum.
Skúlatíðin verður nevni-
liga skipað í tveimum, - ein
partur við undirvísing og
upplæring, meðan ein í
hinum partinum fer í onnur
lond at virka innan missión.
Tann seinasta vikan er sett
til eftirmeting av skúlatíð-
ini.
Av tí at næmingarnir ikki
bert koma at verða í Før-
oyum, er kostnaðurin eisini
hareftir – 35.000 kr. Í hes-
um er gjald fyri undirvís-
ingina, undirvísingartilfar,
mat, uppihald og ikki minst
fyri ferðingina í onnur
lond.
Lovsangur og missión
Fyri at kunna hava ein
skúla av slíkum slagi og
eina undirvísing á røttum
støði, er sjálvandi neyðugt
við undirvísarum. Av tí at
skúlin er tvímæltur, verður
undirvísingin bæði á ensk-
um og á føroyskum máli av
bæði føroyskum og út-
lendskum undirvísarum.
Mong áhugaverd evni
verða tikin fram, m.a. um
Guds persónleika og eyð-
kenni, um profetiska bøn
og um lovsang. Eitt annað
av stóru evnunum er um
heimsáskoðanina í Bíbliuni
og um heimsmissión.
Hetta seinasta er jú ein
natúrlig fylgja av at næm-
ingarnir í helvtini av skúla-
tíðini skulu út í onnur lond
at virka. Her verður undir-
vísingin skipað sum bønar-
hald fyri tí landinum, sum
Gud leggur teimum á hjarta
at fara til.
Úr Vietnam
Hesin føroyski lærusveina-
skúlin er higartil royndur
tvær ferðir í Havn. Úrslitið
hevur verið so mikið gott,
at ein í YWAM nú leggur til
brots á triðja sinni.
Endamálið við undirvís-
ingini er at tann einstaki
næmingurin skal mennast,
bæði andaliga og menniskj-
ansliga. Talan er jú um ein
altjóða skúla, og tí er ynsk-
ið at útlendingar eisini
verða við, soleiðis at ein frá
ymiskum
bakgrundum,
tungumálum og mentanum
koma at búgva og virka
saman.
Ætlanin er, at ein næm-
ingur skal koma ta longu
leiðina úr Vietnam til skúl-
an á Tvøroyri. Men tá vit
mánadagin høvdu samband
við leiðsluna fyri skúlan,
vóru ikki øll viðurskiftini
við
innferðarloyvinum
fingin til vega.
- Vit miðað tó eftir, at alt
hetta fer at laga seg, so at
hesin vietnamesarin kann
fara úr heimlandi sínum
mikudagin, sigur Sanna
Hammer,
umboð
fyri
YWAM í Føroyum.
Nýggjur skúli byrjar á Tvøroyri mánadagin
Tvøroyri verður karmur um nýggja altjóða og kristiliga skúlan, har næmingar úr fleiri londum fara at ganga
Eina tímaløn til tey
neyðstøddu
Ása Andreasen