Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-04-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. apríl 1999síða 11

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 79 — 28. APRÍL 1999 tíðindablaðið Atlatic Radio í luftina 6. maj: Atlantic Radio fyri fólkið í Føroyum Soleiðis ljóðar eitt av slagorðunum hjá nýggju útvarpsstóðini í Fóroyum, Atlantic Radio, ið hevur fingið sendiloyvi og byrjar 6, mai. Dentur verður lagdur á at senda tónleik, góð tíðindi og at hava gott samband og prát við lurtarar og kend og ókend fólk. Ein skemtilig og livandi stóð við nógvum tónleiki, ið sendir alt dógnið HDAGFINN OLSEN MYND: ALvUuR HARALDSEN Fann 6. mai byrjar Atlantic Radio at senda. Fyrradagin varð sendiloy VI gm ið og ferð verður nú sett á arbeið ið at seta hølini í stand á loftinum í bygninginum hjá Brødur Petersen á Hálsi i Havn. Tað er Lárus Robert Ara son, ið er stigtakari til út- varpsstødina, sum at byrja við verður at hoyra í Havn og parti av Skålafjørdinum. Hann hevur sjálvur fíggjað støðina, saman við øðrum. Lárus Robert Arason er íslendingur og hevur for- oyska konu. Tey búgva í Kollafirði. Hann eigur part av byggifyritøku í Íslandi og hevur annars arbeitt við at menna ætlanir frá papp- írinum til veruleika. Fyrra- dagin fekk hann sendiloyvi og í gjár fylti hann 30 ár. A loftinum í bygningi- num hjá Brødur Petersen á Hálsi heldur hann til og har er virksemi. Har verður smíðað og fyrireikað. Pláss er fyri fleiri útvarpsstovum og so ein størri, haðani sent verdur. Har stendur eisini útgerðin. Men nú loyvið er fingið. verður verulig ferð sett á. tí enn er nakað eftir, til hølini eru klár. Veggir eru komnir upp og greitt er. hvar alt skal vera. Utgerðin er komin, men er ikki sett upp enn. so nóg mikið er at taka sær av komandi viku- na Hugskotið Hugskotið at fara undir at senda útvarp fekk hann. tá hann fekst við at smíða høl- ini, har Pizza 67 og Kines- iska matstovan i Havnar Klubba halda til. Hann legði tá ul merkis tørvin á eini stød, ið sendir lættari tilfar og sum sendir longur út á kvøldid. enn Útvarp Føroya vanliga ger. Hann ætlar. at støðin skal leggja á annan bógv. enn Utvarpið ger. Lárus ætlar at senda tónleik. prát við kend og ókend fólk. prát við lurtarar, ið eisini kunnu koma ið plátuynskj- um. Lárus ætlar at leggja dent á at senda góð tíðindi. Eisini um annað, enn fisk. Hann metir, at ov lítið verður gjørt burturúr tí positiva og sum dómi tekur hann. at fleiri tøroyingar uttanlands klára seg væl. T.d. er í Íslandi ein foroyingur. ið hevur ment eina fyritóku til at vera mill um tær fremstu. men hetta hoyra føroyingar einki um Lárus leggur dent á. at støðin verður fyri fólkið Tilfarid og vertir skulu vera á sama stødi, sum lurtarin Pláss skal vera fyri skemti Støðin er óheft og ikki á virkað av nøkrum politisk- um flokki ella trúarbólki. Nøkur fólk verða fast knýtt at stødini, meðan ætl- anin er at hava fleiri. ið ar- beiða free-lance. Enn er ikki greit, hver skal arbeiða á stóðini, men tað tykist greitt. at Johan í Kollafirði verður ein teirra. Sjálvur ætlar Lárus sær ikki at sita við mikrofonina Lýst verður eftir fólki seinni í vikuni. Eingin ávis treyt er fyri at søkja, ein skal bert hava góða rødd og duga væl føroyskt. Telda og tíðindi Umframt, at fólk koma at mynda skránna, so verður partur av skránni tónleikur. Støðin kann tá eisini vera mannleys. tí tøknin í dag er sera frammaliga. Lárus hex ur útvegað teldu. ið kan senda tónleik í 180 tímar Byggir hann telduna nakað út. so sendir hon lættliga einar 400 - 500 tímar Men hóast nógvur tón leikur verður at hoyra. so er eisini ætlanin at gera At lantic Radio sjónligt í ger andisdegnum. At fara út við bili og síðani senda úr bili- num. td. prát við fólk Klokkan 13 hvønn gerand- isdag verða ítróttartíðindi at hoyra Ein stutt tíðinda sending verður hvønn tíma. eini 5- 10 minuttir, tí Lárus metir. at eimi 90% av føroyingum eru sera åhugadir í tidind- um. Vanlig skrá er frá klokkan 07:00 á morgni til á middnátt. Eftir hetta verð- ur tónleikur alla náttina. Byrjað verður klokkan 07:00 á morgni við tilfari til vaksin, t.d. samrødur og hóskandi tónar. Frá klokkan 10 - 12 verður okkurt stutt- ligt á skránni, ið skal verða á sama stødid, sum fólkið, lurtarin, verður dentur lagd- ur á. Frá klokkan 16-18 verður sendingin. ið kemur at eita „Foroya í dag“. ella okkurt sovorði, ein sending um tað. 10 júst hendir. Seinni er ung- dómsending og tíðin frá 22 til 24 kallast „Aðrenn song- artíð“. og er hetta sending við hóskandi tónum Vikuskiftini verða eisini í lættara endanum. Fríggja- dag og leygardag verður lætt tilfar sent og kvøldini eru sett av til „pary“. Sunn- udagurin verður merktur av pråti og samrødum vid kend og kend fólk og sjálvsagt tónleiki. Fleiri fastar sendingar eru. T.d. verður ein Top 40 listi yvir best dámdu fløg- urnar sendur tvær ferðir um vikuna. Eisini er sending við nýggjum og eldri coun- try tónleiki. Fleiri og 30-50% bíligari lýsingar Lárus Robert Arason sigur, at støðin verður rikin við lýsingarinntókum. Lógin sigur, at lýsast má bert mill- um sendingar og hetta væntar hann eisini fer at bera til. I faldara, ið Atlantic Rad- io Sp/f hevur gjørt, fyri at lýsa sítt virksemi. verður sagt, at Atlanitc Radio hev- ur umleid 46 lysingartidir um døgnid, sum er um 93% meira, enn UF, ið hevur 3 lýsingartíðir um døgnid. Lárus Robert Arasons við parti av sendiútgerðinu Enn vantar nakað, áðrenn holini eru liðug, men Atlantic Radio sendir eftir ætlan fyrstu ferð 6. mai Í gjár fylti Lárus Robert 1rason 30 ár. og fyrradagin fekk hann sendilovvi, so Atlantic Radio kann fara í luftina Eisini verður bíltgari at lýsa hjá Atlantic Radio. Talan verður um lýsingar. ið skulu lesast up og sonevndar ljóð- lýsingar. Umframt sigur At- lantic Radio seg rokna við at hava lýsingarnar eini 30- 50% biligari, enn UF Lárus. ið sjálvur hevur fingið fígging til stødina. saman við øðrum, væntar at havi fingið íløguna inn aftur um 10 ár. Hetta sigur hann, hóast hann metir kapping- ina við UF ikki at verða javna kapping. ti lokalstød- in bert skal liva av lýsing- um, meðan Útvarpið hevur aðrar inntøkumøguleikar. Men hann er bjartskygdur og sigur, at tað ikki er so øgilig útgerð, ið skal til. Eis- ini metir hann, at Atlantic Radio og Útvarp Føroya hava hvor sín marknað og nøkta hver sin tørv. Virksemi og yvirtrúgv I hølum å Hålsi verdur ar- beitt dúgliga í hesum døg- um. Tann 6. maí verðu byrj- að at senda, hóast ætlanin var at byrja tann 7. mai. Men 7. er fríggjadagur og vanligt er ikki at byrja nak- að nýtt fríggjadag. Tí verður byrjað 6. mai og so verður verulig ferð sett á 7. mai. At byrja við verður Atlantic Radio bert at hoyra í Havn og á Skålafjørdinum. Tó er ætlanin, at alt landið skal hoyra støðina um 6-12 mán- aðar Væntandi sendir stoðin á FM 101.5 MHz og longu i næstu viku kann ein seta seg at leita, ti tå verður farið undir at royndarkoyra út gerðina