Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-04-24, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. apríl 1999síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 77 — 24. APRÍL 1999 MÁLTEIGURIN Svia r - svenska rar >...Soleiðis gera sviar (ella svenskarar, sum blaðmaðurin nevnir teir)<. Hesi orð skrivaði onkur dulnevndur 'Målvinur' í les- arabrævi í Sosialinum á sumri 1993 (hví skrivar so mangur málvinur undir dulnevni?). Undirritaði hevði formastað seg til at skriva "svenskarar' í eini blaðgrein., og tað mundi hesin dulnevndi målvinur bara ikki fyri- givið mær - ti allir rætthugsandi føroyingar »vita«, at tað eitur sviar, og at 'svenskarar” er fúl danskasletta. Tað hava vit fingið at vitað gjøgnum íslendskar orða- bøkur. og tessvegna kýta føroyingar seg fyri at tosa »rætt« og siga s-svilliar og S-Ssviiiiariki, hóast okkara treiska tunga so gjarna vil síga 'svenskarar'. Summi eru eisini komin eftir, at íslendingar stava sviar og Svitjóð við í. Allir føroyingar vita av, at "í á íslend- skum verður langt i-ljóð, men kortini vilja summi »tøroyska« sítt móðurmál og siga Svíaríki og Svítjóð. hóast einki fólkaslag eitur svíar. Slíkar målspillur runga illa í oyrunum - ja, tær beinleiðis sví(ð)a. Tí trúgva skulu tit mær: í hesum førinum hevur okk- ara treiska tunga rætt! Fáar heimagjørdar málsligar dok- trinir eru so blóðskeivar sum henda við sviunum. >Men føroyingar skulu altíð herma eftir dønum, og vit siga svenskarar, bara tí at danir siga svenskarar<, mutar onkur ímóti. Men so er als ikki. Danskarar siga svensk- arar, av tí at svenskarar sjálvir siga svenskarar. Svensk- arar kalla seg sjálvar svenskarar og ikki sviar. Svíarnir eru ættfedrar til summar svenskarar, men verri enn so allir. Nógv vatn er runnið í Málaren, síðani sviarnir lógu í orrustu vid geytarnar (0.u. 100 e.Kr.), og Svøriki var ikki til sum politisk eind tá. Síðani tá eru bæði sámalandið, danskir og norskir landspartar lagdir aftrat tí svenska ríkinum. og undir hansatíðini fluttu handverk- arar og handilsmenn úr øllum ættum til Svørikis. Tá ið so mong ymisk folkasløg hittast. plagar úrslit at spyrjast burturúr, bæði so og so. Tískil er tað beinleiðis Osøguligt at kalla íbúgvarnar í Svoríki fyri sviar (so mugu vit vera konsekvent og kalla íbúgvarnar í Sudursvøriki geytar, og føroyingar kundu fyri tað kallað seg sjålvar írskt munkayngul). Og tað er fullkomiliga burturvið at pástanda. at 'svenskarar' er ófóroyskt orð og málspilla. Undir ti nationalromantiska tíðarskeiðnum í hinari øldini fóru svenskarar eins og grannafólkini at dyrka fortíðina. Teir bæði skálaðu og skrálaðu og róptu leingi ivi fyri Moder Svea og Kongi og Peri og Póli, søgu- fróðir hugsjónarmenn stovnadu Gotiska Forbundet, Svea Orden og góvu ut Svea Folkkalender. skaldini ovprisadu bæði Moder Svea, Svea Banér og Svea Rike i føgrum orðum og mangt annað slíkt. I øllum hesum nationalromantiska rúsinum vóru svenskarar to alla- tíðina greiðir yvir, at teir vóru svenskarar - hvorki sviar ella geytar, hóast summir teirra vóru eftirkomarar til hesar stammur. Máti skuldi vera við galskapinum. og "derr settu teir grensuna'. Sum frá leið, hasaði hesin nationalromantiski rúsurin av í Svoríki, men ikki í Norðuratlantshavi. Og síðani hava føroyingar lúrt í islendskar ordabøkur og eru (á skeivum grundarlag) komnir eftir, at "svenskarar" mest- ur er målspilla, og at 'sviar' ljóðar bæði ramligari og fornari. Jú, so er - ramligari og fornari. Men rættari... hvussu tá? Í aðrar mátar vilja vit jú vera søguliga korr- ektir og kalla tískil Frankaríki fyri Frakland og eingilskt fyri enskt. Tá ið vit ikki vilja vita av øðrum germanskum stammum, hví skulu vit so endiliga halda fast við danir og sviar? Eisini undrar tað meg, at íslendingar ikki vilja kennast við orðið 'svenskarar” tá ið teir uttan at himprast kunnu siga bæði svenskt og svenskur. Her lekur ímillum teori og praksis. Nakrar av teim fáu >leivdunum“< úr svenskari fornøld eru nøvn sum t.d. Svea Hovrátt og Svea livgarde. Men grundlógin eitur sjálvandi Sveriges Rikes Lag, ikki SveRikes Lag. So kæru landsmenn! Tvingið ikki hvønn- annan at siga sviar, Svíaríki og Svitjóð. Tá kunnu tit meir enn so fara at merkja svi(ð)an av målsligum heim- fødiskapi. Hvat høvdu tit sagt, um danskarar knappliga fóru at bølva oman yvir »de dumme sveer«? Heri Eysturlíð, Stockholm tidindablad 21 på Øs HØR se | sbe- MELGI) OKY- | Før | VERK | mf + | [ |rørtvk) HAÐUR) KROSSORÐAGÁTA Loysnin frá seinastu viku Loysunarorðið: LEIKPARTAR a dt le | } + —— — + — — + Et f 11 4 | A Í — i 4 I i + fund si? REE Met Ef I | 17 — I 4 — 4 I TA ER: 4 - + i Id + 1 1 i | i | | 7 > SI Ho | + i Fn tet | nótt HEE SE ingar fr 5 le f Í | KI lø i | | L- Ki 18 RG 1 z 1 I? ] Hvønn leygardag er krossorðagáta í blaðnum. Drigið verður millum røttu inn- sendu loysnirnar. Vinningurin er ein bók frá Bókadeild Føroya Lærarafelags ella Føroya Skúlabókagrunni. (Krossa av á listanum høgrumegin, hverja tú best kundi hugsað tær). Fyri at verða við í dráttinum um vinningin, má loysunar- orðið vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin. Vinnarin verður saman við loystu gátuni kunngjørdur í blaðnum næsta leygardagin. Sendið loysunarorðið til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórs- havn — og viðmerkið >Krossorðagáta nr. ...< á bjálvan. Vinnari: Laura Ketlum 750 Viðareiði Loysunar- orðið: Navn: Bústaður: Bygd/býur: Lesið foroyskt — hugsið foroyskt! , = Frá 6 BÓKADEILD FØROYA LÆRARAFELAGS: JÚti á leysum oyggjum - Marianna Debes Dahl J Matur í myndum - Sigrid Dalsgaard/ Beinta Johannesen DÍ skýmingini - Sofía Petersen/Elinborg Liitzen J Barnarímur - Hans A. Djurhuus/Elinborg Liitzen J Meistarin og teir fýra skrivararnir - Ulf Nilsson/Kalr N. Hansen tyddi FÁ Frá 6 FØROYA SKULABOKAGRUNNI: J Grønur var dalurin - Richard Llewellyn/ Knut Olsen tyddi Tit bygdu hetta land - Arbeidsmarknadurin - Jåkup Pauli Strøm I Føroya jarðfréði - Jóannes Rasmussen J Frumsagnir - Neil Philip/Amy Tausen tyddi Q Mållæra - Paulivar Andreasen/Árni Dahl Bøkur og annað tilfar — bæði innan og uttan skúlagátt