Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-05-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. mai 1999síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 82 — 4. MAI 1999 tíðindablaðið Ovin Carlsson, stjóri í ES-Vagt í Esbjerg: Vit fylgja gongd- ini í Føroyum Tvøramadurin Ovin Carlsson, sum hevur drúgvar royndir hjá AP Møller, er i dag stjóri í frálandareiðaríinum „ES- Vagt "i Esbjerg, hvørs skip í dag veita tænastur til olju- vinnuna í danska partinum av Norsjónum serliga. -Vit hava eisini eyguni við gongdini í Fóroyum sigur Ovin Carlsson, sum saman við Kent Kirk frá somu fyritóku, var á kunnandi vitjan í Fóroyum nú um dagarnar JAN MÚLLER Nú vónir tykjast vera fyri eini endaligari undirskriv- ing av marknasáttmála mill- um Føroyar og Bretland og ein útbjóðing harvið verður aktuell eru feløg í oljuvinn- uni so spakuliga farin at vísa Føroysum ans. Eitt av hesum feløgum er tað dan- ska ES-VAKT, sum er eitt reidari, ið arbeiðir í frá- landavinnuni, serstakliga í danska partinum av Norð- sjónum. Nú um dagarnar vórðu umboð fyri felagið á eini kunningarferð í Føroyum. Við í ferðalagnum var før- oyski stjórin, Ovin Carlsson umframt ein av oddamonn- unum í felaganum. fyrr fólkatingsmaðurin = Kent Kirk, sum eisini hevur røtur í Føroyum. Ovin Carlsson sigur við Sosialin, at teir komu til Føroyar fyri líkasum at „sondera terre ngið“. - Vit ar- beiða ikki enn við nøkrum ítókiligum ætlanum í Før- oyum, men tað er altíð rætt at kunna seg um viðurskift ini sigur hann og vísir á, at teir hitti umboð fyri ymisk feløg. Eisini stukku teir inn á gólvið hjá løgmanni, men tað var meira í privat, tí Kent Kirk vildi fegin hitta føroyska floksfelagan, An- finn Kallsberg. AP Møller eigur ES-Vagt. hvors fulla heiti er „Esbjerg Vagtskibsselskab“ eigur 11 skip og hevur 2 gj í gerð Hetta eru Skip. sum arbeiða í frálandavinn uni Obeinleiðis er tað AP Moller samtakið, sum eigur fyritókuna. Eigaraviður skiftini eru soleiðis háttað, at bjargingarfelagið Swit- zer, sum AP Møller eigur fult og heilt, hevur 75% av partapeninginum í ES-Vagt, meðan ein privat fyritøka í Esbjerg. ESE Holding eigur hini 25% Ovin Carlsson hevur ver ið stjóri í ES-Vagt síðani 1997 og hevur hann ikki færri enn 175 fólk í arbeiði Sjálvur er hann føddur á Tvøroyri men hevur stóran part av lívi sínum arbeitt á sjónum. Hann hevur siglt sum stýrimaður og skipari hjá AP Møller í mong ár men hevur eisini arbeitt í landi. Hann hevur verið 5 ár í Onglandi og 2 í Hålandi, so talan er hevur verið um eitt rættiliga spennandi og fjølbroytt arbeiðslív Sjálvur heldur Ovin, at starvið sum stjóri í ES-Vagt er áhugavert og eisini ein stór avbjóðing, og hann dyl- ur heldur ikki fyri, at sum føroyingar er tað spennandi at fylgja við gongdini í Føroyum -Eg siggi og hoyri, at optimisme in er komin fyri seg aftur , og so er oljan kanska heldur ikki so langt burturi! Hóast hann ikki beinleið is hevur gjørt sær so nógvar tankar um eitt komandi føroyskt oljuævintyr, so er tað náttúrligt. at Ovin Carls son eisini hevur Føroyaøkid í huganum, tá talan er um at fáa nýggjar arbeiðsupp- gávur í framtíðini Vit hyggja sjálvandi eisini eftir Føroyaøkinum, og tað verður so sjálvandi eisini vid føroyingum um borð sigur hann og vísir á, at fleiri føroyingar í løtuni sigla við skipunum hjá ES- Vagt Hann leggur aftrat, at teir hava fylgt við gongdini í Føroyum og bíða nú við spenningi eftir, at markið skal koma uppá pláss - fyri síðani at lata upp fyri fyrstu útbjóðing Ovin Carlsson veit, at tå oljufeløgini fara at gera seg út til at bora, tá verða eisini boð eftir reiðaríunum, sum hava skip til at tæna frá- landavinnum tað verið seg hjálparskip, vaktarskip ella supplyskip Følarar úti Vanliga er hetta nakað av tí síðsta, sum kemur upp á pláss undan eini boring, Ovin Carlsson, stjóri í ES- Vagt júst verið í Førovum men hjá ES-Vagt halda teir kortini. at tað longu nú er týdningarmikið at hava følarar úti og kunna seg við víðari gongdina í Føroyum Hvussu langt eru teir so komnir við at fáa samband við føroyskar fyritøkur! Ovin Carlsson: - Vit royna sjålvandi at vera klårir til útbjóðingina og halda møguleikan opnan fyri sam starvi við føroysk virki Men hóast føroyska ekið tykist áhugavert. so fara tað at ganga nøkur år, til olja møguliga verður funnin og framleiðsla kann byrja Sum sjómaður og við drúgvum royndum innan frálandavinnu heldur Ovin Carlsson, at hetta føroying ar eru vælegnaðir til at taka sær av tí partinum av frá landavinnuni, sum hevur við veitingar- hjálpar- og vaktarsskip av ymsum slag at gera Uppá fyrispurning um ikki føroysk virki sjálvi eru før fyri at átaka sær hesar uppgávu sigur Ovin Carls- son, at tað sjálvandi vilja vera uppgávur, sum kunnu gerast her, men vísir sam tíðis á, at oftani verður hetta við skipum í frálandavinn- uni blanda saman í ein elli bita. Tí tað er munur á ein- um hjálparskipi, ið skal liggja við eina ómannað in- stallitión og so eitt vakt- arskip, ið skal kunna savna fólk upp í eini vanlukku- stóðu. Hann vísir á, Hósvík, sum hevur lagt seg eftir at hava hjálparskip. hevur klárað seg væl í so máta at Tor í Danmark Danland ibudir 6,137, re på0 DanCenter summarhus I vika i 2, "6,247,- Noreg summarhusi Pers Hotel i Gol its 09 8 Ivikai — . summarhusi Hetland Fasterhoull Chalets i 9 0 4 slands summarhusi vid 7 daga innivist å hotelli í dupultkamari Edda % Hotellini Siglt verður annan vegin Sigl & Flúgu sov Tórshass- - Hanstholm og gr - Vågar Å lb, SMYRIL LINE Tel 31 59 00 3.431, IVTI hvønn e-mail: bookingGsmsril-line.fo