Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. januar 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 2 - 5. januar 2005 9 Prix 2004 Prix Føroyar tón- leikakappingin verður skipað eitt sindur øðrvísi í ár, enn hon var seinast. Øll tey innleiðandi um- førini verða tó aftur í Mentanar- húsinum í Fugla- firði, og har skulu 24 bólkar royna at spæla seg víðari. Tey innleiðandi umførini verða: • 5. februar • 12. februar • 26. februar • 5. mars Átta bólkar koma víðari frá hesum innleiðandi umførum, og teir skulu spæla í eini hálvfinalu, sum verður hildin í ítróttarhøllini á Tvøroyri 2. apríl. Í hálvfinaluni á Tvør- oyri skulu tríggir av teim- um átta bólkunum veljast at verða við í finaluni, sum verður partur av einum størri tiltaki, sum hevur fingið navnið Atlantic Music Event. Hetta tiltak verður í Norðurlandahúsinum tann 23. apríl og verður sent beinleiðis í loftmiðl- unum. Tað verður eisini fyrst og fremst til hetta tiltakið, at allir teir út- lendsku gestirnir, sum plaga at koma til kapp- ingina, verða við. Vinningar Talið á vinningum til Prix Føroyar tónleikakapping- ina bara veksur, og í 2005 hava bólkarnir í Prixnum møguleika at sleppa til 10 festivalar í Føroyum og uttanlands at spæla. Festivalarnir í Jelling og Nibe kom aftur til Føroya hesaferð, og tað sama verður við spæli- staðnum Vega í Keyp- mannahavn. Harafturat verða eisini Nipiaa Festi- valurin í Grønlandi, Love And Peace Festivalurin í Svøríki og Airwaves í Íslandi umboðað til At- lantic Music Event. Føroysku tiltøkini Listatevnan, G! Festival- urin, Summarfestivalurin og Ólavsøkukonsertin fara eisini at bjóða bólk- um frá Atlantic Music Event at spæla hjá sær. Bólkurin, sum vinnur Prix Føroyar, fær eina viku í Lundgaard Studi- os. Heimasíðan hjá Prix- num er at finna á adress- uni www.prix.fo Fleiri enn 30 bólkar hava teknað seg til Prix Føroyar, og fyrireikararnir eru ovfarnir av, at so nógvir kendir og etableraðir bólkar vilja vera við í kapp- ingini hesaferð. Nú má veljast millum bólkarnar, tí tað eru bert pláss fyri 24 bólkum PRIX FØROYAR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Mánadagin var freistin at tekna til Prix Føroyar 2005 úti, og tá høvdu fyrireikar- arnir fingið fleiri enn 30 tilmeldingar. Okkurt ivamál var, tí onkur kravd demofløga var ikki komin vegin fram, men í øllum førum var talan um nógv fleiri bólkar, enn pláss er fyri í kappingini. – Áhugin er størri enn vit høvdu roknað við, og tað er sera hugaligt, at Prixið framvegis hevur so stóra undirtøku millum tónleik- arar, sigur Fróði Vester- gaard, sum samskipar kappingina. 24 bólkar kunnu í mesta lagi taka lut í kappingini, og tí verða fyrireikararnir – sum eru Útvarpið, Sjón- varpið, FUT og Norður- landahúsið – velja ímillum bólkarnar, sum vilja vera við í kappingini. Tað skal gerast innan nakrar dagar, tí longu tann 5. februar verður fyrsta inn- leiðandi umfarið. Teir kendu bjóða seg fram Fróði Vestergaard gramdi seg fyri tveimum árum síð- ani um, at ov fáir av teim- um etableraðu tónleikar- unum og bólkunum vildu verða við í Prix Føroyum, sum var farið at líkist alt meira einari talentkapping. Men soleiðis verður ikki í ár. – Tað kemur púra óvart á meg, at so nógvir etabler- aðir tónleikarar og bólkar vilja vera við í Prixnum hesaferð. Tað er óvanligt, men eg ivist ikki í, at vit fáa eina sera góða kapping hesaferð, sigur Fróði Vest- ergaard. Enn kann hann avdúka nøvnini á luttakarunum, tí fyrsta má veljast ímillum teir stívliga 30 bólkarnar, sum vilja verða við, og fyrr enn tað verður gjørt, verður einki navn borið út til almenningin. – Tað eru bólkar, sum spæla ymiskar tónleika- stílar, sum hava teknað til, men eg haldi, at eg kann siga, at Prixið verður meira popputur í ár, enn tað var fyri tveimum árum síðani. Tá høvdu vit nógvar nýggj- ar bólkar við, og tað var nógvur rocktónleikur á skránni. Gott við eini blanding Fróði Vestergaard fegnast um, at teir kendu bólkarnir eisini vilja verða við í Prixnum. – Vit skulu helst hava eina góða blanding av nýggjum og gomlum bólk- um við í kappingini, og tað rokni eg við, at vit fáa í ár. Tað eru ikki bara kendir bólkar, sum hava teknað til í ár, tað eru eisini nýggir og spennandi bólkar, sigur hann. Fróði Vestergaard hevur ikki nakra einstaka frá- greiðing um, hví teir etableraðu tónleikararnir í ár streyma til Prix Føroyar. – Kappingin er kanska blivin meira viðurkend, enn hon hevur verið, og bólk- arnir, sum eru kendir her heima, síggja kanska góðar møguleikar fyri at sleppa uttanlands at spæla um- vegis Prix Føroyar. Vinn- ingarnir eru nógvir og góð- ir, og tað lokkar kanska eisini teir etableraðu tón- leikararnar við í kapping- ina. – Prix Føroyar kann eis- ini brúkast sum ein møgu- leiki hjá etableraðum bólk- um at skifta tónleikaliga kós og vísa seg fram í Prix- num. Tað er nógv fokus á Prixið, og tí er tað eitt gott høvi til at vísa fólki eina nýggja síðu av einum bólki, sigur Fróði Vestergaard. Nú skal veljast Tá ið bólkarnir hava teknað til Prixið, hava teir sam- stundis latið fyrireikar- unum eina demofløgu við sínum tónleiki. Hetta er eitt krav til bólkarnar, so at fyrireikararnir hava ein møguleika at velja ímillum bólkarnar, um tað gerst neyðugt – og tað verður neyðugt. Ein stýrisbólkur, sum er mannaður við umboðum fyri Norðurlandahúsið, Út- varpið, Sjónvarpið og FUT skal nú tosa saman um eina útveljing av bólkum. – Málið er at velja 24 teir bestu bólkarnar burturúr tilmeldingunum, og tað skulu vit royna at gera við at lurta eftir demofløgun- um. Tað kann verða trupult at velja, men tað verða vit noydd at gera, sigur Fróði Vestergaard. Kendir bólkar bjóða av – Kappingin er kanska blivin meira viðurkend, enn hon hevur verið, og bólkarnir, sum eru kendir her heima, síggja kanska góðar møguleikar fyri at sleppa uttanlands at spæla umvegis Prix Føroyar. Vinningarnir eru nógvir og góðir, og tað lokkar kanska eisini teir etableraðu tónleikararnar við í kappingina, sigur Fróði Vestergaad, samskipari av Prixnum Mynd: Jens Kristian Vang