týsdagur 4. mai 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Internet: www.sosialurin.fo
Spennandi - áhuga-
verd ráðstevna
Oddagrein
I farnu viku varð skipað fyri eini bæði spenn-
andi og åhugaverdari rådstevnu í Norður-
landahúsinum undir heitinum „Smátjóðir“.
Endamálið við ráðstevnuni var m.a. at lýsa,
hvussu aðrar smátjóðir í heiminum hava skip-
að og klárað seg - og við hesum sum grund-
arlag at líta at okkara egnu tjóð Føroyar, ið
sannliga eisini má koma undir heitið „Smá-
og at tjakast verður um okkara egna leiklut
sum so - uttan mun til, hvar ein beinleiðis
hoyrir heima politiskt. Ti ein ráðstevna við
fleiri framstandandi serfroðingum eigur at
geva okkum ollum íblástur á fleiri okjum. Hvat
enn sambandsmenn ella javnaðarfólk halda
um fullveldisætlaninar hjá hesum landsstýr-
inum, so kann tað bara vera gott, at orða-
skiftið um storri sjálvstýri ella fullveldi fær
okkum føroyingar til at taka spurningar um
eitt meira fjoltáttað og professionelt vinnuliv
og umsitingina av samfelagnum annars upp
til seriøsa og sakliga umrødu. Tí vit vita tað
oll somul - líka mikið hvorjum „leiri“ vit so eru
- at vit langt frá eru rokkin á mál hvorki
vinnuliga, politiskt, mentanarliga, umsitingar-
liga osfr. Tað skulu vit heldur ikki, tí talan er
um eina prosess, sum alla tíðina broytist. Tí
vil eisini sjálvt málið broytast við tíðini. Men
vit eiga og kunnu í storri mun læra av mistøk-
um, og vit kunnu taka við læru av ødr-
um.Lyklaorðini eru: dugnaskapur, vilji og dia-
logur.
VONANDI fara vit í kjalarvørrinum á ráð-
stevnuni í Norðurlandahúsinum at hoyra, hvat
politikarar, embætisfólk, vinnulívsfólk oo.
hava fingið burtur úr og hvat tey meina ráð-
stevnan kann brúkast til. Eftir okkara tykki er
tað umráðandi, at vit oll hava eitt opið sinni
og ikki leggja fótonglar fyri hvor annan, út frá
hvar vit standa politiskt. Tíðin er komin hartil,
at vit foroyingar í storri mun hugsa tvorpolitiskt
- at vit brúka tær fáu men góðu kreftir, ið eru
í hesum landi - til nakað konstruktivt og upp-
byggjandi. At vit gevast við at tosa í yvir-
skriftum - í slogans - í herrópum. Men tosa
og tjakast við hvor annan sum vóru vit oll eitt
og sama fólk, sum eisini er opið fyri tí skila-
góða,ið kemur uttanífrá. Latið okkum viðgera
tað, sum „serfroðingarnir“ løgdu fram, uttan
at seta hvor annan í bás ella grava skotgrovir.
Og her kann nevnast, at eitt sunnari og meira
fjøltåttad vinnuliv kann bera okkum langt á
sjálvstýrisleið. Eisini kann nevnast tað, ið sagt
varð um fólkaatkvoðurnar komandi: at tað skal
meira enn vanligur meiriluti til at avgera fram-
tíðar lagnu okkara. Ahugavert, tí tað stríðir
beinleiðis ímóti tí, ið løgmadur og varaløg-
maður hava úttalað. Tí er tað eisini nakað,
sum vit eiga at viðgera við teimum fremm-
andu eygunum. Og læra av. Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jan Møller Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðstjóri:
Blaðfólk:
Aki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
ítróttarskrivari:
Emil L. Jacobsen
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Alvur Haraldsen
Útgevari, uppseting og prent:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Bi
Postadr: Postsmoga 76, |
110 Torshavn
| — Telefon: 311820
| — Telefax. 314720
| email:
| — postØsosialurin.fo
Viðmerking:
Búskaparbólkurin: samfelagið
skal skrúvast niður á lægri stig?
A miðdegi mikudagin t
28.4. bar útvarpið tey tíð
indi, at formaðurin í ser-
frødingabolkinum, sum skal
kanna buskaparligu fyri-
treytirnar fyri fullveldisætl
anini hjá landsstýrinum,
longu hevur framlagt fyri
bils niðurstøður av kanning
ararbeiðinum. Hetta var
gjørt á rådstevnuni í Norð
urlandahúsinum um smá
tóðir
Rong tíðindi
í útvarpinum
M.a. segði utvarpsmadurin,
at búskaparneyndin "mæli
til — stjórnarskipanarligar
broytingar" til tess at fáa
fult ræði á búskapinum. Nú
so heppin. at eg hevdi
eitt eintak av ti skjalinum,
som varð framlagt í Nord
urlandahúsinum. Og tað
Váttar at útvarpið bar rong
tíðindi. Tað verður ikki við
einum orði mælt til stjórn-
arskipanarligar broytingar.
Fvørturim6ti åvisir bú
skaparnevndin, “at før-
oysku myndugleikarnir
høvdu og framvegis hava
ræði á sterkum búskapar-
var eg
politiskum amboðum". men
at teir hava ikki evnad at
brúkt hest amboðini nóg
væl, m.a. av alstórum ko
ordinationstrupulleikum
(2). Og hetta mælir nevndin
til at bóta um við skipanar
ligum reformum, tvs. inn
lendskum reformum. Onki
verdur sagt um, hvat hetta
skal verða. Men tað er
hvussu er nakað hetlt annað
enn at rógva uppundir, at
stjórnarskipanarligar ella
ríkisrættarligar broytingar,
fullveldi e.t.. skal
verða ein fyritreyt fyri at fáa
ræði yvir búskapinum
Eg ringdi til útvarpið og
greiddi frá. at tað var ikki
rætt. sum teir søgdu í tid
indunum. Men tíverri hava
teir ikki hildið tað verða
neyðugt at rætta seg sjálvan
sum Ld
Ikki faklig men
politisk nidurstøda
Annars kemur formaðurin i
búskaparneyndini í sama
skjali við einari víðgang-
andi politiskari niðurstøðu.
sum eg ikki kann annað enn
undrast á. Hann sigur, at av
ti at tað er ein øgilig óvissa
um ríkisveitingarnar (?), so
“eigur innlendski eftir-
spurningurin ikki at verða
tillagaður til hvat íð føroy
ingar hava ráð til her og nú.
við teirra egnu framleiðslu
og ríkisveitingunum, men á
einum lægri stigi ("on a
lower plan") har man tekur
hædd fyri møguligum sker)
ingum í rikisveitingunum.”
Altso. innlendski eftir
spurningurin - tað er t.d
lønarinntøkurnar, almanna
verkið. heilsuverkið. undir-
vísingarverkið. samferðslan
skal skrúvast niður
á eitt lægri stig !
Hetta er jú em rættiliga
víðgangandi politisk - og
ikki faklig - niðurstøða at
koma við longu nú. Og
kann ikki annað enn elva til
at man setir spurnartekin
við fakliga autoritetin hjá
formanninum í búskap
arnevndini.
Ti tann forhastaða niður
stødan tykist at verða hans
ara verk. Fleiri av búskap-
arfrødingunum, sum sita í
hesi góðu búskaparnevnd.
siga seg onki kenna til slíka
niðurstøðu. Teir vita onki
o.m.a.
um at nakar fundur hevur
verið, har slík nidurstøda er
V iðgjørd
Tað verður eisini sagt. at
frágreiðingin frá búskapar-
nevndini skal handast
landsstýrinum nú 10. maí
Men politikkarar úr and
støduni og almenningurin
annars mugu so pent bíða.
inntil tann setti redaktørurin
á hvítbókini hevur gjørt sítt
arbeiði. og vit tann 10. juni
sleppa at síggja. hvat man
er komin fram til. Vónandi
var tann forhastaða niður-
støðan hjá nevndarfor
manninum ikki nøkur frå-
boðan men bert ein óætlað-
ur bummari.
Hans Pauli Strøm,
løgtingsmadur
Sjey
fingu
dugna-
skapar-
progv
Mikudagin í síðstu viku
fingu sjey fólk dugnaskap-
arprógv á Foroya Sjómans-
skúla.
Undirvísingin er tilboð
gjøgnum Tórshavnar
Kvold- og Ungdómsskúla.
Tað sermerkta við skeið-
num hesaferð var, at av
teimum sjey, sum fingu
prógv. vóru triggjar kvinnur.
Aftast frá vinstru: Doreta Bloch, Súsanna Martinsdóttir, Olaf Nielsen, Kári Olsen,
John Arnfinn Reynstind, Asa Róin og Eydna Sigurstein. Fremstir sita Napoleon
Nólsoy, leiðari í Tórshavnar Kvøld og Ungdómsskúla og lærararnir á Sjómansskúla-
num, Petur Hans Dahl og Christian Poulsen
Krevja 15 kr meira í løn
JAN MULLER
Føroya Arbeiðarafelag og
Havnar Arbeiðskvinnufelag
hava nú spælt alment út við
sínum lønarkravi, sum er 15
kr. oman å vanligu tima-
lønina.
I brævi til Føroya Ar-
beidsgevarafelag siga fel-
øgini, at lønarkravid er
grundað á, at limir teirra
síðani 1992 hava verið fyri
eini áhaldandi reallønar-
lækking. Lønarkravid svar-
ar í krónum til ta lækking,
sum lønarbólkar innan fyri
hálv almennar stovnar hava
fingið í sambandi við
sáttmálasamráðingarnar í ár.
Víðari verður sagt, at áður
hevur ikki verið óvanligt, at
lønarhækkingarnar = vórðu
ásettar í prosentum, men
henda gongd førdi við sær,
at limirnir, ið frammanund-
an hoyrdu til lægsta lønar-
bólk í landinum, dragnaðu
enn meira í mun til aðrar
lønarb6lkar, og slíka gongd
kunnu feløgini sjálvandi ikki
góðtaka.
Víst verður á, at fægstu av
limunum hava fulla ar-
beiðsviku, og ti er årslønin
hjá stórum parti av limunum
ikki stórt meira enn 100.000
kr. Tí sigur tað seg sjálvt, at
hesir limir og familja teirra
hava ilt við at klára seg
fíggjarliga siga forkvinnunar
báðar.
Arbeidarafeløgini vísa eis-
ini á, at virkini hava flest øll
seinnu árini havt framgongd,
og tí skuldi verið rúmd fyri
at latið arbeiðsfólkinum eina
lønarhækking, serliga tá
hugsað verður um, at tað eru
hesi somu arbeiðsfólk, sum
hava verið við at leggja
lunnar undir henda framburð
hjá virkjunum, við í áravís
at hava góðtikið eina
reallønarlækking.