Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-04-30, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. apríl 1999síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 81 — 30. APRÍL 1999 Á bygd í Nepal í tvey ár Tann 16. juni seta Tommy Petersen og familja hansara seg í flogfarið og halda leiðina til Nepal í Himmalaya fjøllunum. Tommy skal í starv hjá DANIDA innan umsiting. Hann skal starvast í Surkhet, ið liggur einar 500 kilometrar frå hóvuðsstaðnum Kathmandu Dagfinn Olsen Mynd: Alvur Haraldsen Í húsunum á Høvdagøtu á Argjum er frålikt útsýni yvir Nólsoyarfjørð og inn ímóti Havnini. Og Júst í hesum døgum er útsýnið serstak- liga gott, tí eingir urtapottar eru í vindeygunum at forða útsýninum. Tommy Petersen og fam iljan hava nevniliga pakkað meginpartin av innbúgvi num niður, tí brátt halda tey leiðina av landinum. Til Ne pal í Himmalayafjøllunum. har Tommy skal arbeiða i tvey ár fyri felagskapin DANIDA Vit seta okkum uttanfyri. Veðrið er av tí besta henda seinnapart síðst í apríl, og sólin skínur. Innan umsiting og miðspjaðing Tommy og konan Maja vóru fyrst í nítiárunum á skeiði hjá danska felags- skapinum DANIDA. Síð- ani hava tey onkutíð søkt, tá okkurt starv hevur verið leyst í onkrum fjarskotnum landi. Hesaferð eydnaðist og Tommy skal starvast sum eitt slag av umboðs- manni í býnum, ella bygd- ini, Surkhet, og myndug- leikarnar í Kathmandu. - Tað eru eini 10 ár síðani, at demokrati rættiliga kom fyri seg har. Síðani hava tey stríðst við at fáa hetta at virka og ein ætlan var gjørd, ið nevnist „Good Gover- ments“. Hjálpin úr Dan- mark var fyrst at skipa so fyri, at tey fingu nakað grundleggjandi at vita um eittnú mannarættindi. Seinni er so sett sum mál at miðspjaða umsitingina, ið tey seinastu 40 árini hevur verið rættiliga miðsavnað. Har komi eg so inn í mynd- ina. Eg skal verða ráðgevi í at miðspjaða umsitingina og virka sum umboð hjá fyri- sitingini í Kathmandu í Sur- khet økinum, sigur Tommy. DANIDA fíggjar soleiðis eina ráðgevara innan mið- spjading. Ein leiðari av ætl anini er úr Kathmandu og tvey fólk eru so úti. Tvey oki eru vald út og Tommy verður so umboðsmaður í eina økinum - Eg skal sita sum ráðgevi hjá økismyndugleikunum í hesum økinum, ið telur eini 300.000 fólk. Lógin sigur greitt, at fyrisitningin skal miðspjaðast. men verri er at fremja tað í Verki. sigur Tommy og leggur aftrat. at ætlanin bert er skrivað og nú fyrstu ferð verður framd Kongadømi Nepal er kongadømi. Fara vit aftur í S0'ini, so kann ein nærum tosa um eina- ræði. Tó var stýrið lagt út um landið. men bygdi uppá útvald fólk. Kongur hevði tó nógv vald. Síðani mátti kongur lata nakað av valdi sínumog gamla gardan av útvaldum hvarv eisini. Upp gjøgnum tíðina eftir hetta vóru so fólkavald forum, ið vóru óbeinleiðis vald, men ongantíð riggaði hetta rætti- liga. Veruligt demokrati kom ikki í lag. Síðani hendir tað, at kongur gongur við til at skipa samfelagið soleiðis, at hansara stóða líkist meira ti, ið vit kenna á okkara leið- um. Hann skipar undir- og yvirhus, men hevur tó enn nakað av valdi. Men formelt kemur veruligt demokrati, men at fáa hetta at virka er ikki sum at siga tað, og her hjálpir DANIDA við ráð- geving. Landið er stórt og geo- grafiskt býtt upp, t.d. við fjøllum. Tommy skal so vera í einum øki og royna at fáa miðspjaðingina at virka. Børnini fyrst avstað Fyrsta dagin fara børnini, Lív og Gyða, avstað til Dan- markar at ganga í skúla. Komandi = viku halda Tommy og Maja avstað og skulu m.a. á fyrireikingar- skeið í 3 vikur, har til dømis tað at læra tungumálið er á tíðindablað Tommy, Gyðja, Maja og Lív skulu búgva í Nepal komandi tvey árini På skrånni. 16. jnui halda tey so leidina til fjarskotna landid Nepal, har tey næstu 2 árini skulu búðleikast. Dugir at improvisera Tommy hevur starvast 25 ár í Føroyum. Tað er tað mesta av hansara yrkistíð. Meðan hann las løgfrødi í Keyp- mannahavn arbeiddi hann å ymsum rådharrastovum og vann sær royndir innan samstarv vid EU. Tommy væntar, at hann kann nýta nógvar av sínum royndum í føroysku umsit- ingini í starvinum í Nepal. Tó væntar hann, at talan verður ikki um at flyta eina skipan til Nepal, men at finna loysnir, ið hóska. Helst einfaldar loysnir, ið rigga, tí ikki er óavmakrkað av peningi til taks. - At eg komi frá eini um- siting, ið ikki er so gomul, og sum eisini á mangan hátt er undir umskifti, ger, at eg eri ikki so fullvisur í, hvussu alt skal gerast. Vit hava demokratiska siðvenju og smáar eindir, men hinvegin eitt mini samfelag, við øll- i eg pm øl ever um eindum. Eg skal arbeiða á bygd og samstarva við fólk har. Allar hesar royndir koma mær til góðar og eg eg havi roynt ymsar greinir av umsiting. Eg havi lært at improvisera, og tað trúgvi eg kann koma mær til góðar seinni, sigur Tommy. Ongan streym Tommy veit ikki so nógv um økid og landið enn. Hann hevur tó lisið sær til nakað. Td. eru tøknilig hjálpartól til taks, so sum møguleikar fyri telduposti. Tó er el-orka ikki gerandis- kostur á bygd í Nepal. Ut- send, so sum Tommy, hava egnan generator. Arbeiðast kann partvís á enskum, á lokalmálinum ella við tolki. Hinduisma er høvudsrel- igión. 25.000 fólk búgva í bý- num, ið liggur í einum dali í 700-800 metra hædd. Fólk eru fyrikomandi, verður sagt. Tey arbeiða nógv og alt ber brá av, at hetta er fátækt land. Landbúnaður er høvuds- vinna, um 80-90% av BTU hjå Nepal kemur frå land- búnaði. Eydkennt fyri menningarlond er eisini, at nærum eingin ídnaður er. Fimti ára dag í Nepal Tommy og failjan hava fleiri ferðir tosað um at fara avstað í slíkum grindum. Fyrst var tað sonurin Janus, ið var tíkin vid upp á ráð. Hann er nú 23 ára gamal og starvast sum myndamaður í Keypmannahavn. Síðani hava tey prátað við Liv, ið er 14 ár. Bæði Lín og Gyða, ið er 7 ár, hava góðan hug at fara. Tommy, ið er 49 ára gam- al, er eisini fegin um. at han nú fekk tilboð um at fara í starv hjá DANIDA. - Um nøkur ár hevði Giv- að verið nakað seint hjá mær at farið út á fyrsta sinni, heldur Tommy, sum í august kann halda fimti ára dag sín í Nepal. Tommy hevur farloyvi frá starvi sínum, sum leiðari Kærustovninum. Konan Maja hevur eisini farloyvi frá sínum starvi. Í Nepal skal hon á fyrsta sinni royna 17 leiklutin sum heimagang- andi. Gyða skal ganga á einum missiónsskúla, meðan Liv má longur burtur heimani- frá í skúla, tí skúlaverkið ikki er so væl fyri at hýsa eldri næmingum. Sleppa undan ár 2000 - Eitt. ið møguliga er stutt- ligt at kanna. tað er, hvussu tey har eru sloppin undan ár 2000 trupulleikanum. Í Nepal hava tey nú ár tvey- túsund og nøkur fimti. Nú veit eg ikki, fyri fimti árum síðani høvdu tey neyvan teldur, heldur Tommy. ið tó heidur vera áhugavert at kanna, hvat tey har siga um henda trupulleika. Í Nepal halda tey nýggjár í apríl. Sostatt hevur nýggjár júst verið. Eisini hjá familj- uni Petersen á Høvdagøtu verður talan um nýggj ár í teirra tilveru. Ar, ið Tommy væntar koma teimum til góðar á so mangan hátt. Mennandi år, ið tey øll koma at hava gott av, bæði menniskjasliga og á øðrum økjum.