Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. januar 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 2 - 5. januar 2005 - Vit vilja í størst møguligan mun ganga ynskjunum hjá okkara viðskiftafólk- um á møti, og vit eru altíð til reiðar at tosa um loysnir, sigur Søren Svenning Danielsen, ið eigur felagið, Spf. SD Beding, sum nú hevur keypt bygningin hjá P/F Frithleif Olsen við Fjøruvegin í Runavík GLASTREVJA- ÍDNAÐUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hugflogið er stórt, og tað er dirvið eisini. Søren Svenning Daniel- sen, sum eigur felagið Spf. SD Beding, hevur júst keypt maskinverkstaðin hjá P/F Frithleif Olsen við Fjøruvegin í Runavík. Tað er Norðoya Sparikassi, sum hevur fíggjað keypið, og eigarin er væl nøgdur við ta viðgerð, hann hevur fingið úr Klaksvík. Men hann vil einki siga um keypsprísin. Talan er um bygningin, sum stendur millum Timb- urhandilin í Runavík og ruskmóttøkuna hjá Runa- víkar kommunu. Tað var her, at FJM í fleiri ár hevði sítt virksemið við rustfríum stáli og øðrum. Seinni keypti FJM bygningin, sum P/F Klement Petersen bygdi á Rytuvíkarhálsi, og seinni keypti FJM so velduga stóra bygningin hjá fyrrverandi Eysturoyar Heilsølu. Fyrr í heyst hendi so tað, at maskinverkstaðurin, FJM, varð lagdur saman við Tórshavnar Skipa- smiðju, samstundis sum Frithleif Olsen verður stjóri á Skála Skipasmiðju, ið Tórshavnar Skipasmiðja eisini eigur. Leigaði seg inn Søren Svenning Danielsen fór undir Spf. SD Beding fyri smáum tveimum árum síðan. Hann leigaði seg inn í annan av bygningunum hjá AWI-Boats í Runavík og leigaði samstundis bed- ingina frá felagnum, hann áður hevur lært og starvast hjá. Søren Svenning er út- búgvin innan glastrevja- yrkið og hevur lært til tað, sum danir rópa epeterings- bådbygger. - Áðrenn eg fór undir egna fyritøku við umvæl- ingum og bedingsarbeiði fyri skjótt tveimum árum síðan, tók eg mær fyri tað mesta av stálarbeiði og motorarbeiði fyri AWI- Boats, sigur hann. Fyri einum góðum ári síðan gjørdi Spf. SD Beding leigusáttmála við P/F Frithleif Olsen, og varð alt virksemið hjá felagnum tá flutt úr bygninginum hjá AWI-Boats og í bygningin, sum felagið nú hevur keypt. Søren Svenning sigur, at bygningurin er tilsamans 510 fermetrar stórur, men við tað, at skrivstovupart- urin er í tveimum hæddum, er samlaða gólvvíddin ein- ar 750 fermetrar. Sjálv byggihøllin er umleið 400 fermetrar stór. Hann er væl nøgdur við bygningin, og ikki minst er tað ógvuliga praktiskt í dagliga arbeiðnum, at ein el-drivin krani á skinnarum er í høllini, sum kann hiva og flyta motorar og annað, sum viga upp í 5 tons – úr einum staði í annað um alla høllina. Í ovaru hæddini eru eisini skrivstovur, kaffistova og ein hugnalig stova, har fólk kunnu støkka inn á gólvið at spyrja seg fyri og tosa um møguligar sáttmálar um bátar, septiktangar, vatn- tangar – ella, hvat nú hugsast kann úr glasfipur. Haraftrat eru møguleikar fyri smásølu í bygningin- um. Søren Svenning sigur, at Skipaeftirlitið hevur góð- kent bygningin til umbygg- ingar og nýbyggingar við glastrevju. Hugflogið er stórt Sum vit nevndu í byrjanini, vantar Søren Svenningi og hansara 6-8 fólkum ikki hugflog. Teir umvæla og byggja bátar úr glastevju, stoypa rottangar, vatntangar og aðrar lutir úr glastrevju. - Vit eru til reiðar at tosa um allar hugsandi og óhugsandi uppgávur fyri privatfólk, feløg, stovnar og kommunur, sigur hann. Søren Svenning vísir á, at tað nyttar so lítið í dag at hava eina framleiðslu, sum tørvur ikki er á. Tí er málið hjá honum og teimum, hann hevur í arbeiði, í størst møguligan mun at gera tað, sum marknaðurin vil hava. - Tað nyttar einki, um eg havi eina lítla og fitt jollu til alivinnuna, um eingin alivinna er. Tað nyttar Spf. SD Beding keypt bygning í Runavík: Vit vilja framleiða tað su Her sæst seksmannafarið, sum er ætlað til frítíðarsigling. Skrokkurin er gamli kaldbaks-skrokkurin, men yvirbygningurin er nýggjur, og báturin hevur viðfestismotor Mynd: Vilmund Jacobsen Spf. SD Beding hevur eitt nú umvælt og "lyft" Sómi-bátin, sum Søren Svenning situr við á hesi myndini, upp, soleiðis at skrokkurin er vorðin einar 20 sentimetrar hægri Mynd: Vilmund Jacobsen