mikudagur 28. apríl 1999síða 15
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
hugskotið við henni.
Allir fýra vóru samdir um, at
løtan á Orbits hevði verið ser-
stakliga stuttlig og forvitnislig.
Teir høvdu ikki roynt slíkt áður,
men tær vóru á einum máli um,
at hetta var ikki seinastu ferð, at
teir vitjaðu á nýggju teldukafeini í
Havn.
DJ helt, at man bleiv ogiliga
skjótt bitin av spælinum og
gloymdi alt um tíð og stað.
Hesum vóru hinir eisini samdir í,
men Sjant segði tó, at eftir at
Yngd nr. 17- 28. april 1999
+] Hølini hjå Orbits eru sera
, snotilig og hugnalig
spælið, og hann var avgjørt á-
hugaður fyri at royna hetta eina-
ferð aftrat. Hann hevði havt ávís-
ar trupulleikar við at stýra bilinum
hjá sær, men hann helt tó, at
høvdu teir koyrt eina lotu aftrat,
so hevði hann óivað staðið seg
nógv betur.
Gott umhvørvi og
góðar teldur
Stór semja var millum kapp-
koyrararnar um, at teldur á
Tað er onki loyndarmál, at tað
eru fyrst og fremst dreingir, ið
vitja teldukafeina
hava spælt tað sama spælið í ein
góðan tíma, var hann um at ger-
ast troyttur av tí. Hann hevði bet-
ur hug til eina aðru ferð at royna
okkurt spæl, har man kann
kriggjast hvor móti ødrum.
Borge, sum tað ikki hevði ging-
ið so væl hjá, dámdi eisini væl
kafeini vóru sera góðar. Tær ar-
beiddu skjótt og gott, og DJ
nevndi, at eftir hansara tykki var
grafikkurin fyrsta flokks. Eisini
hildu teir tað vera nógv stuttligari,
at man hevði eitt róður á teldu-
borðinum, umframt eina plátu við
speedara og bremsu á gólvinum,
so at koyringin gjørdist so verulig
sum gjørligt. Purran helt tað
verða stóran mun á at koyra
kapp á teldu, tá ið man nýtti róð-
ur ístaðin fyri eitt nú joystick ella
mus. At onkur so gjørdist so á-
grýtin, at hann næstan skræddi
róðrið leyst úr borðinum, man
vera tekin um, at viðkomandi
gerst so mikið bitin av spælinum,
at man gevur lív og sál fyri at
vinna á sínum kappingarneytum.
Teir fýra royndarkoyrararnir
vóru eisini á einum máli um, at
umhvervi á teldukafeini var gott,
og at tað var av stórum týdningi,
at helini vóru rein og nosslig.
Hugnaligt var inni, og hóast ein
kanska kundi ímynda sær tað, so
var tað ikki kalt og sterilt inni í
hølunum.
00000000000 00 0015
Eisini er møguleiki fyri at keypa
sær okkurt leskandi at hava aft-
urvið, meðan man situr framman
fyri skiggjanum, og hjá teimum
fýra kappkoyarunum, sum allir
vóru sveittabrotnir, kom tað væl
við, at teir kundu keypa sær eina
sodavatn at slokkja sær tostan
við.
Væl vitjað
Meðan Yngd var á vitjan hjá Or-
bits, var eisini fitt av oðrum fólk á
gólvinum. Einir tíggju aðrir brúk-
arar vóru samstundis sum Yngd
var, og størsti parturin av hesum
vóru dreingir um fermingaraldur
ella beint nidan fyri. Hesir spæl-
du so at siga allir okkurt spæl
har tað ráddi um at skjóta hvonn
annan, og tað sást við hálvum
eyga, at hetta hovdu teir allir
roynt áður, og at teir so avgjørt
ikki vóru óvandir við at brúka
teldu. Onkur sat tó eisini og
chattaði, men hesi vóru í greið-
um undirluta.
Eigararnir av Orbits siga eisini
at undirtøkan hevur verið góð
hóast hon kanska ikki hevur ver-
ið so góð, sum teir høvdu vónað
Teir siga eisini, at fólk fara væl
um, og at tey hava stóra virðing
fyri innbúgvinum og tólunum
Yngd kann undir ollum umstoð-
um staðfesta eftir royndina, at
teldukafein Orbits so avgjørt er
eina vitjan verd, um man hevur
hug til at fara og rógva á alnótini,
ella um man hevur hug til at
spæla okkurt telduspæl saman
við onkrum vinfólkum. Børge, DJ,
Sjant og Purran ætla sær so av-
gjørt oman aftur á Tinghúsvegin
at kappast á teldu, og tá fara
óivað fleiri at koma við teimum, tí
teir fara so avgjørt at viðmæla
sínum kenningum at fara á vitjan
hjá Orbits.