mikudagur 5. januar 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 2 - 5. januar 2005
Hóskvøldið í seinastu
viku var ein nýggjárs-
konsert í Atlantis í
Klaksvík. Ingibjørg,
Mása, Karl Martin,
Pætur, Steinvør og
Arnfríð serveraðu ein
vælblandaðan cockta-
il við bæði festligum,
stillum, blues og upp
poppaðum klassisk-
um sangum
KONSERT
Myndir: Bárður Lydersen
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
Jólakonsertin í Christians-
kirkjuni hevur í mong ár
verið startskotið til jólini.
Ikki hava klaksvíkingar
gjørt so nógv burtur úr
nýggjárinum framman und-
an sjálvum gamla árs
kvøldi, men í ár var nýggj-
árskonsert hildin í Atlantis.
Tað var ein frálík konsert,
har fleiri kend nøvn fram-
førdu festligar, stillar og
nýggjárs sangir. Alt gekk
upp í eina hægri eind, og tað
var veruliga nýggjársstemn-
ingur í mentanarhúsinum
hesar tveir tímarnar konsert-
in vardi. Einstaklingar og
bólkar framførdu saman við
einum
væl
uppløgdum
húsaorkestri. Vertur var
Gunnar Nolsøe.
Teknikkurin argaði tó
nakrar ferðir í gjøgnum kon-
sertina. Av eini ella aðrari
orsøk var tað í heilum, at
mikrofonir ikki virkaðu,
sum tær skuldu, tá tónleik-
ararnir tóku tær. So hoyrdist
øll ljóðførini hjá húsaork-
estrinum ikki og ymiskt
annað við. Hetta ørkymlaði
óneyðuga nógv og gjørdi
sítt til, at nakað langt var
millum framførslurnar av og
á. Fólkið í salinum tóktiskt
tó ikki at nervast so nógv av
tí, men fleiri høvdu hug at
flenna til tíðir og ristu við
høvdinum sum hvør skal
siga: Hatta er bara typiskt
teknikkur.
Men teknikkurin var eis-
ini tað einasta, sum argaði
hetta kvøldið. Og tá alt
riggaði, sum tað skuldi,
fingu áhoyrararnir eina
framúr góða og hugnaliga
konsert.
Kvinnurøddir
Trettan ára gamla Ingibjørg
Hansen úr Mikladali byrj-
aði konsertina. Tað er við at
vera hennara lutur eftir-
hondini. Hon byrjaði eisini
jólakonsertina í Christians-
kirkjuni, og tað letur ikki til
at nerva ungu gentuna yvir-
høvur, at hon er tann fyrsta
á pallin.
Púra rólig og brosandi
stóð hon á pallinum og
bíðaði, til alt var tilreiðar,
og hon kundi byrja at
syngja lagið Crazy hjá
Patsy Kline. Hetta er tað
lagið, sum hon vann Nósa-
barnaprixið við. Hennara
tulking av hesum klassikar-
anum er sera góð, og røddin
hjá Ingibjørg má sigast at
vera sum skapt til hetta
lagið. Eftirhondini munnu
tað vera mong, ið hava
hoyrt Ingibjørg syngja hetta
lagið, so tað var ein fragd at
hoyra hana framføra kenda
lagið Blue Bayou.
Aftan á Ingibjørg kom
Mása Tróndheim, sum vann
Ársins Songrødd fyri tveim-
um árum síðani. Mása hevur
eina blueskenda rødd, sum á
ein ella annan hátt bara fær
fólk at kenna seg væl,
meðan hon syngur. Mása
sang
tríggjar
sangir,
Diamond Ring, Winter´s
Tale og Fields of Gold.
Á konsertini sungu Stein-
vør Fonn, Unnur Fonn, Erla
Petersen, Súsanna Sivert-
sen og Tóra við Keldu eis-
ini. Steinvør greiddi frá, at
tær fimm plaga at syngja
saman av og á – umframt at
allar eru í kvinnukórinum
Suð. Fyrst sang Steinvør
Christmas Song. Síðani
sungu tær eina sirpu við I´ll
be home for Christmas,
Hallelujah úr Messias og so
Down by the Riverside.
Arnfríð Lützen sang tveir
sangir. Tann fyrri var Once
upon december og hin
Leave a light on for me hjá
Belindu Carisle. Til tann
seinna fekk hon tríggjar
afturat sær at syngja kór.
Eivør yvirraskaði
Karl Martin Samuelsen,
sum nú hevur staðið á palli
í 30 ár, luttók eisini á
konsertini, og hann sang
Love will keep us alive,
Make up your mind og My
one true love. Umframt at
syngja dugir Karl Martin
eisini sera væl at undir-
halda. Tá hann var klárur at
syngja, segði hann, at hann
líka mátti hava sín førara-
hund. Síðani bríkslaði hann
eftir honum, og upp úr
skjúrtulummanum tók hann
so brillurnar. Hetta við at
Karl Martin er komin nak-
að longri upp í árini enn
hinir luttakararnir á kon-
sertini gekk so aftur í hans-
ara viðmerkingum fleirir
ferðir millum sangirnar.
Pætur við Keldu byrjaði
við at syngja ein sang, sum
honum dámar avbera væl.
What a wonderful world.
Síðani fekk hann óvæntaða
vitjan á pallin. Beddi við
mandolin, Tóra systirin at
syngja kór og Eivør Páls-
dóttir. Saman sungu tey
Beautiful star of Bethlehem
og Field of Gold. Eivør var
ógvuliga avslappað, berføtt
sum vanligt í einum reyðum
kjóla og hárið hekk púra
leyst niður. Framførslan hjá
teimum var sum væntað
góð, og enn einaferð varð
staðfest, at Eivør og Pætur
supplera væl hvønnannan.
Nýggjárskonsertin í At-
lantis endaði við, at allir
sangararnir sungu kenda
nýggjárssangin hjá ABBA,
Happy new year. Kvinnur-
nar sungu versini, meðan
øll sungu niðurlagið. Ein
stak góð konsert var komin
at enda. Men tó vildu teir
um 100 áhoyrararnir hava
eitt eykalag. So enn eina-
ferð trinu Eivør og Pætur á
pallin, áðrenn konsertin var
liðug, og fólk kundu fara út
aftur í illveðri, sum leikaði í
uttanfyri.
Nýggjárstónar í Atlantis
Fýra kvinnur og tveir menn gjørdu sítt til saman við húsaorkestrinum at nýggjárskonsertin í Klaksvík livdi upp til sítt heiti
Steinvør Fonn var væluppløgd hetta kvøldið, og hon má sigast at hava eina fantastiska góða rødd. Hon útstrálar eisini ein alsk til
tónleikin, sum lýsir av henni, tá hon stendur á palli