mikudagur 5. januar 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 2 - 5. januar 2005
21
TINGHELLUDEBATTIN
Helgi Eidesgaard, Tvøroyri
Var júst komin inn um
dyrnar eftir at hava vitjað
nakrar vinmenn, tá ið jeg
setti mjeg niður at njóta ein
góðan og heitan temunn
aftur við Sosialinum, ið lá á
borðinum. Kom fram á
grein tína við heitinum:
"Eisini hjá Stalin-umber-
arum er tíðin komin at játta
og angra." Tonki við mær
sjálvum: "Hví er ein mynd
av Ché Guevara á somu
síðu sum Jósef Stalin??"
Svarið fáa jeg so sanni-
liga eftir at hava lisið grein-
ina. Ikki bert verður Ché
skýrdur
hópdrápsmaður,
hann verður eisini settur í
sama bás sum georgiski
harðræðismaðurin Stalin.
Sjálvur havi jeg ikki sætt
filmin "The Motorcycle
Diaries," leikstjórnaður av
amerikumanninum Roberti
Redford, men jeg havi lisið
bókina væl og virðiliga, og
hon mann vera meiri eftir-
farandi, ella hvat? Í hesi
bók fært tú eina fatan av
hugsanum hjá einum ung-
um manni, ið - saman við
einum vinmanni - ferðast
gjøgnum eyðrænda Suður-
amerikanska meginlandið;
enn tann dag í dag eyðkent
av kúgan og trælkan.
Menninir gerast forfardir
av tí, teir síggja. Indiánar
verða viðfarnir sum djór, í
Kili vera námsarbeiðarir
virdir sum rottur, og tey
spitølsku vera koyrd út í
einhvørja fjarskotna junglu
uttan nakrar sum helst hent-
leikar. Ché, ella Ernesto, og
vinmaðurin vóru eisini eina
tíð og arbeiddu á hesum
fjarskotnu leiðum, har tey
fáu starvsfólkini royndu at
fáa burturúr sum frægast.
Ernesto las til lækna og
fekk her sostatt nakrar
royndir innan hetta økið.
Teir
báðir
røktu
tey
spitølsku somikið væl, at
teir fingu eitt løgið, men
tankavekjandi farvæl frá
teimum, tá ið teir hildu
leiðina áfram. Tey spitølsku
spældu tónleik fyri teimum,
summi høvdu næstan ongar
fingrar, men spældu av
hjartans hugi fyri teimum.
Í Kili, landinum sum
fekk frælsi í stutta tíð
(summi minnast kanska
lagnudagin 11. september
fyri eitthvørt annað og
týdningarmiklari enn álop-
ini á WTC og Penta-
gon???!), hittu vinmenninir
báðir eitt kilenskt par, ið
bert hevði eitt skirvisligt
skúr at búgva í. Tey vóru
forfylgd, høvdu mist starv
og alt annað, tí tey vóru
kommunistar (les: human-
isma, ikki stalinisma). Tó
so, tað sindrið, tey kundu
bjóða teimum, var tak yvir
høvdið og eitt av tveimum
teppum. Hjúnini deildu
hitt. Hetta fekk Ernesto at
hugsa, og einasta staðið í
bókini, ið hevur ein farra av
sosialismu í sær, skrivar
hann: "Møguliga kemur tað
ein dagur, tá ið minuar-
beiðarin glaður fer avstað
fyri at dálka lungu síni, tey
siga, at tað er so, har hin
reyða flamman upplýsir
heimin. Tað siga tey so, jeg
veit tað ikki." Her sipar
hann til tey lond í eystri, ið
søgdu sjeg virka fyri verka-
fólksins sakir.
Ernesto var ímóti, at nak-
ar skuldi útgeva nakrar av
bókum hansara, men eftir
deyða hansara gav einkjan,
Aleida, loyvi til at útgeva
sumt av tí, ið Ernesto hevði
latið eftir sjeg. Kanst tú hr.
Niclasen, av álvara koma
her og siga, at hesir eru
tankarnir hjá einum hóp-
drápsmanni? Gamaní hevur
Ernesto Guevara de la
Serna ikki verið perfektur,
men hvør er tað? Jean-Paul
Sartre, heiðurslønarvinnari
Nobels, nevndi gott nokk
Ernesto: "The most com-
plete human-being of our
time,"
Sjálvandi hava aftur-
haldssinnaðir
høvundar
roynt at dálka minnið um
Ché við ósannindum og
beinleiðis lygnum, men at
detta í felluna og lurta eftir
øllum tílíkum orðaskvaldri
um, at Ernesto ikki dugdi at
skyna mun á orðunum
"comunista" og "econom-
ista," er at taka ov rívan til.
Havi sjálvandi eisini lisið
um henda tilburð, ið tú
nevnir, men sannleikin er
tann, at hægstu menn koll-
veltingarinnar fingu spurn-
ingin frá Fidel, um ein
búskaparfrøðingur
(eco-
nomista) var í rúminum.
Bert Ernesto rætti hondina
upp. Ernesto gjørdist síðani
landsbankastjóri,
og
greiddi síðani í spølni frá,
at hann hevði bert svarað
uppá, um tað var ein
kommunistur (comunista) í
rúminum. Hetta førdi gam-
aní við sær stóran látur.
Ernesto var møguliga ikki
tann størsti búskaparfrøð-
ingurin, møguliga vildi
hann vinna sær frama hjá
Fidel, tað ber til, men at
hann ikki skuldi duga at
skyna mun á tveimum orð-
um, er at taka dekan ov
rívan til. Møguliga hevur
myndamaðurin Rene Burri
misskilt alt? Meira sann-
líkt!
Jon Lee Anderson, mað-
urin aftan fyri mætastu ævi-
søguna um Ché, "A Revo-
lutionary Life," nevnir eis-
ini henda tilburð á tann
hátt, ið jeg her greiði tær
frá. Anderson vísur tó eisini
á, at hann ikki altíð gongur
inn fyri tann hátt, ið
Ernesto fór fram í livi
sínum. Kvinnuglaður, snar-
sintur o.s.fr.! Stóran dent
leggur hann á tann tilburð,
tá Ernesto avrættaði ein
mann í Sierra Maestra fjøll-
unum á Kuba. Ongin annar
vildi, men Ernesto tók á
sjeg ábyrgdina av at avrætta
mannin. Svíkjarir verða jú í
krígstíð avrættaðir av øllum
pørtum.
"Collaboration"
verður jú heldur ikki góð-
tikin av CIA, ella øðrum
fregnartænastum - kom ikki
og sig øðrvísi.
Heilt skeivt fert tú, tá tú
setur Krushtjov og Ché í
sama bás sum Stalin. Satt
er tað, at Ché hevði Stalin
sum fyrimynd á sínum
ungu døgum, men eins og
Krushtjov á sinni avskaff-
aði idoliseringina av Stal-
ini, í andsøgn við heykar-
nar í politbýronum, fekk
Ché sær aðrar fyrimyndir.
Nevnast kunnu José Martí,
Antonio Maceo og sjálvur
Fidel Castro. Til tín, Agga,
skal jeg heilsa og siga, at
teir báðir fyrru vóru ku-
banskar frælsishetjur, með-
an okur øll jú kenna Fidel
Castro. Heilt erligt, mil-
jónatals fólk kring heimin,
báði blóðfátøk, limir av
miðalstættini og intellek-
tuel sóu Stalin sum ein
varðmann hjá teimum fá-
tøku. Tey sóu bert megn-
arátøkini hjá sovjettiska
ídnaðinum undir Stalini, ið
fekk Sovjettsamveldið at
koma upp undir liðina á
stórveldum sum USA og
Stóra Bretlandi. Landið, ið
varð sundursorað av kúg-
andi
tsarveldi,
síðani
drúgvum borgarastríði og
seinast týskarum. Ófatiligu
ræðuleikarnir undir Stalini,
ið kundi verið bróður
Hitlers, komu ikki fram,
fyrr enn Krushtjov fór í
verk við at útreinsa nógv av
stalinismuni, ið tíanverri
fekk sætið aftur undir Bres-
njev.
Tú, Agga, hevur heilt víst
fingið eina fatan av, at jeg
eri ein íðin viðhaldsmaður
hjá Ché. Jeg, eins og nógv
onnur, droyma enn um ein
frælsan heim uttan ta eyð-
ræning, ið imperialisman
førir við sær. Tað skal ikki
verða ein tílíkur "frælsur"
heimur, ið liberalistar og
aðrir av sama slagnum tosa
um, og breggja sær av. Í
hesum heimi eru bert
alheimsligu, amerikonsku,
monopolfyritøkurnar Uni-
ted Fruit Company, Coca
Cola o.n.o., ið hava veruligt
frælsi. Sostatt er tað bert
marknaðarliga, at frælsið
røkkur. Hetta slagið av
"Frælsi í dós" er slettis ikki
nøktandi og verður ikki
góðtikið av frælsiselskandi
fólki kring heimin. Okur
síggja Ché sum ein undan-
gongumann fyri frælsis-
rørslur kring allan heim og
ikki ein barnapínara (hvar
ólukkan hevur tú lisið
hattar skvaldrið, hví skuldi
Ché opinberað seg soleiðis
fyri
Andrew
Sinclair?
Sjálvandi hevur hann ikki
tað; hetta er bert dreyma-
lesnaður fyri eitt nú tey, ið
halda, at bátsbandið var
bjargingin hjá okum føroyi-
ngum). Anderson nevnir
ongan tílíkan tilburð ígjøg-
num allar uml. 900 síðurnar
av bók síni um Ché. Ander-
son var tann maðurin, ið
aftaná ógvuliga umfatandi
tíðarnýtslu og eftir at hava
útspurt nógvar fyrrverandi
bolivianskar yvirmenn og
vanligar hermenn, flestir
ónavngivnir, tí at teir
skammaðu sjeg, fann líkini
av Ché og monnum hans-
ara, 30 ár eftir skarnsgerð-
irnar. Rokni næstan við, at
tá ið Jon Lee Anderson
megnaði at finna líkini av
Ché og javnlíkum hansara,
ið høvdu ligið grivin í
ongamannalandi í 30 ár,
hevði hann ikki eisini
kunnað funnið tílíkar til-
burðir um hópmorð og
barnapíning, ið tú nevn-
ir??? Um Ché var ein tílík-
ur listinlærdur hópdráps-
maður, ið tú sigur hann
verða, hví skuldi hann so
farið úr einum "feitum"
stjórastarvi at hjálpa øðrum
menniskjum
aðrastaðni?
Hví ikki bara drepa frá
hond á einum og sama stað,
har var nokk av fólki at taka
av, ella hvat? Tá ið Ché
hevði verið við til at syrgja
fyri, at hópatals týningar-
og drápsmenn frá (ameri-
kanskt stuðlaðu) batista-
tíðini høvdu fingið sína
uppibornu revsing, ætlaði
hann at hjálpa aðrastaðni.
Batista megnaði tíanverri
sjálvur at flýggja til Miami,
saman við mongum av
bøðlum sínum, og livdi av
teim mongu miljónum, ið
hann hevði stolið, í nógv ár
afturat, so hann leið onga
neyð. Sam gubbi helt hond-
ina yvir honum.
Jeg vil gjarna siga tær, at
fleiri av hesum kommunist-
um, ið tú her nevnir, eru
slettis ikki kommunistar,
t.d. Stalin, Pol Pot o.s.fr.
Allir, ið arbeiða fyri egnan
vinning og ágóða, kunnu
slettis ikki upptakast í hesa
bólking. Kommunistar eiga
at arbeiða fyri frígeringini
av mannaættini og ikki
trælkanini av somu. Vil
næstan siga, at Ché Gue-
vara ER ein av teimum fáu,
ið hava skilt hetta. Maðurin
eggjaði fólki at arbeiða í
markini, tá ið tey høvdu frí;
fleiri fylgdu honum. Lands-
bankastjóri og ídnaðarráð-
harri í vikuni, vanligur ar-
beiðsmaður í vikuskiftin-
um!!! Hvussu nógvir aðrir
av tínum sonevndu bøl-
mennum hava torað at tikið
silkihandskarnar av? Tá ið
hann doyði, hvat lat hann
liggja eftir sjeg? Tað, ið
hann hevði skrivað, og tað,
ið hann hevði lært børn
síni, lat hann eftir sjeg.
Hvussu við Stalini? Mestur
átti hann meira enn so.
Pinochet? Beistið er ikki
deytt enn, men hann doyr
neyvan fátækur maður, tað
er vist.
Agga, tú hunddálkar ein
av teimum fáa monnum, ið
fyrst tonktu uppá onnur,
síðan síni næstu og síðani
sjeg sjálvan. Maðurin var
ikki perfektur, men jeg vil
tó geva Jean-Paul gamla
rætt í tí, hann segði: Menn
sum Ernesto Guevara de la
Serna og Camilo Cienfue-
gos (les: Kollveltingarhetj-
ur) hanga ikki á trøunum.
Tað er bert at vóna, at
frælsiselskandi menniskju,
ið síggja upp til Ché og
aðrar
frælsisstríðsmenn,
ikki taka tílíkt orðaskvaldur
frá Agga fyri fult, men hava
dirvi til at varðveita vónina
um ein frælsari heim fyri
fólkið og ikki marknaðar-
kreftirnar.
Til seinast, Agga, tað
eitur á Tvøroyri og ikki í
sama ...
Aftursvar til grein hjá Agga Niclasen
í Tinghellukronikkinum
Ché Gue-vara