mikudagur 5. januar 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNULÍV
Rolf Guttesen
rg@geogr.ku.dk
Fyrsta valuta-handilsdag í nýggja árinum styrknaði
dollarin nakað í mun til euro. Fyri eina fekst tann dagin
1,3507 $. Men verður hugt at strikumyndini, sum vísir
gongdina seinasta mánaðin, hevur tendensurin klárt
gingið hin vegin. Dollarkursurin hevur verið fallandi í
mun til euro. Ymiskar meiningar eru um orsøkirnar, og
somuleiðis um framtíðar útlitið. Men lítil ivi er um
ávirkanina, tað gerst tvørligari hjá euro-londum, og
Danmark og Føroyum við krónuni, sum er føst knýtt at
euruni, at selja vørur í USA. Hinvegin skuldi verið lættari
hjá USA at útflutt vørur, men hetta tykist ikki at eydnast í
fult mát, tí landið hevur framvegis hall á handilsjavnanum.
Danfoss-stjórin sigur
Jørgen Mads Clausen, stjóri á Danfoss-koncernini við
høvuðssæti í Sønderborg, heldur, at tað mest er spekula-
tión, sum pressar dollaran niður. Í dagblaðnum Børsen,
3.1.05, sigur hann: "Jeg ved godt, at USA har et enormt
stort underskud på betalingsbalancen. Trods det kan jeg
ikke se, at der er nogen realøkonomisk basis for en så lav
dollarkurs." Men enn hevur lági dollarkursurin ikki rakt
Danfoss serliga meint enn. Clausen metir, at einar 25 til 50
mio. kr eru kappaðar av umsetninginum uppá 17 milliardir
kr. Hann leggur aftrat, at hann "har svært ved at gennem-
skue, hvad der sker på valuta-området i øjeblikket."
Vinnulívsblaðið Børsen
Sama blað, Børsen, sigur tó aðra staðni, at tað framvegis
er tað ovurstóra hallið á amerikansku handils- og gjalds-
javnvágini, sum fær fólk at ivast. Kann amerikanski
búskapurin framhaldandi draga útlendskan kapital til, sum
kann fylla holið upp. Blaðið citerar Royal Bank of
Scotland, sum væntar at dollar-gongdin verður sum í farna
ári, also við rúkandi ferð niðureftir. Eingin grund fyri
bjartskygni.
Washington Post
Ein konservativ amerikansk avís, Washington Post,
17.11.04, hevur eina grein, har R.J. Samuelson sigur, at
Bush als ikki hevur umrøtt tað størsta problemið í USA
enn. Tað er hvørki hallið á fíggjarlógini ella minkandi talið
av arbeiðsplássum. Nei, tað er møguleikin fyri at dollarin
krasjar á valutamarknaðinum. Blaðið heldur, at Bush
neyvan sjálvur hevur skilt, hvat er á vási. Upp aftur verri,
eingin veit hvat er at taka til. Men kemur eitt slíkt dollar-
krasj, so verður tað orsøk til eina ræðandi búskaparkreppu
og ringar tíðir. Samuelson sigur, at fremsta orsøkin til at
dollarin er viknaður seinastu tíðina er, at amerikanski
búskapurin hevur verið fyri nógv størri vøkstri enn
búskapurin í øðrum framkomnum londum, eitt nú Europa.
Skjótt vaksandi ríkidømi í USA hevur elvt til størri inn-
flutning av vørum. Tí kemur hallið á handilsjavnanum.
Harnæst sigst, at útlendingar hava hug at gera íleggingar í
USA, nettupp tí búskapurin veksur skjótari har enn í
heimlondunum í Europa, Japan ella hvar. Hesar íleggingar
eru, so ella so, við til at fíggja amerikanska undirskotið.
Amerikanska Business Week
Sjálvt tað amerikanska vikublaðið Business Week, sum
bert hevur íleggingar, pengar og profitt í høvdinum, er
farið at ivast í, hvat ið er galið við dollaranum. Seinasta
nummarið í fjør metti um útlitini og orsøkirnar, og brúkar
vendingar sum "A possible crash in the US dollar" (Eitt
møguligt krasj í dollarvirðinum). Størsti vandin er, siga
teir, at fólk fara at missa álitið á amerikanska búskapinum,
og at teir sum standa fyri stýrinum (Bush-stjórnin) ikki
klára uppgávuna. Tá metast skal um útlitið fyri 2005, so er
dolarin eitt "Wild card" ella ein óberokniligur jokari.
Keldur:
ECB, European Central Bank, heimasíða
Dagbladet Børsen 3-1-200505
Business Week December 27, 2004
Washingtonpost.com 17-11-2004
18
Nr. 2 - 5. januar 2005
Ymiskar meiningar um
rætta virðið á dollara