Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-04-24, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. apríl 1999síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SANG ANE 0 NNE NNE SO tidindablad Nr. 77 — 23. APRIL 19992 - Lutfalsliga eru rætti- liga nógv og góð listafólk í Førovum hóast listin er ein útjaðari í samfelag- num. Hetta eiga vit at taka í álvara og geva listafólkunum livilig kor. Ein verður ongantíð miljóningur av at vera listafólk. men ein minstuløn er minsta krav. Rátilfarið er her. Samanbera vit við donsk viðurskifti, búgva 42.000 fólk í kommununi, eg búgvi í. Men eg veit ikki um nakað listafólk. sigur Sunleif Rasmussen, tóna- smiður Mynd: Jens Kr. Vang - Vit eiga nakað serstakt at geva, men vit gloyma, at vit eru ein partur av heiminum. Men heimurin minkar alla tíðina við teirru nýggju tøknini, og tí verða vit noydd at taka ímóti og royna at finna okkara egnu bein at standa á í heiminum. - Tað eru framvegis fólk, ið hugsa aftureftir, um tað farna, sum um tað er meiri og betri enn tað vit hava nú. Nútíðini eiga vit at geva góð kor, tí tað er hon sum myndar hetta samfelagið, sigur Sunleif Rasmussen, tónasmiður, ið hevur góð hug- skot til teirra, ið orða ein føroyskan mentapolitikk Turið Kjølbri - At fáa Sonning-virðis- lønina var eitt stórt herða- klapp. Tað at nøkur fólk. eg yvirhøvur ikki kenni. virðismeta mítt arbeiði so mikið. at tey vilja lata mær eina slíka virdisløn Síðani Sunleif Ras- mussen. ið er útbúgvin tonasmidur, fekk hesa virdislønina fyri sjey árum síðani, er rættilig gongd komin at arbeiði hansara at skriva tónleik. Serliga seinastu fimm árini hevur hann havt úr at gera. - Eg havi meiri enn úr at gera, havi bíleggingar um verk til í ollum forum tvey ár fram í tíðina. Uppgáv- urnar eru allar spennandi. og tí havi eg ilt við at siga nei, sigur Sunleif Rasmus- sen Bileggingar koma ser- liga úr Danmark, men eisini aðra staðni. Frá orkestrum, kórum, ensam- blum. støkum tónleikar- um, útvørpum og øðrum. Í sambandi við. at fimm sendistovur í Norður- londum í felag taka í nýtslu nýggjan bygning í heyst, er Sunleif millum aðrar tónasmiðir valdur út at gera eina nýggju fan- faru. ið skal blåsast, tå ið fløggini frá hesum londum heilsast undir vigsluni. Orkester Norden, ið er mannað við lesandi frá lærdum tónleikaskúlum úr llum Norðurløndum. skulu spæla. Tað føroyska sum ábendingar Tónleikurin hjá Sunleifi er sermerktur, og sum hann sjálvur sigur, bæði krevj- andi at skriva og at lurta eftir. - Hann er í tí tyngra endanum og krevur, at tú hevur stundir at lurta. Hann hevur so nógvar fasettir í sær. og jú oftari tú lurtar, jú meiri finnur tú í honum. Íblásturin til tónleikin er sprottin úr tí føroyska. - Eg brúki tilvitað kingo- og kvædaløg, sum eg seti í ein tónleikasogu- ligan samanhang. Tað er kortini ikki soleiðis, at tú hoyrir hetta føroyska, tað er bert har sum ábending- ar. Eg brúki teoriir og teknikk, sum er brúkt gjøgnum alla tónleika- søguna. Vit tosa kanska um eini 400 ár, ið bygt er omaná alla tíðina. Tí fær tonleikasøgan eitt annað ljós enn fólk uttan í heimi eru von við. Síðani á vári 1996 hevur Sunleif Rasmussen havt skeið fyri føroyskum tóna- smiðum eina ella tvær ferðir um árið. - Eg oysi av mínum royndum sum tónasmiður, og gevi frálæru í, hvussu ein fer í gongd við at skriva tónleik, og hvønn teknikk ein brúkar. At skriva tónleik er eitt hand- verk sum so nógv annað. Sjálvur havi eg stóra gleði av at undirvísa, og eg royni á hverjum ári at byggja frálæruna út. Ov fáar og smáar avbjóðingar Tað eru elluvu ár síðani Sunleif Rasmussen fór til Danmarkar at útbúgva seg sum tónasmið á kompon- istlinjuni á Konservatoriu- num, men tað hevur alla tíðina verið ætlanin at koma heimaftur. - Heimlongsulin hevur ongantíð verið so sterkur sum nú. Eg kundi eins væl búð og skrivað tónleik í Føroyum, men so hevði eg verið noyddur at góðtikið