Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-05, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. januar 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 2 - 5. januar 2005 15 um marknaðurin vil hava heldur einki hjá okkum at byggja ein útróðrarbát, sum marknaðurin ikki vil hava, sigur hann. Spf. SD Beding hevur keypt formarnar til gomlu fýramannaførini, fimm- mannaførini og seksmanna- førini, sum upprunaliga vórðu bygd í Kaldbak. - Vit keyptu hesar form- arnar frá Alu-Plast í Gøtu og hava bygt og selt nakrar slíkar bátar í farna ári. Aftrat hesum formunum, eigur felagið eisini form til ein 34 fót stóran útróðrar- bát. Vælegnaður stuttleikabátur Inni í byggihøllini stendur eitt ógvuliga snotuligt seks- mannafar, sum í fyrsta lagi er bygt til stuttleikasigling. - Hetta er fyrsta seks- mannafarið, vit hava bygt. Skrokkurin og formurin er hin sami, sum gomlu kaldbaksbátarnir vórðu stoyptir í. Men vit hava valt at geva bátinum eitt breiðari skvatliborð og eitt nógv størri og rúmligari hús, sum verður innilokað við galesju. Haraftrat hevur báturin viðfestismotor, sum stendur miðskeiðis, men heilt har afturi í bátinum. Søren Svenning vísir á, at ein slíkur viðfestismotorur kann takast upp úr bátinum, um okkurt er áfatt við hon- um. Haraftrat kostar hann bert ein triðing av tí, sum ein fastur motorur kostar. - Vit halda, at hetta er ein vælegnaður og lutfalsliga bíligur stuttleikabátur í mun til aðrar dýrar bátar til frítíðarsigling. Eigarin av Spf. SD Bed- ing sigur, at felagið veit um aðrar áhugaverdar formar av bátum, sum ikki verða brúktir í løtuni, men tíverri vilja teir, sum eiga hesar formar, ikki selja. Hann vísir á, at ynskir onkur sær t.d. eitt seks- mannafar, er SD Beding altíð til reiðar at tosa við viðkomandi um, hvussu yvirbygningurin skal byggjast. - Vit vilja í størst møgu- ligan mun ganga ynskjun- um hjá okkara viðskifta- fólkum á møti, og vit eru altíð til reiðar at tosa um loysnir, sigur Søren Svenn- ing. Rot-og vatntangar Spf. SD Beding hevur eisini keypt formar til rot- og vatntangar, sum Svend Krosstein áður hevur keypt frá Alu-Plast í Gøtu. - Vit vendu okkum til Svend Krosstein, tí teir brúktu ikki hesar formar. Avtalan er, at vit gera rottangar og vatntangar, sum Svend Krosstein so selir. Á henda hátt hava vit bara framleiðsluna, meðan sølufelagið hevur og um- sitir søluna. Søren Svenning sigur, Svend Krosstein er ein stórur útvegari av rot-og vatntangum, og á glas- trevjaverkstaðnum í Runa- vík hava teir møguleikar at byggja vatntangar í nógv- um ymiskum – fyri ikki at siga – øllum støddum. Nú flestu kommunur tosa um reinari vatn, væntar Søren Svenning, at eftir- spurningur framhaldandi verður eftir vatntangum. Haraftrat kemur, at øll nýbygging krevur, at fólk hava rottangar, umframt at tað er alment kent, at eini 800 húsarhald kring um í landinum als ikki hava rottangar. - Tað er so nógv lættari hjá stovnum og kommun- um at arbeiða við glas- trevjatangum – ikki minst, tá ið hesir skulu plaserast burtur frá bygdum øki. Hetta kann ikki saman- berast við at arbeiða við eitt nú betongi, sum vigar so nógvar ferðir meira og krevur sterkar forskall- ingar, sigur Søren Svenn- ing. Nógvir møguleikar - Orsøkin til, at eg fyri einum góðum ári síðan ikki helt uppat við virksemin- um, tá ið AWI-Boats segði leigusáttmálan við okkum upp, var, at vit tá høvdu nakrar uppgávur og nakrar sáttmálar, sum vit ikki vórðu lidnir við. Vit høvdu eisini givið nøkur tilboð um viðlíkahald og umvælingar av glastrevjabátum. Har- aftrat sá eg nakrar møgu- leikar við glasfipurfram- leiðslu, sum eg helt ikki vóru troyttir. Søren Svenning sigur, at Spf. SD Beding hevur nógv góð hugskot um ymiskar møguleikar við glastrevju. - Ein møguleiki er at framleiða takplátur, ið kunnu gerast so langar, sum viðskiftafólk ynskja. Ein annar er at framleiða stór rør – ella smogur, sum kunnu nýtast undir ferðslu- ríku bygdarvegunum, har eitt nú skúlabørn skulu um vegin. Hesi kunnu eisini framleiðast eftir ynski, bæði í vídd, longd og styrki. Hann vísir á, at betongið er ikki tað dýrasta, men tað er forskallingin, sum er trupul, og tí kundi SD Bed- ing eisini hjálpt kommun- um og øðrum við forskall- ingum, sum kunnu standa eftir, tá ið stoypt er. - Vit eru til reiðar at tosa um allir møguligar loysnir, sigur Søren Svenning Danielsen. Tað er bara hugflogið, sum setir avmarkingarnar. Ein møguleiki er at framleiða takplátur úr glastrevju. Mynd: Vilmund Jacobsen Sonurin er óførur at hjálpa til eftir skúlatíð Mynd: Vilmund Jacobsen Skrivstovuhølini eru snotulig í bygninginum, sum Spf. SD Beding hevur keypt frá P/F Frithleifi Olsen Mynd: Vilmund Jacobsen