Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-04-30, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. apríl 1999síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

- Gjógvin millum innflytarar og flóttafólk ødru- megin og innfødd hinumegin, nýtist ikki at vera so stór. Trupulleikarnir i Danmark til dømis botna i, at danir halda, at hesi fólkaslegini skulu liva sum tey, sigur Ann E. Joensen, sosialpeda- gogur, ið hevur arbeitt millum flóttafólk og inn- flytarar í Danmark í nógv ár. Í dag er hon leið- ari á frítíðarskúlanum í Hornagetu í Havn. - Taka vit flóttafólk henda vegin uttan at gera okkum til reiðar, kunnu avleiðingarnar verða, at tey koma í eini verri støðu enn tey vóru í áðrenn. Mat, klæði og tak yvir hevdið er eitt, men tað týdningarmesta er at geva teim- um eina barlast soleiðis at tey koma fyri seg aftur, sigur Ann Elisabeth Joensen, ið hevur ar- beitt millum Kosovo-albansk flóttafólk eth Joense n, sostalpedagogur: Mynd: Jens Kr. Vang tíðindablað Nr. 81 — 30. APRIL 19992 - Vit eiga at hjálpa flóttunum út frá teirra fortreytum K )KK g Óg enniskj sltea orku at geva víð g tí eiga vit tkki at irka okkum til bert at pengar og klæðir Men fyrst og fremst mugu t gera okkum greitt. hvat tað merkir at taka ímóti flóttafólki og fyrireika kkum væl. Mat, klæði og tak yvir høvdid er eitt, tað týdningarmesta er álpa teimum sálarliga og kensluliga. at geva teimum eina barlast, so- at tey koma fyri seg 2 eftir tad, tey hava upplivad. Hesi fólkini hava mist alt, tey eiga, og tí er fyrsta stigið at hjálpa teimum at arbeiða sorgina og missin. sigur Ann E. Joensen, ið hevur drúgvar royndir at arbeiða millum flóttafólk og innflytarar í Danmark. - Fyrsta stigið, føroying- ar eiga at taka, er at út- búgva fólk til endamálið, og at fáa fatur á ødrum, ið hava royndir við at ar- beiða millum etniskar minnilutar. Reyði Krossur i Føroyum átti at sent fólk av stað at arbeiða i flótta- fólkalegum aðra staðni. Vit eiga fyrst og fremst at hjálpa fólkunum á stað- num, men ikki fyri ein og aka ímóti flótta vit fólk henda 1 uttan at gera okkum ir. kunnu avleiðingarnar verða, at flóttafólkini koma í eini verri stóðu enn tey vóru í áðrenn. Tey hava einki at venda heim aftur til, og vit kundu komið í ta stóðu, at Dan- mark ella eitt annað landið má taka yvir, tí vit ikki megna uppgávuna. Eru vit hinvegin klár, dugi eg ikki at síggja nakrar trupulleik- ar við at integrera flótta- fólkini. Førovingar og fordómar - Eg seti stórt spurnartekin við at avmarka uppihaldið í Føroyum. Vit kunnu ikki geva við einari hond, og taka við hinari. Hetta eru menniskju, vit hava við at gera. Børnini hjá flótta- fólkunum, ið koma henda vegin, finna vinir í Føroy- um, og festa røtur her. Albania er fátækasta land- ið í Europa og Kosovo er oyðilagt. Tá ið Kosovo er bygt upp aftur um eini 20 ár, kunnu vit ikki eina ferð aftur ríva tey upp við rót og krevja, at tey skulu av stað aftur. Tað er ómenn- iskjaligt. At Danmark tålmar i nu, skilji eg væl. Tað er neyðugt at hava greiðar karmar, tá ið land- ið hevur so nógvar innflyt- arar. Føroyar hava nógv at læra av grannalondunum, sum hava tikið ímóti inn tlytarum og flóttafólki í nógv ål Vit sleppa ikki undan fordómum. Fordómar og intoleransa botna í vant andi vitan, og tí eigur Føroya fólk at verða upp- lyst, soleiðis at fordómar- nir verða fyribeindir. Tað verður ikki gjørt frá degi til dags, men alla tíðina. Halda vit, at vit skulu læra flóttafólkini at liva soleið- is sum vit liva, skulu vit ikki taka ímóti teimum. Vit eiga at hjálpa teimum út frá teirra egnu fortreyt- um uttan mun til, hvat tey trúgva og halda. Alit og virðing Ann E. Joensen arbeiddi til fyri trimum árum síðani sum sosialpedagogur á einum dagháskúla í Keyp- mannahavn fyri innflytarar og flóttafólk, har ímillum fleiri Kosovo-albanarar. Háskúlin, ið bert var fyri kvinnur, helt til í eini stór- ari íbúð á Nørrebrigv. Hetta var ein verkætlan, ið skuldi vera ein roynd í tvey ár, men hon hevur eydnast so mikið væl, at skúlin hevur fimtan ár á baki í dag. Endamálið við skúlanum er at geva inn- flytarum og flóttafólki undirvísing, ið er viðkom- andi hjá teimum í tillagan- ini til eitt nýtt samfelag. - Eg byrjaði at arbeiða á dagháskúlanum sum av- loysari, men varð verð- indi, tí tað hevði og hevur mín stóra áhuga at arbeiða millum hesi fólk. Treytin fyri at koma at arbeiða á einum staði við so nógv- um ymiskum fólkum er, at tú ert fordómsfríur. Tað ljóðar stórt. men tú skalt veruliga gera upp við teg sjálva og arbeiða sakliga og professionelt. Tað merkir kortini ikki, at kenslur verða hildnar utt- anfyri. Tú skalt fyrst og fremst virða tey og tað tey standa fyri. átrúna, ment- an, siðir og virði, ið saman er teirra samleiki. Hesi viðurskifti kanst tú ikki gera teg inn á, men heldur taka stødi í teimum. Royn- ir tú at ávirka tey við tín- um meiningum, sannføring og tí, tú stendur fyri, - at tað er meiri og betri enn tað tey hava -, fáa fólkini ikki álit á tær, ei heldur virðing. Hetta er tað týdningar- mesta av øllum. - Tá ið álit og virðing eru bygd upp, eru inn- flytararnir og flóttafólkini opin fyri tí, ið nýggja samfelagið hevur at bjóða teimum. Í byrjanini eru sjálvsagt trupulleikar, tí alt er nýtt. Skulu fólkini inte- grerast, tað vil siga slúsast so natúrliga og menniskj- ansliga inn í samfelagið, skal eitt stórt forarbeiði til, tí annars er vandi fyri, at tú tekur nakað frá teimum. Og tað eiga vit alla tíðina at minnast til. Alt forar- beiði eigur at verða bygt á, at tú skal geva teimum nakað, sum tey kunnu brúka saman við tí. tey longu hava Tað ber væl til at hava tvær mentanir Kvinnurnar á dagháskúla- num, Ann E. Joensen ar- beiddi á. hava longu verið ígjøgnum viðgerðarskip- anina og fingið hjálp til at arbeiða sálarligar trupul- leikar. ið tey hava fingið av at vera koyrd út úr teirra egna landi. Tá eru tey komin tað stigið longri og eru til reiðar at læra samfelagið at kenna. - Kvinnurnar høvdu ógvuliga ymiska bak- grund, nógv høvdu lítla og onga skúlagongd. Tí snúði tað seg um at læra tey at liva í danska samfelag- num, tey heilt grundleggj- andi vidurskiftini, og tå kom danskt-undirvisingin av sær sjålvum uppi. Ann E. Joensen hevur eisini arbeitt millum ungar innflytarar i Danmark. Eisini í tí arbeiðinum hev- ur dentur verið lagdur á at stuðla teimum í at halda fast við tað tey hava heim- anifrá, sjálvt grundarlagið. - Tað ber væl til at hava tvær mentanir, eina prim- era og eina sekundera. Tann primera er títt grund- arlag, meðan tann sekund- era er hon, tú gerst brúk av fyri at klára teg í sam- felagnum, tú byrt í. Trupult at seta í bás Føroyingar, ið hava bland að seg uppí kjakið, um vit skulu taka ímóti flóttafólki ella ikki. hava víst á, at tað er ikki bara sum at siga tað at fáa fólk við aðrari mentan og átrúna henda vegin. - Mínar royndir eru, at flóttafólk og innflytarar eru rættiliga ymisk. Tey eru trupul at seta í bás. Tey eru ikki so nógv indi- vidualistar sum vit. Tað er meiri heildin, familjan, tað snýr seg um. At vera muslimur er eitt vítt hug- tak. Nøkur eru muslimar av tradisjón meir enn av trúgv, sum eitt nú kurdar- nir. Kosovo-albanar eru ødrvisi enn til dømis irak- arar ella palistinensarar. Vit liggja tættari Kosovo enn Irak, bæði landa- frødiliga og mentunarliga. Tey eru ikki so fremmand fyri okkum og ti lættari at integrera. Muslimarnir, eg havi arbeitt imillum, hava virding fyri, at onnur hava aðra trúgv enn tey, og royndu ikki eina ferð at kroysta nakað yvir okkum. Og tað kunnu vit ikki siga um okkum sjálv, sigur Ann E. Joensen at enda.