Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-04-30, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. apríl 1999síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 81 — 30. APRÍL 1999 tíðindablað 13 Nr. 81 — 30. APRIL 1999 AB, AM » VLR me Myndina tók Jens Kristian Vang tå Søren Ryge var i Foroyum og gjørdi sendingina um Trénd Patursson, id verdur endursend i SYF í dag klokkan 17 Er gestsins eyga gløgt? Tað vil orðatakið í øllum fórum vera við, og at fóroyingum ofta dámar at hoyra fremmandamannin fortelja, hvat hann heldur um Føroyar, er ikki ókent. Í vikuni hevði tað eydnast Fóroyahúsinum í Keypmannahavn at fáa blaðmann- in, rithøvundan og ikki minst uttandurasjónvarpsmannin, at greiða frá sínum Føroyaferdum Theodor E. D. Olsen Hóast Søren Ryge, sum hann ofta verdur nevndur - kanska ti, at hann ongan- tíð sleppur sínum elskaða fylgisveini, pípuni - bert hevur gjørt seks sendingar úr Føroyum í 10 år, so minnast fólk enn hesar myndir og frásagnir hjá tí ferðandi sjónvarpsmanni- num við tí blíðmæltu røddini, ið tó altíð inni- heldur ein brodd av ironi og ikki minst sjálvironi. Altíð fangar hann hyggjar- an, hóast evnini, sum hann viðger, og ikki minst fólk- ini, hann hittir, kunnu vera serlig. Fólk - Hvat er gott sjónvarp, spurdi Søren Ryge á sam- komuni. Sjålvur helt hann, at til slikar sendingar, sum hann ger, er altid neydugt at finna fólk vid utstråling. Tí hóast Søren ofta verður settur í samband við nátt- úrusendingar, leggur hann stóran dent á mannalýs- ingar og korini, sum fólk liva undir. Hann hevur eisini skrivað bók um ymisk kend og ókend fólk í Danmark, m.o. bassspæl- aran, Niels-Henning Ør- sted Pedersen, ið telist millum tey kendu. Søren Ryge visti brot ur fleiri av sínum sendingum úr Sumba, Skúvoy. Klaks- vík og Mykinesi, sum vóru endarsendar í donsk- um sjónvarpi herfyri, og hann greiddi frá, at burtur- sæð frá tí, at hesi fólkini fiskaðu, fangaðu fugl ella arbeiddu ull, so innihildu tey nakrar universellar dygdir, sum hann málbar seg. Men týdningarmikið var at finna og lýsa áhuga- verdar persónar, tí ofta kundi tað vera trupult bara at avtaka ta føroysku nátt- úruna og minka eitt nú Beinisvørd niður í 28 tummar. Brim Ofta kundi náttúran eisini beinleiðis forða fyri góð- um upptøkum í Føroyum. Eitt nú stóð filmsliðið einaferð á Pollinum í Sumba, tá brimið leikaði harðast. Men hvussu teir so royndu var tað Ogjørligt at vera skiggjatrøll og at halda myndatólinum, tå brotini syftu alt ið fyri var. og Søren vildi vera við, at sumbingar vóru til reiðar at taka teir niðan í bygdina við makt. Men hóast hann viðgekk sítt dåradirvi í hesum føri- num, duldi sjónvarpsmað- urin ikki fyri, hvussu hug- tíkin hann var av sjónum, sum hann segði vera úr sama tilfari sum tárið hjá einum menniskja. Seinni, tá hann aftur skuldi brúka myndir av sjógvi og ikki vildi koma aftur í somu ótespiligu støðu, bað hann SvF út- vega sær eitt band, sum teir høvdu tikið av brimi meðan onnur av ódnunum í åttatiårunum leikaði á. Ta ferðina fingu Soren og manning hansara tó sjálvir nakrar myndir í kassan, sum teir kundu brúka, men tá teir kortini av berum forvitni fóru at hyggja eftir bandinum, sum teir føroysku mynda- menninir høvdu tikið av brimi, varnaðust teir mun- in á tilknýtinum og viður- skiftunum hjá føroyingum og útlendingum við havið. Tí meðan Søren Ryge hevði staðið niðri á Polli- num í Sumba og veruliga kundi havt komið sær og filmsliði í 6føri, vóru myndirnar hjá SvF tiknar langt uppi úr bygdini gjøgnum vindeyga á ein- um jeepi. Góðska í bestu senditíð Ofta frættir Søren frá fólki, ið biðja hann gera eina sending um tey sjálvi. Men tað er ikki Søren Ryge Petersen, á gátt altid, at slíkar sendingar hepnast so væl. Sum nevnt dámar Soren Ryge sjálvur at finna serlig fólk við utstråling, og feskasta dømi hjå honum um eina slika sending, er tann um Trónd Patursson. Hendan bleiv sera vælumt6kt, og kanningar vístu, at 600.000 hyggjarar fylgdu á Søren á ferð síni í Før- oyum saman við Tróndi. Til stuttleika nevndi Søren. at í hesum førinum hevði hann >snýtt< eitt sindur við »vørumerkingini« til skråleidsluna og hyggjarar- nar. Tí hevði hann valt at kalla hetta eitt kunstnara- portrett burturav, hevði sendingin neyvan fingið nakað gott pláss í skránni. Hinvegin snúði sendingin seg eisini um annað enn list. Fólkini hava sum kunnugt stóran týdning fyri Søren, og hann helt, at góðska eisini skuldi hava ein kjans eitt kvold í prime time, tá øll familjan situr saman og hyggur. Nær Søren Ryge Peter- sen kemur aftur til Føroya at gera sendingar, visti hann ikki at siga. Fyrst må hann finna spennandi fólk og evnir. Hann helt tó ikki at tað mundi fara at loysa seg at viðgera grindadráp. Tað er ov viðkvæmt. helt hann. Tær ferðirnar sjónvarps- maðurin higartil hevur verið í Føroyum, hevur ofta verið í januarmánaði. Altso ikki í vanligari ferðamannatíð. Ferð eftir ferð nevndi hann havið og brimið, og meðan vit ofta kalla sjógvin >ljótan<, tå hann er kargastur, segði - hann seg kunna blanda estetikk upp í sjórokið um veturin. Alt veldst um eygad, sum sær. Og gestsins eyga er eisini gløgt.