Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-04-24, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. apríl 1999síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

at farið helvtina niður í løn. Eg havi seinastu try árini fingið starvsløn frá Statens Kunstfond. meiri enn 200.000 krónur um árið. uttan mun ul. hvussu 10gv eg annars forvinni Slíkir møguleikar eru ikki í Foroyum Noevir førovskir lista málarar. sjónleikarar. tón eikarar og onnur h ina akademiska útbug Í ru små ort {U nyndað av t ísa børnum tveir da Stóðan er tann ovuta í Fónlerkarar erða noyddir a Føroyum pe tað gongur út vvir teirra yrki sum tónleikar Hesti. sum hava eina út búgving av einum hægri lærustovni. koma heim og verða noydd at undirvísa småbørnum á byrjunar stigi. Tað er tað sama sum at seta eim máagistara | matematikk at læra ein fyrsta flokk at rokna. Før oyska samfelagið hevur rætt og slætt ov fáar av- bjóðingar til hesi Hetta leiðir okkum inn á mentapolitikk. ið ætlanin er at seta orð á og stinga út í kortið komandi ár. - Einki land letur so lítið av stuðli til mentanina og listina sum Føroyar. Tað sigur ikki so lítið um virð- ingina ella vantandi virð- ingina, føroyingar hava fyri list. Er tað rætt sum sagt verður, at Føroyar fáa ein orðaðan mentapolitikk komandi ár, er tað eitt stórt framstig, men eg trúgvi ti ikki, fyrr enn hann er komin. - Tá ið vit fingu eitt embætisverk aftan fyri mentamálaráðharrarnar, birtist ein vón um, at teir pengarnir, sum verða latnir mentanini og listini, veruliga geva nakað. Em- bætisfólkini hava møg- uleikan fyri at orða ein politikk, ið hongur saman og heldur fram, og sum gevur landsstýrismanni- num í mentamálum grundgevingar fyri, hvussu skilagott tað er at stuðla hesum. Politiska skipanin í Føroyum hevur ongantíð skilt ímillum mentan og list. Tað er jú heilt hver sítt. Listakunningarstova og listagrunnur Sunleif Rasmussen hevur fleiri hugskot til tey, ið arbeiða við at seta orð á ein føroyskan mentapoli- tikk. Ein listakunningar- stova, metir hann, hevði komið listini sera væl við. - Í Danmark eru kunn- ingarstovur fyri ymsu listagreinirnar. I Føroyum átti ein at verið fyri allar listagreinirnar, og upp- gávan hjá henni átti at verið at upplýst og kunnað úteftir. Peningurin, ið var ætlaður til at marknaðar- føra føroyskan popp uttan- lands, kundi verið settur í eina slíka stovu. Tvey-trý Nr. 77 — 23. APRIL 1999 fólk áttu burtur av arbeitt á eini slíkari stovu, upp- lýst. tikið lut á stevnum uttanlands, arbeitt fyri at faa føroyingar við á fram- syningar, festivalar og at faa utlendingar at fåa å huga fyri føroyskari list Hetta hevdi givið fer faldad aftur MM selja MX pp føroyskan tonleik uttanlands r ikki 1 t geva nakao t stuðla tí er tað á sum at stuðla åt sleppur gjøenum ná ið. Hvor tim ul: enn eimi efurgerð av Whit ey Houston. Ein bólkur m Enekk hevur møgu leikar uttanlands um rætt verður borið at, ú hann hevur nakað serføroyskt at bjóða. Poppur er sum oftast døenfluga, meðan onnur list økist í virði fyri hvort árið, ið fer. Ein listagrunnur átti fyri langari tíð síðani verið settur á stovn. Vit hava ein mentunargrunn. ið ikki skilir ímillum yrkismentan og áhugamentan. Øll framkomin lond hava ein mentunargrunn, ið er um- leið ein tíggjunda partur av einum listagrunni í stødd. Trupulleikin við føroyska mentunargrunni- num er, at fólkini, ið sita har, eru politiskt vald Sum slik vilja tey ikki taka avgerðir, ið stoyta nakran, og tí býta tey pengarnar út til næstan ll, ið søkja. - Eitthvert framkomið land hevur lagt fråstødu millum politiska ávirkan og býti av pengum til mentanina. Verður ein møguligur listagrunnur eftir sama leisti sum nú- Sunleif Rasmussen hevur latið Foroya Landsbókasavni enn eitt upprunahandrit í varðveitslu, á hesum sinni ; sína fyrstu symfoniOceanic Days. Mest sum øll verkini eftir Sunnleif, id eru eldri enn tvey ár, liggja nú væl vard í goymslunum á Landsbókasavninum. Mynd: Jens Kr. Vang ikki at undirmeta, heldur Sunleif Rasmussen. - Vit høvdu sæð eina stóra eksplosjón. Ikki minst eina betran av góðsku og dygd innan fyri oll lið og allar sjangrur. Fært tú ró og umstødur at virka, fært tú betur ment ——ei »Eg kenni meg sum kettuna, ið ikki fær nóg mikið at eta, og tí verður utiløgukattur« verandi mentunargrunnur, er einki vunnið. Vandin er sjálvsagt í einum lítlum samfelagi sum tí føroyska, at tað sita fólk og býta pengar út til onnur, tey kenna. Men skipanin átti at verið soleiðis, at um- boðini ofta verða skift út. Sunleif Rasmussen heldur, at studulin, lista- grunnurin skuldi latið, átti at verið í øllum forum. Arsverk, ferðastuðul, pen- ingastuðul í styttri ella longri tíðarskeið, og fyri oll skapandi fólk. Niðurbundin virði Hverji virði, ein lista- grunnur hevði givið før- oyska mentunarlívinum, er tað. tú ert í holt við. Onk- untíð verður tú sum lista- fólk noytt at framleiða og skapa, tí tað eru nakrar rokningar, sum skulu gjaldast. Men tá verða tey stóru listaverkini ikki skapt. Liggja virði niðurbund- in í okkara samfelag, ið ikki koma til sín rætt vegna vantandi umstødur? - Tað eri eg sannførdur um, at tað ger. Listafólk verða noydd at gera so nógv annað fyri at hava eina inntøku. Tað skapar eina stóra frustrasjón sam- stundis sum tað tappar nógva menniskjaliga orku. - Nógv fólk gera av sínum eintingum eitt sera stórt arbeiði á ymsum økjum. Taka vit Summar- tónar sum dómi, koma triggir fjórðingar av ollum pengunum, tiltakið kostar. úr útlandinum. Tónleikar- arnir, ið koma hendan vegin. leggja pengar efur seg. Summartónar eru tí ein peningaligur vinningur fyri Føroyum. - Eg eri sannførdur um, at fyri hverja krónu eitt land letur listini, koma fleiri aftur. Høvdu Føroyar ongantíð átt William Hein- esen, vóru tey nógv, sum ongantíð høvdu fingið at vita, at Føroyar eru til. Sama við listini hjá Tróndi Paturssyni ella Ingálvi av Reyni. Stóra listin skapar ein áhuga fyri Føroyum og har kemur ferðavinnan inn. Eg havi ongantíð skilt, hví listafólkini ikki verða brúkt meiri í ferða- vinnuhopi. Hví síggja førovingar ikki virði í skapandi virk- semi sum eitt tilfeingi? - Ein av høvudsorsøku- num er ivaleyst, at okkara høvudsvinna, fiskivinnan, eigur ógvuliga stórt pláss í okkara tilviti. Rikard Long segði eina ferð, at roðsla situr á heilanum hjá løg- tingsfólki. Fiskavinnan er alt, hon fyllir so nógv - av góðum grundum. - Annað er, at politiska skipanin í Føroyum hevur verið og framvegis er skrúvað soleiðis saman, at alt er so lokalt. Eitt val- evni kann í veruleikanum veljast av undir 100 at- kvødum á ymsum stóðum í landinum. Viðkomandi hevur einki annað val enn at arbeiða fyri ti lokala, um hann vil veljast aftur. Høvdu Føroyar verið eitt valdømi, høvdu politikarar verið noyddir til at víðka sjónarringin og hugt út um bøgardarnar. Við teim smáu eindunum fylgir politisk opportunisma. Føroyingar hava ov snæv- urskygdan sjónarring. Í øllum fórum er hann ov bundin. Tað er kanska ikki so legið, ti Føroyar eru lítlar og langt burturi frá øllum. Samstundis hevur igjøgnum tíðirnar verið og er partvís framvegis á- gangur á Føroyar og tað, ið foroyskt er, og tí lata fólk aftur fyri tí fremm- anda. Tað er givið, at vit eiga og hava nakað ser- stakt at geva, men vit gloyma, at vit eru ein partur av heiminum. Og heimurin minkar alla tíð- ina við teinu nýggju tøkn- ini, og tí verða vit noydd at taka ímóti og royna at finna okkum sjálvi. Vit mugu finna okkara egnu bein at standa á í heimi- num. - Eg sigi ikk:. at gamla, føroyska mentanin fær nóg mikið á fíggjarlógini. men satsað eigur at vera á ta nýggju listina, hana, ið speglar okkum nú og okk- ara samtíð. Vit eiga nógv gamalt, sum sjálvsagt skal varðveitast. Fyribrigdið húðaskógvamentan er ikki óaktuelt enn. Tað eru framvegis fólk, ið hugsa aftureftir, um tað farna, sum um tað er meiri og betri enn tað vit hava nú. Fólk gloyma. at tað gamla eina ferð hevur verið nýtt. Tað er nútíðin, vit eiga at geva góð kor, tí tað er hon sum myndar hetta samfel- agið, sigur Sunleif Ras- mussen at enda í viðtali.. Íkast um mentapolitikk Hetta er 11. og seinasta samrødan í greinarødini um ein føroyskan mentapolitikk, ið landsstýrið í samgonguskjalinum hevur sett út í kortið skal orðast við stødi í mentunarálitinum frá 1996, Avmark- aður marknaður. Vit sleppa kortini ikki evninum heilt, men fara framhaldandi av og á at lýsa mentan og list í greinum og samrødum |