mikudagur 5. januar 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 2 - 5. januar 2005
23
UTTAN ÚR HEIMI
Eiga 220.000 kr. í part
Gongdin á altjóða virðisbrævamarknaðunum í fjør kom
almenna norska oljugrunninum so væl við, at avkastið
hjá grunninum lá um 8,5 prosent, skrivar Aftenposten.
Tað svarar næstan til hækkingina á altjóða markn-
aðunum í fjør, sum var 10 prosent.
Serliga oktober ársfjórðingur royndist væl, og sam-
bært Aftenposten vaks avkastið hjá oljugrunninum líka
nógv tríggjar teir seinastu mánaðarnar sum allar hinar
mánaðarnar í fjør. Teir fyrstu tíggju mánaðarnar vaks
virðið umleið 10 milliardir krónur um mánaðin, og
tann 30. november var virðið 998 milliardir krónur.
Aftenposten roknar við, at oljugrunnurin var 1025
milliardir krónur verdur nú á nýggjárinum.
Tað svarar til 220.000 norskar krónur fyri hvørt
mansbarn í Noregi, og tað eru 40.000 krónur meiri enn
fyri einum ári síðani, skrivar blaðið.
Friður í Sudan
Umboð fyri sudansku stjórnina og uppreistrarrørsluna
SPLM skrivaðu nýggjársdag undir ein friðarsáttmála,
sum skal fáa enda á borgarakrígnum har suðuri í land-
inum. Kriggið hevur vart í 21 ár og hevur sambært ST
kostað meiri enn tvær milliónir mannalív.
Friðarsamráðingarnar hava verið undir ST-leiðslu í
kenyanska býnum Naivasha, og suðurafrikanski forset-
in, Thabo Mbeki, skrivaði sum vitni undir sáttmálan.
Ætlanin er, at tann endaliga undirskrivingin verður í
Nairobi í Kenya tann 9. januar.
Tann nýggi sáttmálin snýr seg ikki um harðskapin í
landspartinum Darfur, men eygleiðarar vænta, at hann
fer kortini at hava ávirkan á viðurskiftini har. Hildið
verður eisini, at sáttmálin fer at fáa stóran týdning fyri
framburð í øllum økinum, men at hetta kortini er
treytað av altjóða stuðuli.
Nógvir húsagangir
Eftirspurningurin eftir vørum og tænastum er ongantíð
vaksin so nógv í Danmark sum í fjør, men kortini vísir
tað seg, at sera nógvar danskar tænastufyritøkur fóru á
húsagang í árinum, sum fór.
Sambært Købmandsstandens Oplysningsbureau fóru
2.531 fyritøkur á heysin í fjør, og tað er tað mesta sein-
astu tíggju árini. Teirra millum vóru nógvar matstovur
og fleiri gistingarhús, og í flestu førum var talann um
fyritøkur, sum byrjaðu fyri umleið fimm árum síðani. Í
hesum sambandi er vert at hava í huga, at júst um tað
mundið fingu danir nógvar nýggjar matstovur.
Ein kanning í byggivinnuni vísir, at donsku byggi-
fyritøkurnar forvunnu væl fleiri pengar í fjør enn í
2003, men at 372 byggifyritøkur kortini fóru á húsa-
gang í fjør. Tað var 10 prosent fleiri enn árið fyri. Ein
kanning hjá byggivinnuni vísir, at nógvar aðrar fyri-
tøkur høvdu negativan eginpening og hall í rakstrinum
í fjør.
Varin at fíggja alivinnuna
Stóri norski bankin DnB Nor ivast framvegis í fram-
tíðini hjá alivinnuni, og bankin fer tí at vera varin, tá
talan er um at fíggja alivinnuna, skrivar Aftenposten.
Kjell Stangeland, sum er leiðari á fiskivinnu- og ali-
deildini hjá DnB Nor, sigur við blaðið, at tað er upp-
gávan hjá alivinnuni at laga seg til broyttu umstøður-
nar, men hann heldur ikki, at vinnan hevur ikki víst seg
at hava tey neyðugu evnini ella ta neyðugu ábyrgdina í
so máta.
– Vit hava gjørt greitt, at vit eru varnir við at fíggja
størri útseting og framleiðslu, til marknaðurin hevur
funnið eina trygga legu, og prísirnir eru hækkaðir. Men
enn hava vit ikki sæð, at vinnan hevur lagað seg eftir
teimum broyttu fyritreytunum, sigur Kjell Stangeland
við Aftenposten.
Londini við Indiska
Havið kunnu fáa eina
ísraelska skipan, sum
kann boða frá jarð-
skjálvtum og flóð-
aldum
FLÓÐALDAN
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Ein íaraelsk fyritøka hevur
boðið sær til at lata londun-
um við Indiska Havið eina
skipan, sum er før fyri at
staðfesta jarðskjálvtar og at
ávara um flóðaldur. Lond-
ini kunnu fáa skipanina
ókeypis, sigur fyritøkan.
Meir Gitelis, sum hevur
ment skipanina, sigur við
Reuter, at tólini kunnu stað-
festa jarðskjálvta bæði á
landi og undir havbotnin-
um. Er ein skjálvti undir
havbotninum so harður, at
hann elvir til flóðaldu,
kunnu tólini boða frá,
hvussu stór flóðaldan er, og
hvussu skjótt hon ferðast.
– Tólini kunnu eisini
siga, hvønn veg flóðaldan
fer, og hvussu stór hon
verður, tá hon kemur ímóti
landi, sigur Meir Giltelis.
Hann vísir í hesum sam-
bandi á, at tað gingu umleið
75 minuttir, áðrenn flóðald-
an annan jóladag rakti
strendurnar í Teilandi, og at
uppaftur longri tíð gekk,
áðrenn aldan kom til Sri
Lanka og India.
Svenska løgreglan
leitar eftir ránsmonn-
um, sum hava rænt
hús og íbúðir hjá
fólki, sum eru saknað
eftir flóðalduna
FLÓÐALDAN
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Síðani flóðalduna hevur
svenska stjórnin sýtt fyri at
almannakunngera nøvnini
á teimum sviunum, sum
ikki eru komnir afturíaftur.
Orsøkin er ikki, at stjórnin
ivast í nøvnunum. Nei, hon
vil ikki almannakunngera
nøvnini, tí kring landið sita
brotsmenn og bíða eftir at
fáa at vita, hvørjar íbúðir og
hvørji hús standa tóm.
Lars Danielsson í forsæt-
ismálaráðnum sigur við
Aftonbladet, at myndug-
leikarnir hava fingið fleiri
fráboðanir um, at brots-
menn hava rænt hús og
íbúðir hjá fólki, sum ikki
eru komin afturíaftur aftan
á flóðalduna. Tað sama er
hent fólki, sum sluppu frá
vanlukkuni við lívinum.
– Íbúðin var snøgt sagt
tóm, tá eg kom aftur. Sjálvt
sparibússuna hjá soninum
høvdu teir tikið, sigur ein
48 ára gamal maður í Lid-
ingø við Aftonbladet.
Gøran Persson, forsætis-
ráðharri, segði fyrradagin,
at ger løgreglan av at al-
mannakunngera nøvnini á
teimum saknaðu sviunum,
má hon eisini átaka sær at
verja íbúðir og hús teirra.
Vápnaðir menn skutu
í gjár borgarstjóran í
irakska høvuðsstaðn-
um, Ali al-Haidri
IRAK
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Ali al-Haidri var á veg til
arbeiðis gjáramorgunin, tá
fleiri vápnaðir menn fóru at
skjóta eftir honum og lív-
verjum hansara. Tá løgregl-
an kom á staðið, vóru borg-
arstjórin og ein av lív-
verjunum deyðir.
Ali al-Haidri er tann
hægsti irakski embætis-
maðurin, sum er vorðin
myrdur, síðani ein limur í
stjórnarráðnum doyði í
einum sjálvmorðsbumbu-
álopi í fjør. Í september
royndu vápnaðir menn at
myrða borgarstjóran, men
ta ferðina slapp hann við
lívinum.
Støðan í Irak er versnað
teir seinastu dagarnar. Í gjár
doyðu minst tíggju fólk, og
56 vórðu særd, tá ein sjálv-
morðsbumba brast í tí so-
kallaða grøna økinum í
Bagdad. Tað er har, irakska
stjórnin og amerikanska
sendistovan eru. Í einari
aðrari
bumbuspreinging
vórðu minst 16 fólk særd,
og fyrradagin doyðu tríggir
bretskir hermenn av einari
bumbu.
Ísraelsk fyritøka bjóðar
ókeypis ávaringarskipan
Ræna hús og íbúðir
hjá teimum saknaðu
Borgarstjórin í Bagdad
myrdur
Ali al-Haidri, borgarstjóri, og
ein av lívverjum hansara
vórðu skotnir í gjár