Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-05, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. januar 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 2 • mikudagur • 5. januar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Nógv nýggj andlit í landsliðshópinum Føroyski landsliðsvenj- arin Henrik Larsen hevur tikið út 30 leikarar til venjingar seinast í hesum mánaðinum. Ætlanin við hesum venjingunum er at hyggja at teimum ein- støku spælarunum, áðr- enn landsliðshópurin, ið skal á venjingarlegu í Spania í februar mánað, verður úttikin. Fleiri ungir leikarar eru í bruttohópinum. Eitt nú teir báðir ungu HB'arnir Rasmus Nolsøe og Rókur Jespersen, Bergur Midjord úr B36, Erling Fles úr KÍ og Hans Pauli Samuelsen úr EB/Streymi. Vant verður í Tórshavn í døgunum 29. og 30 januar. Teir 30 leikararnir, ið eru tiknir út, eru hesir: Janus M. Joensen, Vagn- ur Mortensen, Kára Niel- sen, Rasmus Nolsøe, Tór-Ingar Akselsen, Ják- up á Borg, Rókur Jesper- sen, Bárður Johannesen HB, Bergur Midjord, Ingi Højsted, Fróða Benja- minsen B36, Súna Olsen GÍ, Atli Danielsen, Heð- in á Lakjuni, Hjalgrím Elttør, Erling Fles KÍ, Høgni Zachariassen, Hanus Eliasen ÍF, Jon- hard Frederiksberg, Pauli Hansen, Arnhold Berg SKÁLA, Jann Ingi Petersen B68, Marni Djurhuus, Hans Pauli Samuelsen, Bárður Ol- sen EB/Streymur, Tórður Thomsen, Andy Olsen NSÍ, Símun Samuelsen, Mortan í Hørg, Palli Augustinussen VB. tn Seinastu umførini í sterkastu talvkapping nakrantíð í Norra verða í hesum døgum leikt. Danin Peter Heine Nielsen er á odda TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Norsku fyrireikararnir hava samlað nøkur rættiliga spennandi nøvn saman. Fyrrverandi HM-avbjóðarin, 73 ára gamli Viktor Korchnoi, er ein av teimum tíggju sum taka lut í kappingini. Korchnoi hevur júst bart seg inn aftur í topp 100 á altjóða ratinglistanum og hevur í dag 2617 í rating. Men tað er nú ikki hesin gamli meistarin, sum er or- søkin til at norska talvlívið er í fagrasta blóma. Og at sterkar altjóða kappingar verða fyriskipaðar í grannalandi okkara fyri eystan. Undurbarnið - ella tann norski Mozart, sum norðmenn taka til - Magnus Carlsen, sum fyri stuttum bleiv 14 ár, hevur skapt eitt veruligt talvboom í Norra. Í 2004 vann hann sær teir tríggjar normarnar sum skal til fyri at gerast stórmeistari. Magnus er í løtuni tann yngsti stórmeistari í heiminum. Hann er stundum á for- síðum á størstu norsku dagbløðunum, ein ævisøga er longu skrivað um hann og ein dokumentarfilmur um Magnus skjótt verður liðugur. Hetta hevur elvt til vaksandi áhuga fyri talvi í Norra. Leikliga gongdin Kappingin hevur higartil ikki hilnast so væl hjá Carlsen, men vakri álopssigurin á heimsstjørnuni og hægst rataða telvaranum í kappingini Alexei Shirov í sjeynda umfari, ber brá um tey ófatiligu evnir ungi norðmaðurin hevur. Magnus er tó aftastur við 2,5 stigum, men tvey umfør resta í og alt kann henda. Korchnoi og Magnus hittust í triðja umfari. Nærum 60 ár er á muni millum hesar mætu telvarar! Rutinan vann á umgdóminum á hesum sinni. Peter Heine Nielsen hevur telvað rættiliga væl. Hann er hálvt stig ovari enn bretin Luke McShane nú endaspurtur- in av álvara er settur inn. Støðan 1 GM Peter Heine Nielsen (DK) 5,0/7 2 GM Luke McShane (UK) 4,5 3 GM Alexey Shirov (ESP) 4,0 4 GM Bartlomiej Macieja (POL) 3,5 5 GM Viktor Korchnoi (SUI) 3,5 6 GM Alexander Khalifman (RU) 3,0 7 IM Kjetil Lie (NO) 3,0 8 GM Antoaneta Stefanova (BUL) 3,0 9 GM Leif E. Johannesen (NO) 3,0 10 GM Magnus Carlsen (NO) 2,5 Feskasti altjóða ratinglistin 01. januar 2005 ratinglistin er júst kunngjørdur. Kasparov heldur enn fast í fyrsta plássinum, men Anand andar nú alsamt harðari í nakkanum á honum. Kramnik er fyri fyrstu ferð í mong ár uttanfyri topp 3. Toppinum sær soleiðis út. Topp 10 1 Garry Kasparov (RUS) 2804 2 Viswanathan Anand (IND) 2786 3 Veselin Topalov (BUL) 2757 4 Vladimir Kramnik (RUS) 2754 5 Peter Leko (UNG) 2749 6 Alexander Morozevich (RUS) 2741 7 Michael Adams (UK) 2741 8 Peter Svidler (RUS) 2735 9 Etienne Bacrot (FRA) 2715 10 Alexei Shirov (ESP) 2713 Føroyski topp 10 41 føroyingar eru nú á altjóða ratinglistanum hjá talv- samgonguni FIDE. Tað er soleiðis, at fleiri føroyskir telvarar hava tvey styrkitøl, eitt føroyskt og eitt altjóða. Summir hava enntá eitt danskt ratingtal aftrat hesum báðum nevndu. John Arni Nilssen er framvegis fremsti føroyingur, men hann hevur júst telvað í Øbro Nytár, har tað gekk illa hjá honum. Hann missur okkurt um 40 ratingstig, sum ikki er dagført á feskasta listanum. 1 John Arni Nilssen 2390 2 Heini Olsen 2345 3 John Rødgaard 2331 4 Hans Kristian Simonsen 2317 5 Flóvin Tór Næs 2302 6 Martin Poulsen 2285 7 Ólavur Simonsen 2254 8 Carl Eli N. Samuelsen 2238 9 Eyðun Nolsøe 2217 10 Jens Kristian Hansen 2202 Talvið hesa vikuna GM Magnus Carlsen - GM Alexey Shirov Drammen Chess Festival (7. umfar – 03.01.2005) 1.e4 e5 2. Rif3 Ric6 3. Bb5 a6 4. Ba4 Rif6 5. O-O Be7 6. Re1 b5 7. Bb3 O-O 8. c3 d6 9. h3 Rib8 10. d4 Ribd7 11. Ribd2 Bb7 12. Bc2 Re8 13. Rif1 Bf8 14. Rig3 g6 15. b3 c6 16. Bg5 Bg7 17. Fd2 Fc7 18. a4 d5 19. dxe5 Rixe5 20. Rixe5 Fxe5 21. Bf4 Fe6 22. e5 Rid7 23. Bh6 Bh8 24. f4 Fe7 25. Re3 Rif8 26. Rf1 c5 27. f5 d4 28. cxd4 cxd4 29. fxg6 hxg6 30. Rif5 gxf5 31. Rg3+ Rig6 32. Bxf5 Fxe5 33. Rg4 Bg7 34. Bxg6 fxg6 35. Rxg6 Re7 36. Rf4 Støðumynd eftir 36. Rf4 36…Be4 37. Rg5 Fe6 38. Bxg7 1-0 Drammen chess festival Magnus Carlsen og Alexei Shirov. Magnus hevur á myndini júst leikt vinnandi leikin móti Shirov (nr. 10 í heiminum), sum uppgevandi hyggur niðureftir Hans Pauli Samuelsen er ein av mongu ungu spælarunum í landsliðshópinum