mikudagur 5. januar 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 2 - 5. januar 2005
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Móttøka
25 ára starvsdagur
Fríggjadagin 7. januar kl. 14.00–17.00
verður almenn móttøka á SEV í Tórshavn
í sambandi við, at Klæmint Weihe, stjóri,
hevur starvast í 25 ár hjá elfelagnum
SEV.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Elfelagið SEV
Dagurin
5. januar. Símeon. Halgimenni úr Kilikiu í Lítluasia,
sum doyði í árinum 459. Fekk navnið Stylites, tá ið hann
í 422 fekk sær tilhald á einari 6 alin høgari súlu. Súla
eitur stylos á grikskum. Hebráiska navnið Shimon er av
somu rót sum navnið Sámuel og merkir lítli Sámal
Hósdagin 6. januar
2005 fyllir Elmar
Poulsen í Klaksvík 60
ár. Í hesum sambandi
verður móttøka í
Norðoya Sparikassa
millum kl. 16-18.
Elmar hevur arbeitt á
stovninum síðan 1974
MÓTTØKA
Elmar Poulsen er sonur
Marthu og Jóhannes Poul-
sen. Eftir loknan fólkaskúla
byrjaði hann sum býdrong-
ur hjá J. F. Kjølbro í 1962.
Í 1971 varð hann head-
huntaður til Stella Shipping
Commercial Ltd., har hann
starvast til 1972, tá hann fer
í starv sum skrivstovu-
maður á Kósavirkinum.
1. oktober 1974 tekur
Elmar við starvi í Norðoya
Sparikassa. Í sparikassan-
um hevur hann starvast inn-
an fleiri starvsøki, eitt nú
sum kassameistari, hóast
tey flestu í dag kanska
kenna hann best frá privat-
kundadeildini, har hann
m.a. fæst við útlánsvirk-
semi. Elmar hevur eisini
verið álitismaður, trygdar-
umboð og í 2000 varð hann
valdur í nevnd sparikassans
sum starvsfólkaumboð.
1. oktober 2004 hevði
Elmar 30 ára starvsdag í
Norðoya Sparikassa, og nú
hann rundar tey 60 verður
móttøka hósdagin 6. januar
millum kl. 16.00 og 18.00 á
høvuðsskrivstovu
spari-
kassans, har familja, vinir
og viðskiftafólk eru hjarta-
liga vælkomin at støkka inn
á gólvið.
Elmar Poulsen 60 ár
Nýggjársdag 1. januar
vóru liðin 35 ár síðan
ítróttarfelagið á Sand-
oynni B71 varð stovn-
að. Umleið 30 fólk
møttu á fyrsta fund-
inum nýggjársdag
1970, har samtykt
varð at stovna felagið.
Felagið luttók fyrstu
ferð í kappingum hjá
ÍSF í 1971
Teir sum stovnaðu felagið
vóru: Jógvan Nicodemus-
sen, Niels J. Petersen (á
Reynatúgvu), Jóan Petur
Hentze
(undir
Skarði),
Ragnar
Fossdalsá
og
Klæmint Nicodemussen.
Felagið gjørdist limur í
ÍSF beinanvegin og spældu
teir undir navninum Sand.
Men av tí at leikararnir
komu aðrastaðni frá enn
heiman av Sandi, varð av-
gjørt at skifta navn til B71.
So kundu øll kenna seg eins
væl heima í felagnum.
Fyrsti sigurin hjá B71
varð vunnin í steypakapp-
ingini í Vági móti VB í
1971.
Nevndarlimir í B71 í dag
eru: Ragnar Fossdalsá, Jon-
hard Johannesen, Brandur
Sandoy, Hans Falkvard
Hansen og Eli Hentze, sum
er formaður í felagnum.
Nýggjársdag nýtti felagið
høvið at takka stovnarum
felagsins við eini lítlari
gávu.
Av teimum fimm stovn-
arunum vóru tríggir møttir:
Jóan Petur Hentze, Ragnar
Fossdalsá og Klæmint Nico-
demussen. Jógvan Nico-
demussen hevði forfall, og
Niels Jacob Petersen andað-
ist í 1983, bert 31 ára gamal.
Formaður felagsins, Eli
Hentze, handaði gávurnar
og segði nøkur orð. Hann
segði m.a. "vit eiga at
takka stovnarunum fyri, at
teir løgdu lunnar undir B71
og hava givið øllum áhug-
aðum møguleika at luttaka í
heimsins besta spæli –
fótbóltsspælinum".
Karl Vidtfeldt, ein av
hollastu stuðlum felagsins
á so nógvum økjum, hevði
eisini orðið. Hann hug-
leiddi um hesi 35 árini, ið
hann sjálvur hevði verið
aktivur partur av. Hann var
eisini á stovningarfundin-
um í 1970. Karl hevur í
drúgva tíð verið leikari,
nevndarlimur,
formaður,
venjari, dómari, leiðari o.a.
í B71. Hann varð fyrstu
ferð valdur í nevndina í
1974 og gjørdist formaður,
bert 15 ára gamal. Hann var
formaður til 1996. Síðan
1994 hevur hann verið
nevndarlimur í FSF.
35 ár síðan ítróttarfelagið B71 varð stovnað
Ein av hollastu stuðlum felagsins og formaður í mong ár, Karl
Vidtfeldt
Formaðurin í B71, Eli Hentze, handaði gávur til tríggjar av stovnarunum: Ragnar Fossdalsá,
Jóan Petur Hentze og Klæmint Nicodemussen