mikudagur 5. januar 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 2 - 5. januar 2005
17
sarnar
fara at taka ímóti. Hann
heldur, at støðan á føroyska
markaðinum er rættiliga
sermerkt.
- Àðrenn deildu Atlantic
og Maersk marknaðin, men
nú hevur Atlantic voksið
um útboðið, og nú koma vit
á
marknaðinum. Tískil
verður tað brádliga kapasi-
tetur fyri trý feløg. Tað
sigur seg sjálvt, at skal tað
bera til, so skulu fleiri
ferðafólk til. Og tað vilja
tað eisini koma. Marknað-
urin er langt frá mettaður.
Vit hava sæð tað aðra-
staðni, at við at gera tað bí-
ligari - í øllum førum tann
eina vegin - fáa vit fólk í
flogførini, sum annars ikki
vildu verið farin avstað,
sigur Jesper Rungholm.
- Við teirri røttu markn-
aðarføringini
við
fríari
prísáseting er møguligt at
fáa 200.000 ferðafólk at
ferðast millum Føroyar og
Danmark. Tað er tískil
ríkiligt av plássi til okkum -
og til Atlantic Airways.
Jesper Rungholm heldur
ikki, at tað er so keðiligt við
landsstýrinum sum eigara
og myndugleika. Jesper
Rungholm sigur seg, at
hann
metir
landsstýrið
hevur ein sunnan hugburð.
Men hvat hendir, um
flogferðslumarknaðurin
verður latin púra upp í
Føroyum?
- Tað vildi verið gott fyri
Føroyar, men eg veit ikki,
hvussu tað hevði gingið hjá
Atlantic. Haldi kortini At-
lantic vildi fingið nógv
burturúr, tí hvør hevur
áhuga fyri at flúgva til Før-
oya - ikki serliga nógv, spyr
og svarar Jesper Rungholm.
Ongantíð BA
Framtíðarlagnan hjá DAT
er ikki bundin av, hvussu
úrtøkan við Føroya flúgv-
ingini verður. Jesper Rung-
holm sigur, at DAT hevur
kastað 500.000 krónur
- Vit eru sannførdir um,
at vit kunnu standa okkum
væl í Føroyum. Vit eru
fleksiblir og hava eina góða
góðsku á okkara vøru. Før-
oyar eru ein lættur markn-
aður at hava við at gera. Tað
er rættiliga lætt at koma
fram í miðlinum. Eg var í
Føroyum í tveir dagar, og
tað eydnaðist mær - uttan
nakra avtalu áðrenn - at
koma í sjónvarp, útvarp og
bæði stóri bløðunum. Tað
duga vit, men hevði tað
verið at fáa eitt samband
við Lufthansa, so vildi tað
ikki rigga, sigur Jesper
Rungholm.
Ein og hvør, sum bert
hevur fylgt eitt sindur við,
kann kenna ein ávísan
sannleika handan orðini hjá
Jesper Rungholm. Orð frá
Jesper Rungholm hava í
stríðum
streymi
vitjað
føroysk miðlar, og undirrit-
aði kennir tað eitt sindur
løgið at sita í Vamdrup.
Royndirnar higartil gera,
at Jesper Rungholm trýr
upp á, at Føroyar kunnu
gerast ein ógvuliga spenn-
andi marknaður.
- Tað er ein øgiliga
spennandi marknaður í
Føroyum, sum tykist at
vera lítið útnyttaður. Tað er
jomfrúirligur marknaður í
Føroyum,
sigur
Jesper
Rungholm.
Men DAT verður ikki
sum hini. Tað eru ongar
ætlanir um at gevast at
flúgva við propellflogfør-
um.
- Og keypa vit eitt størri,
so verður tað í øllum førum
ikki eitt sum British Aero-
space flogførini hjá Atlan-
tic Airways. Tað er ein farin
tíð eftir okkara hugsan.
Vit fara heldur ikki at
opna egið kontór ella líkn-
andi. Vit skulu vera eitt al-
ternativ, og vit eru alterna-
tivir, sigur Jesper Rung-
holm.
Fíggjarliga orkan er ikki
til staðar at gera ein stóra
íløgu í eitt jet flogfar, men
tað er ikki ómøguligt - men
vit eru øðrvísi.
Prísirnir hjá DAT skulu
vera bíligari enn hjá Atlan-
tic, sigur Jesper Rungholm.
Men júst hvussu ein møgu-
ligur prísstrukturur fer at
síggja í einari fastari rutu-
flúgving, veit Jesper ikki at
siga okkum.
Tey framúr góðu til-
boðini hava verið sokall-
aðar reverse flow flúgv-
ingar, eitt nú til Danmarkar
á jólum - og ikki øvugt.
Eftirmeting
Í skrivandi stund er avgerð-
in ikki tikin um, hvørt DAT
heldur fram við at flúgva til
Føroya. Eitt er hvussu
nógvir ferðaseðlar eru seld-
ir, men tað verða eisini
gjørdar kanningar millum
kundarnir.
- Vísir tað seg, at kund-
arnir siga kortanei til at
flúgva í tríggjar tímar, so er
ikki so nógv hjá okkum at
gera her, sigur Jesper
Rungholm.
Føroya rutu flúgvingin er
eitt gott dømi um, hvussu
DAT virkar.
- Vit kunnu uttan at missa
nakra æru siga, at vit ikki
halda fram við at flúgva til
Føroya. Vit sýna størsta
varsemi, men vísir tað seg
at fara at løna seg, so vildi
vit eisini halda fram, sigur
Jesper Rungholm.
Navn: Jesper Rungholm
Giftur: Kirsten Rungholm
Børn: Albert 8, Andrea 11 og Robert 13
Útbúgving: Reklamefotograg og flogskipari.
Um DAT: Danish Air Transport varð stovnað í 1989 av
Jesper og Kirsten Rungholm. Av fyrstan tíð virkaði
fyritøkan við einum lítlum flogfari at flúgva; síðani er
fyritøkan voksin støðugt, og í dag er 140 starvsfólk og
selt verður fyri einari 250 milliónir(mett 2005) árliga.
Flogið verður bæði vanliga rutuflúgving, frakt, charter
og alt annað, sum kann geva nakrar pengar í kassan.
DAT er virkin í fleiri londum. Millum annað ger DAT seg
rættiliga galdandi í Noreg, har flogið verður til og úr
Florø. DAT hevur áður flogið starvsfólk hjá Agip/Eni til
og úr Føroyum í sambandi við royndarboringarnar.
FAKTA
Nakað fyri seg. Frá einum
flogfari og skrivstovu í
stovuni til 140 starvsfólk upp
á fimtan ár. Jesper Rungholm
hevur satsað 500.000 kr. upp
á Føroya rutuna , men hann
hevur ongan trupulleika at
gevast, um ferðafólkini ikki
orka propellirnar