mikudagur 5. januar 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
– Føroyingar trúgva
upp á eina føroyska
oljuvinnu, sigur Vil-
helm Petersen, stjóri í
føroyska oljufelag-
num Atlantic Petrol-
eum. Hann er væl
nøgdur við tekning-
ina av nýggjum
partapeningi í felag-
num, har serliga
føroyingar keyptu
partabrøv
OLJUVINNA
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Málið var at fáa millum 5
og 30 milliónir krónur í
nýggjum áljóðandi parta-
peningi, og tá sølan var av á
nýggjárinum, høvdu fólk
og feløg keypt partabrøv
fyri næstan 30 milliónir
krónur í Atlantic Petrole-
um.
– Tað er sera trupult at
meta um áhugan framman-
undan, men stórur áhugi
vísti seg at vera til staðar,
og vit eru væl nøgdir við
søluna,
sigur
Vilhelm
Petersen, stjóri í Atlantic
Petroleum.
Endaliga uppgerðin var
ikki liðug, tá ið Sosialurin
tosaði við hann, men sølan
var heilt nær teimum 30
milliónunum í áljóðandi
virði. Tað merkir, at tá kurs-
urin var 265, komu einar 80
milliónir krónur í kassan
hjá føroyska oljufelagnum.
Við útbyggingum í
bretskum øki
Orsøkin til, at partapening-
urin í Atlantic Petroleum
verður hækkaður er, at
felagið vil styrkja kapital-
grundarlagið, nú útbygg-
ingar í trimum oljufeltum í
enska partinum av Norð-
sjónum eru fyri framman.
Atlantic Petroleum er við í
hesum útbyggingum, og
felagið
samstarvar
um
leiting eftir olju við Ame-
rada Hess, British Gas og
Dong.
Roknað verður við at
framleiðslan í fyrsta feltin-
um í enska partinum av
Norðsjónum, har Altantic
Petroleum er við, byrjar í
2006, og tá framleiðsla
verður í øllum feltunum,
verður roknað við, at fram-
leiðslan verður 3000 tunnur
um dagin.
Risastórt fund skapar
optimismu
Tað hevur ikki minkað um
áhugan fyri eini føroyskari
oljuvinnu og partabrøvun-
um í Atlantic Petroleum, at
eitt risastórt oljufund er
gjørt heilt nær føroyska
markinum, bara nakrar fáar
fjórðingar inn á bretskum
øki.
Atlantic Petroleum hevur
søkt um leitingarloyvi í
øðrum útbjóðingarumfar-
inum á føroyska landgrunn-
inum, og felagið liggur
fram við eftir økjum nær
stóra
fundinum,
sum
ChevronTexaco og onnur
feløg gjørt í bretska øki-
num herfyri.
Leitingarloyvini í øðrum
útbjóðingarumfarinum
í
føroyskum øki verða vænt-
andi latin seinni í hesum
mánaðinum.
Føroyingar keypa
Vilhelm Petersen, stjóri í
Atlantic Petroleum, sigur,
at tað hava verið bæði
føroyskir og útlendskir
keyparar av partabrøvum.
– Men tann stóri parturin
er keyptur av føroyingum,
og talan er bæði um fólk og
fyritøkur, sum hava keypt
partabrøv, sigur hann.
Partaeigararnir í felag-
num áðrenn hesa útbjóð-
ingina av partabrøvum hava
keypt ein part, men tað eru
eiini nógvir nýggir parta-
eigarar inn í myndini.
Tað eru fleiri enn 2000
smærri og størri partaeig-
arar í Atlantic Petroleum.
Áljóðandi partapeningurin
er nú góðar 76 milliónir
krónur.
Nevndin í felagnum er
mannað við Kjartan Hoy-
dal, formaður, Óla Hamm-
er, Poul Mohr, Mortan
Johannesen, Petur Even
Djurhuus og Richard Hard-
man.
Atlantic Petroleum fekk
80 milliónir
í kassan
Nr. 2 • mikudagur • 5. januar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Atlantic Petroelum hevur
styrkt kapitalgrundarlagið
hjá sær við umleið 80
milliónum krónum, eftir at
partabrøv fyri næstan 30
milliónir í áljóðandi virði eru
seld
Vilhelm Petersen, stjóri í
Atlantic Petroleum