Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-05, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. januar 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 2 - 5. januar 2005 11 Petur S. Simonsen Helt meg vera einsamallan um ikki síggja tað stóra frambrotið fyri føroyskan fótbólt í ætlaðu broytingun- um fyri landskappingina í fótbólti í 2005. Í hvussu so er, so kenni eg meg ótrygg- an við at skunda eitt slíkt mál ígjøgnum, mær vit- andi, uttan nakra veruliga "breiða" viðgerð í føroyska fótbóltsheiminum. Men so hvørt, eg havi prátað við ymisk ábyrgdar- fólk í føroyskum fótbólti, er tað mær greitt, at eg eri ikki einsamallur um ivan. Tá so endalig avgerð, um hvussu landskappingin í 2005 skal skipast, eftir øllum at døma heldur ikki er tikin, haldi eg tað vera rætt at koma við nøkrum viðmerkingum um málið, hóast nakað væl seinni enn ynskiligt er. Broytingarnar, sum al- ment hava verið frammi, eru í stuttum hesar: • landskappingin verður longd við 9 dystum, ella við einari helvt, • summarsteðgurin verður í mesta lagi 2_ viku, • kappingin byrjar 28. mars og seinasti dysturin verður 23. oktober og • møguligir upp/niðurflyt- ingardystir verða so leiktir eftir hetta. Harumframt verður bólka- spælið í steypakappingini strikað. Eisini verður sagt, at 2005 er eitt royndarár. Neyðuga viðgerðin Mín áheitan á tykkum, sum taka avgerð í hesum máli, er ikki at skunda eina so stóra broyting ígjøgnum til landskappingina í 2005. Ikki tað, at vit ikki eru samdir um, at neyðugt er alla tíðina at meta um og gera tillagingar, soleiðis at føroyskur fótbóltur er í støðugari menning. Og skipanin av landskapping- ini er avgjørt ein møguleiki í so máta. Men áðrenn ein slík broyting verður sett í verk, vil eg mæla til eina gjøll- igari viðgerð, eisini um talan er um eitt royndarár. Eitt nú kundi ein arbeiðs- bólkur við 3-5 limum verið settur. Hesin skal so koma við einum áliti til FSF og feløgini, sum útgreinar alt málið, m.a. um hvørjar broytingar eru neyðugar/ møguligar í skipanini av lands- og steypakappingini og sum lýsir fyrimunir og vansar við hesum broyt- ingum. Álitið kann helst latast FSF fyri summarsteðgin 2005. FSF, feløg, leikarar og venjarar hava tá eitt fe- lags grundarlag at viðgera og taka støðu út frá. Uttan mun til hvørja støðu komið verður til tá, so vita part- arnir í góðari tíð hvørjar fyritreytirnar eru fyri kappingini í 2006, 2006-07 ella í 2007. Spurningar sum kundu verið viðkomandi at um- røtt, tá talan er um kapp- ingina, eru m.a. • Tal av liðum í deildini • Tal av dystum • Hvussu kappingin kann skipast • Nær kappingin kann byrja og enda • Hvussu við summarfrí- tíðini • Møguleikin at "koppa kappingini á", august- juni • Gul kort og leikbann • Upp-/niðurflyting og dystir Aðrir viðkomandi spurn- ingar eru og til hvønn av omanfyrinevndu spurning- unum er ein røð av undir- spurningum. Viðmerkingar til ætlaðu broytingarnar Nevndi í byrjanini, at eg eri ikki so vísur í, at ein longri/ toygd landskapping og ein styttri summarfrítíð eru so mennandi fyri føroyskan fótbólt. Havi ikki sæð nakra ítøkiliga grundgeving fyri hví menn meta, at júst hesar broytingar skulu fáa støðið á føroyskum fótbólti upp. Jú, rætt er tað, at onkur hevur nevnt hetta, at føroyskir leikarar ikki leika nóg nógvar krevjandi dystir hvørt árið. Og í Dimma- lætting hevur m.a. verið ført fram, at tað eru ov fáir dystir og ov nógv venjing, at vetrarsteðgurin er ov drúgvur og at ongir ella ov fáir dystir eru á hásumri. Víst verður á í hesum sam- bandi, at altjóðaúrslitini ikki eru nøktandi, bæði tey hjá landsliðunum og hjá feløgunum, og at fram- gondin í føroyskum fótbólti er ikki nóg stór. Eri ikki samdur í, at før- oyskur fótbóltur stendur seg so illa hóast alt, tá talan er um landsliðini. - At geva heimsmeistarum ein skarp- an gang bæði úti og heima sigur ikki heilt einki. Og at U-17 og U-19 landsliðini vinna móti ávikavist døn- um og skotum í millum- landa kappingum sigur ikki minni. Erpni skal valdast. At okkurt úrslitið ikki er so stuttligt at skriva um, ja, tað er væl tað vit kunnu vænta í slíkum selskapi. Og siga vit kortini, at menningin ikki er sum hon eigur at vera, og úrslitini ikki eru nøktandi, so haldi eg ikki, at kururin er at leggja fleiri landskapping- ardystir í juli og at enda- spurtin í landskappingini verður skotin út til í seinnu helvt av oktober mánað. - So lætt koma vit neyvan til nakra verulig menning. Niðanfyri eru nøkur við- urskifti, sum eg haldi eru í ivasama partinum av ætl- aðu broytingunum og sum gera tað, at eg haldi tað ikki vera skilagott at seta hesar í verk, og í hvussu er ikki longu í 2005. Oktober til endaspurtin Heystið hevur roynst av- bera væl seinnu árini. Men hóast tað, so hava seinastu dystirnir um mánaðar- skiftið september/oktober ofta verið leiktir undir sera ivasomum umstøðum. Nú talan kann gerast um ein endaspurt við 4-5 dyst- um undir ivasomum um- støðum, kann skjótt ruðu- leiki koma í og hetta verður ikki ein virðiligur endi á einari drúgvari landskapp- ing. Møguleikin fyri at noyð- ast at útseta/flyta dystir vegna veður er stórur, og tað gerst sjálvsagt ikki lættari at finna hóskandi dagar so hvørt sum no- vember nærkast. Tað, at noyðast at útseta onkran av seinastu og avgerandi dyst- unum, er avgjørt ikki nak- að, um fremur virðing fyri kappingini. Summarsteðgurin At fótbóltsleikarar, sum byrja regluliga venjing um hálvan januar og halda fram til seinast í oktober, ikki skulu hava rætt til 2-3 vikur summarfrítíð saman við familju/vinum, er ómetaliga nógv forlangað. Onnur hava páskafrí, hvítu- sunnufrí, summarfrí og heystfrí umframt ymsar aðrar frídagar hesa tíðina. Men fótbóltsleikarin skal onga hvíld hava? Flest allir leikarar hava sítt vanliga starv/skúla at røkja umframt fótbóltin. Og hóast fleiri leikarar fáa pengar, man tað ikki muna so nógv, at alt familjulív verður sett til viks - í hvussu er ikki ár eftir ár. Við ætlaðu broytingun- um, koma føroyskir áhuga- leikarar at vera bundnir at fótbóltinum uttan slit í longri tíð enn fleiri yrkis- leikarar í londunum rundan um okkum. Vandin, við at trýsta so nógv á, er, at serliga teir meira tilkomnu leikararnir, familjumenninir og teir, sum hava størri avbjóðingar á arbeiðsmarknaðinum, velja heldur at gevast á hægsta stigi. Og spurning- urin er, um føroyskur fót- bóltur hevur ráð til at missa tað minsta vetið av ábyrgdarkenslu og rutinu. Kappingarárið frá august til juni Er tað kortini soleiðis, at kappingin skal leingjast, so er rættast at byrja kapp- ingina í august og leika út í oktober. Kappingin heldur so fram í mars og endar umleið 20. juni. Møguligir útsettir dystir kunnu lættari avgreiðast eftir hesum leisti. Men ikki minst, so verður endaspurturin í kappingini undir hóskandi umstøðum. Harumframt hóskar hesin leistur eisini betri til evropeisku luttøk- una og dagsformin hjá lið- unum. Er vetrarsteðgurin mitt í kappingini, ber eisini betri til at skipa soleiðis fyri, at nakað skilagott fæst burtur úr hesa tíðina, tí leikarar og venjarar eru vanliga knýttir at feløgun- um eitt heilt kappingarár. Miðvikudystir Skal kappingin leingjast og ein summarsteðgur fram- vegis verða, er neyðugt at leika eini 3-4 umfør mitt í viku. Tá tvey lið í Suður- oynni eru í 1. deild, er hetta ikki tann stóri trupulleikin. Men hóast tað bert er eitt lið, so eigur kortini at bera til við nøkrum miðviku- dystum. Við miðvikudyst- um koma vit eisini nærri ynskinum hjá summum um fleiri dystir og færri venj- ingar. Leikbann Eitt annað, sum er neyðgt at endurskoða, um kappingin verður longd, eru reglurnar við leikbanni. Serliga smærru feløgini, við ikki so nógvum leikarum í hópinum, kunnu lætt "detta niður ímillum" av nógvum leikbannum í einari drúgvari landskapping. Tí fleiri dystir geva sjálvsagt fleiri leikbann, um reglurnar við gulum kortum og leikbanni vera óbroyttar. Onnur viðurskifti eru eisini viðkomandi at um- røða í hesum sambandi, eitt nú kappingin í hinum deildunum, men lat tað liggja á hesum sinni. Ambitióninir og møguleikar Í tráanini eftir at náa longur fram, at gerast betri, at standa seg í kappingini við teir stóru, verða krøvini til øll, sum vara av fótbólt- inum, størri og størri. Eri ikki í iva um, at vit øll vilja virka við í hesi stremban um at røkka hægri málum. Men javnvág má vera mill- um mál og hvat letur seg gera reint praktiskt, millum ambitiónir og evnir/møgu- leikar. Uttan javnvág verður ruðuleiki og kanska ein afturgongd. Hyggja vit at øktu krøv- unum til leikararnar - fleiri venjingar, fleiri dystir, meira tíð, størri trýst o.a.m. - so slepst ikki undan, at neyðugt er við øðrum hug- burði og ikki minst meira hvíld. Likamligari og mentalari hvíld. Og uttan neyðugu hvíldina í breið- asta høpi so spyrst lítið burtur úr. Í ringasta føri verður tað til afturstig heldur enn til framstig. At tað, sum skuldi verða tvey fram og eitt aftur, skjótt kann gerast til eitt fram og tvey aftur. Júst hetta, at skapa karm- ar hjá leikarunum til at liva upp til størri ambitiónir og økt krøv, er eitt av fleiri menningarøkjum í før- oyskum fótbólti. Tað verður ikki lætt at broyta teir karmarnar, men tað er ein fyritreytin fyri ynsktu menningini. - Vildi eg hild- ið. VIÐMERKINGAR Tvey fram og eitt aftur - ella ?? Íkast til kjakið um ætlaðu broytingarnar í landskappingini í fótbólti Henvendels e rettes hermed til Landfoged Mogens Nepper Christensen Kristian Sofus Midjord Fuglafjørður Efterlysning af an- meldelsen 56P3- 83990-00080-04. Jeg vil hermed frem- sætte efterlysning af ovennævnte anmeld- else efter rimeligt tid er forløbet hidtil, an- meldelsen blev nemlig indleveret den 26 ok- tober 2004 og vi skriv- er 3 januar 2005, når vi tænker på selve an- meldelsens forelagte bevis materiale, som skulle være mere end rigeligt for at kunne rejse anklage nærmest omgående imod de færøerske fiskeri- myndigheder, så fore- ligger intet nyt. Lad mig påminde politimyndigheden om, hvor hurtigt De arbejder når et fiske- skib er pågrebet på fersk gerning med an- meldelse af De fær- øerske fiskerimyndig- heder, hvilket afvikles inden et døgns tid så lad os holde os til visa versa tak. Med tak for optagelse ser frem til at høre fra jer som snarest og for resten, dette skriv bli- ver indsat i De fær- øerske aviser hvis tilladelse gives, såle- des at opmærksom- heden henledes til selv samme skriv. Med venlig hilsen