mikudagur 5. januar 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 2 - 5. januar 2005
Hendan røðan varð
hildin við felagsbálið
hjá Runavíkar
Kommunu á miðnátt
gamlaárskvøld. Og
uppi á Svangaskarði
seinri um náttina, kl.
0200, harið B68 skip-
aði fyri samkomu,
harið hópurin av
toftafólki var savnað,
nú komið var
inn í nýggja árið
NÝGGJÁRSRØÐA
tórbjørn jacobsen
Hugsaði um yrkingarsavnið
Eygnamørk, hjá Tóroddi
hjá Palla í Brekkum, og
serliga yrkingina Fjarskifti,
táið eg hoyrdi telefonverk-
stjóran, í sendingini Nón,
nú hendan dagin. Hann tos-
aði um dialektisku mater-
ialismuna, natúrliga stríðið,
toganina og kappingina, ið
mennir alt livandi, sum er
ímillum menniskjuni, og
samfeløgini
sum
rúma
teimum. Hugmyndafrøð-
ingurin Karl Marx skipaði
hetta fyribrigdið í vísund,
men hansara vanlagna, sum
politiskur íblásari, var tá ið
hann bleiv kollsigldur av
eirindaleysum einaræðis-
harrum, ið gjørdu alt teir
megnaðu fyri at leggja lok
á og steðga natúrligu og
støðugu menningini í heim-
inum. Hesi samfeløgini
endaðu sum kókandi pottar,
harið lokið var bregdað
niður yvir - og alt sprongd-
ist í einum.
Eitt løgið paradoks, at
hann, sum varð kosin
fremsti
filosoffurin
í
heimssøguni, um túsund-
áraskiftið, og sum brúkti
stóran part av lívinum at
hugmynda um hesa natúr-
ligu og áhaldandi menning,
skuldi verða gøllhildin, og
settur fram sum verja, í
legaliseringini av hesum
statisku samfeløgum, harið
proletariatið varð spent fyri
vagnarnar, í eini roynd at
uppfylla persónligar polit-
iskar ambitiónir hjá nøkr-
um fáum. Avleiðingarnar
eru besta prógvið um, at tað
ber ikki til at binda menn-
iskjuna niður. Niðursmelt-
ingin byrjar í somu stund,
sum tjóðurhælin er settur í
jørðina, og menniskjan
søkir altíð aftur til frælsið,
ið hon varð borin til, í Guðs
skapanarverki.
Í fyrra partinum av yrk-
ingini sigur Tóroddur: Tele-
fonin við sínum ófrætta-
kendu handilstónum liggur
sløkt í lummanum / vit
liggja her sum partur av
einum rapaðum garði /
sjónarringurin er bara nak-
að vit síggja / sandspannin
er aftur nakin innan - stend-
ur kúrr og týðir grasið.
Og garðarnir eru rapaðir.
Heimurin líkist meira og
meira
éinum
samfelag
harið tjóðirnar, tær ymsu
mentaninar og ymsu trúðar-
rætningarnir eru frábrigd-
ini, sum gera verðina
áhugaverda. Og politiski og
vinnuligi meldurin økist,
og setur stór krøv til sam-
feløgini, ið manna heimin.
Eisini okkum úti undir
væðingini - her í Norður-
høvum.
Troubadoururin
Kári
Petersen mundi raka plett,
táið hann segði, at lívið er
eitt puslispæl, sum aldri
liggur sum tað skal. Ein
tíðarleys staðfesting. Eitt
litterert blomstur harið allir
træðrir og kynið í lívinum
er kókað niður í ein setn-
ing. Ein fráboðan um, at
menniskja ongantíð gerst
annað enn ein línudansari í
heimsins
meldri.
Ein
balansugongd sum er, og
verður stríggin. Sjónarring-
urin er bara nakað vit
síggja, vit vita ikki hvatið
er hinumegin, og fáa tí bara
ítað av sum frægast og
skipað okkum samsvarandi
tí. Ongin sjuntur er á lív-
inum, sum menniskja kann
flyta eftir vild og huga, og
stríðið og menningin frá
araldstíð heldur fram. Og
soleiðis skal tað vera.
Føroyingar fara at stríð-
ast um tað sama í komandi
ári, sum vit stríddust um í
árinum, sum nú fór, og sum
vit stríddust um í farnum
árum. Um mentanarspurn-
ingar. Harið ósemjurnar
halda fram við at halda lív í
okkara
egna
identiteti.
Málið er beinagrindin í
samleikanum, og kjakið um
hvussu tað skal brúkast,
mennast, skrivast og talast
heldur fram, og tað at eitt
sameint løgting samtykti at
skipa ein føroyskan mál-
politikk, er talandi dømi
um, at teir fólkavaldu vita
hvønn týðning málið hevur
sum aðaluppdrift hjá tjóð-
ini, nú ágangurin uttaneftir
er
vaksandi
í
globala
meldrinum. Vit fara at kjak-
ast um objektivitet og orku
hjá
fjølmiðlunum,
um
ginusøgur eru vandamiklar
fyri fólkasálina, um skald-
skapurin er nóg dyggur, um
fólkaskúlin er eitt nóg gott
menningarreiður hjá før-
oyskum ungdómum, um
kirkjan skal á føroyskar
hendur og um tú ert nærri
Várharra í Kelduni í Skála-
firði, í Nebo á Toftum, hjá
Lívsins Orði í Heiðunum
ella í Glyvra Kirkju.
Á ítróttarøkinum halda
vit fram við at stríðast.
Stríðast um at vinna. Á fót-
bóltsvøllum, í ítróttarhøll-
um, í svimjingarhyljum og
á føroyskum firðum. Støðið
hækkar og metini verða
sprongd í heilum, og er
hetta besta prógvið um, at
neyðugt er at vera áhald-
andi í eini kappingarstøðu.
Í
vinnupolitikkinum
stendur stríðið millum fak-
feløgini og vinnufeløgini,
ímillum ráfiskaseljarar og
ráfiskakeyparar, ímillum
politisku
skipanina
og
vinnuna um hvørjir teir
optimalu karmarnir eru,
sum geva tað mestu menn-
ingina til eina og hvørja tíð.
Her stendur størsta avbjóð-
ingin í komandi tíð, skula
vit yvirhøvur varveita eitt
vælferðarsamfelag á norð-
urlendskum støði.
Í
sosialpolitikkinum
stendur stríðið um hvussu
umfordeilingin nú einaferð
er mest rættvís og solidar-
isk. Og nú inntøkurnar
minka, fer spurningurin
helst at vera reistur, um
hesin parturin av landsins
fæi fer harið stórsti tørvurin
er í samfelagnum. Ella um
íliðnu donsku skipaninar
áttu at verið endurnýggj-
aðar, soleiðis at býtið varð
meira skilagott og rættvíst,
enn tað er í dag.
Í politiska lívið landsins
fer alt at halda fram í sínum
gamla lagi. Samgongan ger
tað sama, sum allar aðrar
samgongur, rekur pragmat-
iskan neyðsemjupolitikk,
og kamelar fara at vera
svølgdir sum ongantíð fyrr.
Javnaðarflokkurin svølgir
skattalættan hjá teimum
ríku, Sambandsflokkurin
svølgir yvirtøkulógina hjá
fullveldislandsstýrinum og
Fólkaflokkurin fer í val-
skeiðnum at konsolidera
sín sambandsvong, sum
hevur liva í ótta og trega
hesi árini síðani 98. Ímeðan
situr Tjóðveldisflokkurin í
andstøðu og pussar sína
nationalu gloriu og síni
vinstrahallu sjónarmið og
Miðflokkurin gerst meira
og meira talebanskur. Og
onkustaðni á miðjuni har-
ímillum skula tit leita, um
tit hava eitt inntreingjandi
ynski um at hitta Kára P.
Højgaard.
Nú flestu flokkar ideo-
logiskt eru riknir inn ímóti
miðjuni, kemur stóra stríðs-
málið í føroyskum politikki
áhaldandi at vera spurn-
ingurin um samband ella
loysing. Um tað er ein
fyrimunur at vera partur av
størri ríki, liggjandi í lé av
danska ríkiskassanum ella
um tjóðin skal standa uppi
av sær sjálvari, eisini polit-
iskt og búskaparliga. Sjón-
armiðini eru líka røtt hjá
báðum pørtum. Tá tey eru
avleiðingin av persónligari
sannføring. Og seiggið í
argumentunum verður av-
gerandi fyri úrslitið, táið
hetta stríðið einaferð er av,
og vit vita um danski natio-
nalstaturin ella føroyski
nationalstaturin er hentasta
stýringsamboðið hjá teim-
um, ið her skula búleikast.
Avgerandi er, at botnurin er
demokratiskur, sum av-
gerðin verður tikin á, sum
Churchill segði: Fólkaræði
er tað frægasta av øllum tí
illa vit kenna, og tað haldi
eg meg kunna taka undir
við, eftir mikið stríð og
strev hesar seinastu mánað-
irnar. Líkamikið hvussu
skotríðurnar raka, og hvør
ið so hissini skýtur, táið
skotið verður eftir fólka-
ræðinum og serliga teimum
fólkavaldu, so standa teir
sum drangar í brimi, ið
hvussu er fram til næsta
dóm fólksins.
Viderø prestur tosar í
Eysturoyar Saga við ein
eldri mann á Glyvrum.
Tiltikin sterkur, eitt jarn til
arbeiðis og tikin úr leikum í
øllum lívsins viðurskiftum.
Samrøðan sigur ikki so lítið
um broytingina í samfelag-
num hesa seinastu øldina.
Komið er fram til ferming-
ardag hansara. Leygardagin
fyri hevði Evensen próvstur
y v i r h oy r i n g a r r oy n d .
Glyvramaðurin visti onki,
sum hann sjálvur segði:
Bókstavurin myrkti fyri
mær, bókstaviliga sum at
seta undir klett. Men Even-
sen var lagaligur, og segði
við hann, at hann hevði
frágera góðan heys, og
spurdi um hann visti at siga
honum nakað um harðasta
streym,
og
táið
hann
svaraði Ólavsvøkumysing-
in, froysti Evensen útúr, og
bað hann ikki óttast nakað,
heldur hugsa um læru-
sveinarnar hjá Jesusi, ið
ikki skuldu hugsa um
hvatið teir skuldu siga, táið
teir stigu fram fyri fólkið, tí
at alt fór at vera teimum
givið. Hesin bygdamaður
mín var síðani útróðrar-
maður, men táið hann seinri
í lívinum skuldi fara undir
at skriva eitt fríggjarabræv,
til eina sum sýntist honum
fagrari enn allar aðrar, tá
hendi tað, sum hann sjálvur
sigur, at bókstavurin stóð
ímillum hansara og henn-
ara. Hann tosaði við Fríðrik
próvst um hetta, og bað
hann hjálpa sær at koma til
háskúlan í Føgrulíð. Men
próvsturin dróg á, bað hann
ikki vera býttan at fáast við
slíkt fjant, tí í Føgrulíð
miðaði alt eftir sjálvstýri og
tað fór ikki at leiða hann til
hins betra. Hann bað hann
halda seg til bátin, útróð-
urin og jørðina. Bókstav-
urin drepur, men andin
lívgar, endurgav Fríðrikur
úr skriftini. Men tað beit
onki á glyvramanninum,
sum endaði í Føgrulíð og
sum sambært Viderø gevur
Símuni á Skarði hitt besta
skoðsmálið. Ein søga um
dráttin ímillum íhald og
framsøkn. Um støðuga
stríðið ímillum hitt etabler-
aða samfelagið og ein
sprelskan ungdóm. Um
hvussu uppdriftin og frælsi
í individinum sigrar, og nær
úrslitum, táið høg mál
verða sett í lívsins leiki.
Árini eru so mong.
Kirkjuárið byrjar fyrsta
sunnudagin
í
advent.
Gamla rómverska árið byrj-
aði 1. mars og sambært
okkara gregorianska ka-
lendara byrjar árið nú á
miðnátt. Harvið rennur tað
úr myrkrinum í myrkrið.
Men í hesum spenni eru
árstíðirnar, harið ljósið
rennur á og rennur undan.
Júst soleiðis sum lívið
háttar sær hjá menniskjum.
Onkur heldur kanska, at vit
eru komin í stiklið á horni,
nú búskaparligu sveiggini
ikki tykjast at vera við
okkum, og tíðin framman
fyri ikki fer at vera eins
lagalig sum undanfarin ár,
men ongin orsøk er til
stúran, tilstandurin er púra
normalur, ein søguligur
veruleiki, sum vit lesa um
longu í fyrstu Mósebók,
táið Jósef fer undir at reka
ekspansivan búskaparpoli-
tikk, eftir at dreymarnir
vóru týddir. Helst hevði
hann breiðari herðar tey
sjey góðu árini, enn vit
høvdu, í hvussu er megnaði
hann at laga somikið upp í
løgurnar tey árini, at menn
góvust at máta rúgvuna. Og
hetta mundi koma væl við
tey sjey raku árini, ið síðani
komu. Tað er nú meira enn
sigast kann um aktuella
tilstandin í Føroyum, nú
undirskotini komu bólt-
andi, fyrst ið tað lotaði úr
hanakjafti.
Dialektikkurin. Stríð og
togan
ímillum
ymisk
áhugamál fara eisini at
merkja árið sum kemur,
ongin ivingur um tað. So-
leiðis er lívið nú einaferð.
Og soleiðis fer tað altíð at
vera, soleingi mannaættin
anir. Avgerandi er bara, at
vit finna loysnir, sum eru til
mestan frama fyri fólkið og
samfelagið uppá sikt. Og í
hesum viðfangi eiga vit at
senda okkara samhuga til
tey so meint raktu í ræðu-
ligu vanlukkunum í Fjar-
eystri í hesum døgum. Í
altjóða samskiftissamfelag-
num eru vit vorðin ein
partur av hesum, og eiga at
taka djúpt niður í okkara
vælferðarfikkur, og vísa
sannan
solidaritet
við
teimum, ið natúran var so
meinsøkin og beisk við.
Eiga í heila taki at skipa ein
menningarpoltikk,
sum
verður viðvirkandi til, at
gera gjónna ímillum fram-
komna og triðja og fjóra
heimin væl grynri, - enn
hon nú er.
Fari at ynskja tykkum
øllum eitt gott og happa-
drúgt komandi ár. Líka-
mikið hvussu vit menniskju
keglast, stríðast og illneitast
so liggur allur heimurin í
sterkari hondum enn teim-
um hjá einstaka individin-
um. Umrødda yrkingasavn-
ið hjá Tóroddi hjá Palla í
Brekkum er nú latið inn
sum kandidatur til Norður-
lendsku Bókmentavirðis-
lønina og í seinra parti av
fyrr endurgivnu yrkingini
sigur hann tað sum vit
flestu munna hugsa:
ein firvaldur situr á mínum
knæi
í hvussu er annar okkara
leingist eftir gudi
tað er gott at vita
hvørjum ein skal takka fyri
at skapanarverkið angar
sum tað ger
Enn einaferð - gott nýggjár!
ERU VIT KOMIN Í
STIKLIÐ Á HORNI ?