mikudagur 28. apríl 1999síða 14
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
loeoococ0c00 000000 000
Yngd nr. 17 - 28. april 1999
Teldukafein ORÐI
r eina vitjan ver
Yngd hevur verið á vitjan á teldukafeini Orbits og roynt
teldurnar á staðnum. Roynt var at koyra kapp á teldu, har
teir fýra royndarkoyrarnir hjá Yngd kappaðust. Stór semja
var millum koyrararnar eftir royndina, at hetta var íkki
seinastu ferð, at teir gjørdu hetta
Nielsen
3 vóru fyra ikki sort spentir bil-
rarar, ið møttu á teldukafeini
rbits í Havn, tá ið Yngd var og
royndi kafeini og útgerðina á staðn-
m. Teir fýra, sum vit fara at rópa
Borge, DJ, Sjant og Purran, vóru
áðrenn kappkoyringina samdir um,
at tað ráddi fyrst og fremst um, at
man ikki endaði aftast. Ongin av
royndarkoyrarunum hevði roynt
telduspælið áður, og tiskil var neyð-
ugt, at serkøn fólk á staðnum veitti
hjálp, áðrenn farið var í gongd. Teir
fýra koyrararnir sótu við eitt runt
borð, so at teir eisini sóu hvønn-
annan, meðan teir kappaðust.
£
Róður, speedari og
bremsa
Tað er ikki smávegis av útgerð,
sum hoyrir til, tá ið man setir seg at
spæla eitt slíkt telduspæl, sum tað,
ið Yngd royndi. Allir fýra royndar-
koyrararnir fingu oyramikrofonir, har
ljóðini frá bilinum og telduni hoyrd-
ist. Eitt róður var spent fast í teldu-
borðið, og undir borðinum var ein
pláta við bæði speedara og bremsu.
At spælt var við í oyramikrofonum,
kann fora við sær, at brúkarin ótilvit-
að kemur at órógva hini, ið sita inni
í hølunum, tá ið man kemur við ein-
um rópi, tá man er um at renna á
okkurt. Tað kom eisini meiri enn so
fyri, at onkur av teimum fýra
royndarkoyrarunum kom við onkrum
rópi, sum var nakað hart, men tað
tóktist íkki, sum um hini í hølunum
tóku sær av hesum.
Áðrenn farið var í gongd, var
neyðugt at koyrararnir valdu sær
ein bil, umframt at teir eisini skuldu
koma ásamt um eina koyribreyt.
Síðani fyrireikaðu teldurnar seg til
kappkoyringina, og so var koyrt.
Tað var einki yvir at dylja, at tað
var sera trupult hjá koyrarunum at
finna stevið fyrstu lotuna. Serliga
hevði Borge stórar trupulleikar við
at halda bilinum á vegnum, og tað
var ferð eftir ferð, at hann endaði á
takinum ella rendi inn í ein vegg.
Hinvegin var tað rættuliga skjótt, at
Sjant og Purran komu á lagið, og
tað vóru eisini hesir báðir, sum
royndust stinnastir gjøgnum alla
royndina.
Einki var at ivast i, at teir fyra
koyrararnir tóku koyriroyndina i stór-
um álvara. Skjótt sást sveittin renna
av teimum, og rópini rungaðu um alt
hølid, tå ið teir rendu á ein vegg ella
ein annan bil. Um onkur av koyrar-
unum rendi á ein av hinum, so fekk
hesin eina spann av eiðum oman
yvir seg.
Fimm ferðir royndu teir fýra kapp-
koyrararnir at koyra hvor móti oðr-
um, og av teimum fimm koyring-
unum vann Sjant tær tríggjar og
Purran tvær. DJ gjørdist nummar
fýra ferðir nummar trý og eina ferð
nummar tvey, meðan Borge endaði
aftast í ollum kappkoyringunum, og
ikki kann sigast annað, enn at hann
hevði stórar trupulleikar við halda
bilinum á vegnum.
Væl nogdir
royndarkoyrarar
Eftir kappkoyringina prátaði Yngd
við royndarkoyrararnar og spurdi
teir, hvat teimum dámdi kafeina og
Skjótt er at gloyma tíð og stað,
tá tú situr við hondunum á
róðrinum og koyrir kapp á teldu
móti trimum oðrum