mikudagur 5. januar 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 2 - 5. januar 2005
19
Sjóverjutyrlan varð á
nýggjárinum send við
lækna til ein russisk-
an trolara, sum boð-
aði frá, at menn vóru
farnir til hendurs
umborð, og onkur
teirra var stungin við
knívi. Illveður gjørdi,
at samband ikki fekst
millum tyrluna og
skipið
TILKALLING
Edvard Joensen
Sjóverjutyrlan
varð
á
nýggjárinum
send
við
lækna út til ein russiskan
trolara, sum boðaði frá, at
menn vóru farnir til hend-
urs umborð, og at stungið
var við knívi.
Djóni Weihe, leiðari á
MRCC støðini í Føroyum,
váttar at boð komu frá
russiska trolaranum Mikh-
ail Verbitskiy um, at menn
vóru komnir til illnar
umborð, og at knívur hevði
veriðuppií.
Avgjørt varð at senda sjó-
verjutyrluna út til skipið, og
at hon skuldi hava lækna
við. Trolarin var staddur
sunnanfyri, nakað mið-
skeiðis millum Føroyar og
Hetland, føroysku megin
markið. Farið varð av
flogvøllinum, og Marjus
Dam, kommunulækni í
Vágum, var við umborð.
Sum trygd hjá tyrluni
vóru bæði Brimil og Tjaldr-
ið eisini biðin um at fara
móti russaranum.
Tá tyrlan kom fram, vóru
líkindini so mikið vánalig,
at tyrluskiparin ikki helt tað
vera ráðiligt at seta fólk
umborð á skipið. Heldur
ikki at taka nakran av skip-
inum upp í tyrluna. Aldan
var ov høg, og skipið so
ófriðaligt, at hann ikki
metti tað vandaleyst at hava
samband við skipið.
Djóni Weihe sigur, at teir
á MRCC støðini stuðlaðu
honum í hesi avgerð, og tí
vendi tyrlan aftur við ong-
um.
Mikhail Verbitskiy setti
kós móti havnini og kom
hagar sunnukvøldið.
Ivan Eginsson á Faroe
Agency, sum er umboð fyri
russiska skipið, sigur, at tá
skipið kom til Havnar, fóru
tríggir mans á Landssjúkra-
húsið. Men sambært um-
boðsmanninum var ikki
talan um stórvegis skaða.
Tó hevði ein teirra mist
nakað av blóði, sigur Ivan
Eginsson. Kortini sluppu
allir tríggir umborð aftur
eftir viðgerð á sjúkrahúsin-
um, sigur hann.
Mikhail Verbitskiy lá
framvegis á Havnini, tá
Sosialuirn tosaði við um-
boðsmannin. Skipið bíðar
eftir kvotu, sigur Ivan
Eginsson.
Samráðingarnar millum
Føroyar og Russland hava
verið, men trupulleikin hjá
russisku skipunum er, at
kvotan er ikki býtt innan-
hýsis
millum
russisku
reiðaríini, og tí kunnu skip-
ini ikki byrja fiskiskap enn.
Tyrlan boð-
send eftir
knívbardaga
Mikhail Verbitskiy kom til Havnar við skaddu monnunum, eftir at tað ikki eydnaðist føroysku sjóverjutyrluni at taka teir av
skipinum
Mynd: Jens Kristian Vang