mikudagur 5. januar 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 2 - 5. januar 2005
Á nýggjárinum tóku tey nýggju kommunustýrini
við. Tað merkir eisini, at í fleiri kommunum settu
nýggir borgarstjórar seg fyri fyrstu ferð í henda
sessin mánadagin. Í stórum kommunum sum
Tórshavnar
kommunu, Vágs
kommunu
og
Vestmanna kommunu eru nýggir borgarstjórar og
teir koma eftir rættiliga markantar borgarstjórar, ikki
minst í Vági og í Vestmanna, har somu borgarstjórar
hava sitið í 12 ár.
Kvinnurnar komu til í Vestmanna, helst tí stýringin
hevði ikki verið nóg góð. Tær fingu rættað kommu-
nalu skútuna upp aftur fíggjarliga, men nú hildu so
vestmenningar óivað, at onnur skuldu koma til, og
tað varð so eisini úrslitið á valinum. Hvussu tað fer
at gagnast teimum nýggju, fer so tíðin at vísa.
Í Vági hevur tjóðveldisflokkurin havt leiðsluna sein-
astu 24 árini, og Jógvan Krosslá kom til, tá alt lá í
andaleypi í ringastu kreppuárunum. Ein stór komm-
unuskuld avmarkaði kommunala sjálvstýrið og
sjálvsavgerðarrættin, men tað er eydnast við avtal-
um at lækka kommunuskuldina so mikið nógv, at nú
sær ljósari út framman fyri stavn í kommunalum
høpi.
Men tá tað er sagt, so skal leggjast afturat, at fíggjar-
liga og vinnuliga støðan í Vági - og í sunnaru helvt
í Suðuroynni - er út av vánalig og tað er í sjálvaum
sær ein stór avbjóðing hjá tí nýggja kommunustýrin-
um í Vági við tí fyrsta kvinnuliga borgarstjóranum,
Kirsten Strøm Bech, á odda.
Hóast tað er avmarkað, hvussu nógv ein kommuna
kann gera vinnuliga, so er neyðugt hjá Vágs komm-
unu at slóða fyri og gera karmarnar, so vinnulívið í
bygdini aftur fæst á føtur av álvara. Her er
flakavirkið óivað ein hornasteinur. Virkið, sum var
eitt tað fremsta í Norðurøvum, lat ikki upp aftur, tá
Fiskavirking varð skipað. Hóast nógvar áheitanir,
samtalur og royndir er tað framvegis ikki eydnast at
fáa gongd á aftur. Í løtuni eru útlitini ikki góð, men
føroyska samfelagið kann ikki bara hyggja at,
meðan ein heilur landslutur nærmast bløðir út. Í
hesum arbeiði má nýggja býráðið í Vági fáa fullan
stuðul frá landsins myndugleikum.
Í Havn verður eisini eitt "maktskifti", um vit so
kunnu siga. Sum høvuðsstaður hevur Havnin verið
nógv frammi, ikki minst samgonguavtalurnar eftir
síðsta val, so vit skulu ikki dvølja so nógv hetta
hetta kommunuskiftið. Men vónandi fáa vit betri
skil á í høvuðsstaðnum, so vit sleppa undan málun-
um um gloymdar byggisamtyktir, broyttar byggi-
samtyktir, átalum frá umboðsmanninum tí býráðið
vildi ikki lata alment innlit, og sleppa undan vina-
og kenningapolitikki, sum er órættvísi av ringasta
slag og oyðileggjandi fyri eina bygd ella ein bý.
At enda ynskja vit teimum nýggju kommunustýr-
inum og borgarstjórunum eydnu og góðan byr til
frama fyri borgararnar.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Kommunal vaktarskifti
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Birgir Mohr
Sandi
Tá sitandi samgonga varð
skipað, gjørdi hon eina
óhepna skattalætta-avtalu.
Hendan varð samansjóðað
við størri inngjaldi til tann
samhaldsfasta eftirlønar-
grunnin, sum er eitt sera
neyðugt mál at fáa loyst.
Prinsipielt var einki í
vegin við slíkari avtalu.
Stórur tørvur er sum sagt á
at vaksa um eftirlønar-
grunnin, tí tann størsti
stættamunur í Føroyum í
dag er millum pensionistar,
har summir hava umleið
6.000 kr. í pensión, meðan
onnur hava 30.000 kr. ella
meira. So samhaldsfasti
eigur at vaksa enn meira og
tann mánaðarliga pensiónin
samsvarandi.
Tað er helst ikki semja
um, at tíðirnar eru til
skattalættar nú, men tað er
so prísurin sum Javnaðar-
flokkurin skal gjalda fyri
samgonguna og vøksturin
av pensiónini, sum hinir
flokkarnir ikki hava raðfest
ovarlaga.
Skattalættin skal fremja
arbeiðshugin hjá okkum
føroyingum, siga hinir báð-
ir samgonguflokkarnir. Og
skal hann tað, so má hann
latast til arbeiðandi fólkið
og ikki til fólkapensionist-
ar. So langt er argumenta-
tiónin kanska í lagi, men
fordeilingin
av
hesum
skattalætta er skeiv. Vanlig
verkafólk fortjena umleið
200.000 kr. árliga, og har
átti størsti skattalættin at
ligið. Og ikki hjá teim stóru
lønunum hjá eitt nú løg-
tings-
og
landsstýrisfólkum.
Skal skattalættin gevast
aftur í komandi árum, so
má fordeilingin broytast.
Men pensionistar skulu liva
av pensión, sum má vera so
fræg, at hesin samfelags-
bólkur livir av pensiónini.
Og tey, sum bert hava
fólkapensión og samhalds-
fasta at líta á, eiga als ikki
at gjalda landsskatt ella
skatt av týdningi yvirhøvur.
Tí Javnaðarflokkurin hevur
sett sær eitt minimum fyri,
hvat ein stakur pensionistur
kann liva fyri og hvat eini
pensionistahjún kunnu liva
fyri, nevniliga ávikavist kr.
10.000 og kr. 16.000 um
mánaðin. Nú má flokkurin
liva upp til vallyftini, ella í
hvussu er royna tað.
Javnaðarfólk
eiga
at
fegnast um, at nú er aftur
komin gongd á tann sam-
halds eftirlønargrunin – og
tað gera vit – tó eg sigi sum
onkur annar, at prísurin er
nakað høgur fyri láglønar-
fólkið í Føroyum, og tað
áttu samgonguflokkarnir at
kunna tosa seg til rættis um
at bøta upp á til næstu ferð.
Tað vildi helst verið til
frama fyri alt føroyska
samfelagið, tí sáttmálasam-
ráðingar verða nú í ár – og
vit kenna øll okkara kapp-
ingarstøðu. So her var enn
ein møguleiki at bøtt um
vinnuliga eisini.
Gott nýggjár!
Pensionistar eiga at kunna liva av pensión
– ikki av skattalættum!
Magni Fles
Klaksvík
Til jólar kemur nógv fólk á
dyrnar at selja eitt og ann-
að. Ein dagin kom eitt barn
at selja jólakalendarar. Eg
keypti ein seðil, sum kost-
aði 50 krónur. 16 gávukort
verða burturlutað um dagin
í 24 dagar. Tað vil siga, at
teir 16 handlarnir fáa vitjan
av 24 fólkum í part. Men
tað løgna var, at tað stóð
onki um, hvat virðið á
gávukortinum var.
Ein dagin vísti tað seg so,
at eg hevði vunnið eitt
gávukort frá Gullhornin-
um. Nakrar dagar seinni
var eg í Tórshavn og fór í
Gullhornið
at
avheinta
gávukortið. Tá vísti tað seg,
at virðið á kortinum einans
var 100 krónur, og neyðugt
var at keypa fyri tað í
handlinum.
Við at hyggja runt í
handlinum, kundi eg ikki
síggja nakað niðan fyri 100
krónur, sum hevði nakað
virði fyri meg, men har var
nógv annað, sum eg kundi
ynskt mær, men tað mátti
eg leggja pening til.
Sjálvur meti eg hesa
mannagongd at hava eittans
endamál. Tað er at fáa hesi
384 fólkini á gát við einum
gávukorti áljóðandi 100
krónur, sum teir í flestu
førum vita, at tey onki fáa
fyri uttan at tey mugu
leggja pening afturat.
Til myndugleikarnar, tit,
sum útflýggja hesi loyvi,
eiga at hava eina reglugerð,
so at fólk, sum stuðla ym-
isk tiltøk ikki verða vill-
leidd.
Villleiðandi jólaspæl