mikudagur 5. januar 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
À vitjan hjá DAT í Vamdrup:
Øðrvísi flogfelag millum ris
Nr. 2 • mikudagur • 5. januar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Í Vamdrup í Jútlandi
situr Jesper Rung-
holm og hugsar um,
hvørt hansara flog-
felag skal halda fram
við at flúgva til Før-
oya. Fyritøka hansara
er bygt upp frá ong-
um til at rúma 140
starvsfólkum, og
fremsta eyðkenni er
at vera tann lítli og
øðrvísi Dávid í
spælinum millum
risarnar
SAMRØÐA
Orð & myndir: Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Vamdrup: Føroyar hava
eina støðu á heimskortin-
um, sum í mongum førum
kann tykjast fjarskotin. Tað
er ikki bara tað. Tað er
eisini so forkolað keðiligt
at flúgva til Føroya. Ì øllum
førum er lendibreytin ov
stutt, næstan eingin tímir at
flúgva til Føroya og so er
tað eisini óluksáliga dýrt
hjá vanligum deyðiligum at
sleppa teir 1.400 kilometr-
arnar til Danmarkar.
Tað tykist ikki vera minni
fjarskotið at vera í Vamd-
rup. Tað er valla tey nógvu
av tykkum við dagsins
Sosiali í hondini, sum hava
vitjað flogvøllin í Vamdrup.
Vit eru á Kolding leiðini
ikki so øgiliga langt frá
Billund og Vejle. À einum
vegi, sum tykist at føra
djúpt inn í tað mest bónda-
liga Jútland, sæst brádliga
eitt skelti, har tað stendur
"flyplads" skrivað á. Ikki tí.
Vit í Føroyum eiga at vera
tey síðstu at hyggja skeivt
at smáum flogbreytum,
men hendan á Lufthavnsvej
í Vamdrup tykist enntá
minni enn hon í Føroyum.
Tað er áhugin hjá Jesper
Rungholm fyri at flúgva
føroyingar, sum hevur fing-
ið okkum at leita smærru
vegirnir í Jútlandi fram á
kortinum. Hann er stjóri,
eigari og stovnari av Danish
Air Transport ella DAT, ið
tað verður rópt til dagligt.
Í bygningum, sum verða
róptir fyri portacabins og
minni um barakkir, húsast
ein nútímans fyritøka. Tað
er ikki til at trúgva uttan-
ífrá, men í lágu bygning-
unum við flogbreytin, har
eingin aktivitetur er í dag,
men tað vanliga eru fleiri
flogfør at síggja, er bæði
tann tekniski umsitingin,
bókhaldið og søludeildin
hjá Danish Air Transport.
Vit eru mitt í Jútlandi, og
vit eru í einari ógvuliga ser-
merktari fyritøku. Ein, ið
ikki er sum hini.
Á nógvum frontum
Søgan hjá Danish Air
Transport er ikki nógv
longri enn fimtan ár. Fyri-
tøkan varð sett á stovn í
1989 og er tískil yngri enn
Atlantic Airways. Tað vóru
ikki nøkur glæsilig høli ella
nakað glamour av fyrstan
tíð. Skrivstovan var stovan
hjá hjúnunum Jesper og
Kristen (rópt Kisser) Rung-
holm.
Vit sita við skrivaborðið
hjá fryntliga stjóranum í
Vamdrup. Hann kann prýða
sítt skrivaraborð við einum
heldur óvanligum irakisk-
um flaggi. Tað venda vit
aftur til. Og óvanligt er tað
so nógv, sum er, við DAT.
Stjórin er útbúgvin pilotur -
umframt at vera reklamu-
fotograf - í danska flog-
vápninum. Hann var ikki
heilt leysur av teimum
tíggju tænastu árunum, ið
ein flogskipari bindir seg
til, tá DAT varð sett á stovn.
Tað var ikki fyrr enn í
1991, at Jesper Rungholm
fer at nýta alla sína orku
upp á Danish Air Transport.
Í dag er fyritøkan væl
voksin. Eini 140 starvsfólk
og selt verður fyri einari
250 milliónir krónur.
Og hvat gera tey so, hesi
góðu fólkini hjá DAT?
Virkisøkini eru nógv. Alt
frá vanligari rutuflúgving
bæði í Danmark og í Noreg.
Eisini verður flogið frakt
bæði Ad hoc og við van-
ligum sáttmálum. Umframt
at DAT fæst við leiga flog-
før, selja útbúgvingar, leiga
flogskiparar og ymiskt ann-
að.
- Vit ganga beint ímóti
rákinum í løtuni. Vit halda,
at vit saktans kunnu vera
dugnalig á øllum økjum, og
vit eru við í øllum, ið vit
meta fer at løna seg.
Jesper Rungholm býr
sjálvur bert fáar hundrað
metrar frá skrivstovuni í
Vamdrup, og hann flýgur
javnan sjálvur sum flog-
skipari. Tað hevur enn ikki
verið neyðugt hjá DAT at
fáa eina pengainnspræning,
hóast nakrar rutur í Svøríki
kostaðu DAT omanfyri
tjúgu milliónir.
- Í løtuni gongur tað øgi-
liga væl, sigur Jesper
Rungholm, sum ikki er
serliga kendur í Danmark,
men er kanska meira kend-
ur í Noreg.
Flaggið hjá Saddam
Sum flestar aðrar fyritøkar
hevur DAT eisini eina ætlan
fyri menning, sum umfatar
alt frá betri heilsu hjá
starvsfólkunum til so ella
so stóran vinning.
DAT leggur eina æru í at
vera øðrvísi. Men kanska
enn meira týdningarmikið
er at vera øðrvísi.
- Vit dáma at síggja okk-
um sum Dávid - og hinir
eru Goliat. Vit eru ikki sum
hinir, og tað er eingin gla-
mour yvir okkara virksemi,
men fólk dáma at flúgva
við okkum og dáma at
arbeiða her, sigur Jesper
Rungholm.
Eins og við Dávid, so
hevur Danish Air Transport
eisini rent seg á óndar
kreftir.
"Gud er sera stórur",
týðir Mustafa á kontórinum
áskriftina á flagginum til.
Flaggið hevur Jesper fingið
til vega, tá hann í sambandi
við Dakar Rally var í
Sahara oyðimørkini. Har
stóð eitt stórt Jumbo jet
flogfar, líkt tí í filminum
Air Force One. Um kvøldið
fór Jesper og aðrir umborð
við at taka nakrar plátur
burtur undir flogfarinum.
Umvegis eitt maskinrúm
endaðu teir í tí reinum
luksus. Teir vistu ikki, hvør
átti flogfari, men ein rap-
port frá teimum seinastu
pilotunum umborð gav eina
ábending um, at flogfari var
úr Irak og hevði staðið á
staðnum síðani Flógva-
kríggið í 1991. Ein ovurstór
mynd av Saddam Hussein
avdúkaði síðani, at hetta
var einki minni enn flogfari
hjá sjálvum Saddam Hus-
sein. Altso tann irakiska
útgávan av Air Force One.
Flaggið á skrivaraborðinum
hjá Jesper Rungholm er
tískil flaggið hjá sjálvum
Saddam Hussein.
Søgan um flaggið hjá
Saddam sigur rættiliga
nógv um persónin Jesper
Rungholm, siga tey, vit
hava spurt. Og ikki heilt
lítið um Danish Air Trans-
port.
- Vit síggja ikki so nógv
mørk. Vit eru øðrvísi, og vit
tora at leita á nýggjar leiðir
- eisini heilt fremmandir
leiðir, sigur Jesper Rung-
holm, sum vísir á at teir
leggja stóran dent á at skera
kostnaðir alla tíðina.
- Og tað er avgjørt ikki
ómøguligt, at vit fara at
bjóða bíligari ferðaseðlar,
har tú sjálvir skalt keypa
tínar drykkivørur. Tað er
spurningur, hvat fólk held-
ur vilja hava. Vit eru við at
vera við upp á at vera
alternativir, sigur Jesper
Rungholm, sum blankt
avvísir at skulu taka ferða-
fólk frá Atlantic Airways,
men hann viðurkenna, at
leikluturin hjá teimum,
kann eisini broyta talið av
fráferðum hjá kappingar-
neytanum.
Ein túr til Dobrovnik
Àhugin hjá Jesper Rung-
holm og DAT fyri Føroyum
skyldast ikki, at ein partur
av leiðsluni er gift við før-
oyingum. Endamálið er
rætt og slætt at vinna peng-
ar. Tað er kanska eingin,
sum dettur av stólinum av
hesum, men áhugin fyri at
flúgva til Føroya er ikki júst
ovurhonds stórur. Tá Jesper
Rungholm frætti um, at
Maersk skuldi gevast at
flúgva til Føroya sat og
hugdi eftir, hvussu nakrar
leiguferðir til Dubrovnik í
Kroatia høvdu. Við propell-
flogførunum hevur DAT
flogið ferðafólk til Kroatia,
og eftirmetingarnar vóru
øgiliga positivar. Hesir
túrar tóku einar fýra tímar,
og til stuttleikar hugdi Jesp-
er Rungholm inn á telduna
fyri at vita, hvussu langa tíð
flogferðir úr Kastrup til
Vágarnar taka. Við teirra
propellflogførum tekur túr-
urin 3 tímar og 15 minuttir,
og tá tað bar til í Dubrov-
nik, so ringdi Jesper til
Trafikministeriet. Rest-ina
av søguna kenna vit øll.
Eins og øll onnur er
Jesper Rungholm spentur
at vita, hvussu føroyingar