Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-05-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. mai 1999síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 83 — 5. MAI 1999 tíðindablaðið Fyrimyndarligur dagstovnur Inni á Gøtu Mánadagin varð nýggjur dagstovnur latin upp Inni á Gøtu. Og talan er uttan iva um góðar umstødur í hesum nýggja dagstovni. Tí karmarnir verða nevniliga mettir at vera fyrimyndarligir JOHN JOHANNESSEN Fólk eru fegin um nýggja dagstovnin Inni á Gøtu. Hann er millum annað av tveimum útlendskum peda- gogum skírdur at hava fyri- myndarligar karmar. Talan er um fyrsta ný- bygning innan dagrøktina, ið Torshavnar byråd hevur staðið fyri í tiggju år. Men arbeiðið er eydnast væl, og nú kunnu 42 børn byrja í barnagarði Inni á Gøtu. Stovnurin hevur tvær barnagarðsstovur, og eita tær Rókin og Túgvan. Talan er eisini um spælistovu til dagrøktina og felagshøli hjá ungdóminum at nýta um kvøldarnar. So ikki kann sigast annað, enn at væl er fingið burturúr nýggja bygninginum. Føroyskt innbúgv Innbúgvið í nýggja býlings- húsinum er ógvuliga áhug- avert. Meginparturin av øll- um innbúgvinum er nevni- liga gjørt i Føroyum. Tad er Hans Dåvid Dam, 10 hevur teknad, og P/F Bygnings- snikkaravirkid hevur fram- leitt snotiliga innbúgvið. 6,5 milliónir Kostnadurin av nýggja bý- lingshúsinum er umleið 6,5 milliónir krónur. Byggi- kostnaðurin er 5,5 milliónir og kostnaðurin fyri innbúgv og leikur liggur um slaka million. P/F Guttesen og Staksberg hevur staðið fyri jø rd og betongarbeiðinum og P/F Byggitek hevur stað- ið fyri sjálvum høvuds- byggiarbeidinum. Jóhanna Hansen er sett sum leiðari fyri nýggja stovnin, og afturat sær hev- ur hon seks fólk í starvi. Leivur Hansen, býráðs- formaður í Havn, handaði mándagin Johannu Hansen ein A lykil til býlingshúsið. Harumframt fekk Nancy Hansen, leiðari fyri dag- røktina eisini ein Á lykil, og Niels Jákup Thomsen, for- maður fyri eigarafelagnum Inni á Gøtu, fekk ein E lykil handaðan. Í Trivnaður er eitt krav Elin Lindenskov, formaður í sosialu nevnd í Tórshavnar Býráð, heldur, at ein ikki bert kann hugsa um at byggja út, fyri at útvega fleiri pláss í dagróktini. Hon heldur, at hugsast má samstundis um trivnaðin og menningina hjá ein- staka barninum JOHN JOHANNESSEN Få býráðsformaðurin, Leiv- ur Hansen, heyði handað lyklarnar til brúkararnar av nýggja býlingshúsinum, heyði Elin Lindenskov eima heilsu til gestirnar. Hon ynksti fyrst tillukku við nýggja barnagarðinum, spælistovuni og felagshúsi- num, og vísti á, at húsið hevur verið nógv umtala seinastu árini, og helt hon, at óiva var onkur, ið ikki trúði, at tað nakrantíð fór at gerast veruleiki. Tillukku við nýggja barn- agarðinum, spælistovuni og felagshúsinum! Býlingshúsið hevur verið nógv umtalað tey seinastu árini - Oviva eru tað tey, sum ikki trúðu, at hetta fór at gerast veruleiki Tað er liðið hálvtannað ár síðani býráðið, á fundi 6. noveber, samtykti at fara undir at byggja býlingahús- ið Inni á Gøtu. At tað bleiv eitt býlingahús her uppi, er eitt úrslit av einum mið- vísum barnagarðspolitikki - men ikki minst eigur eigar- afelagið Inni á Gøtu sin stóra part av æruni. Uttan tykkara luttøku og åhald andi stríð fyri at fáa bygt húsið, høvdu vit neyvan verið her nú Hetta er fyrsti nýbygn ingur, sum býráðið hevur staðið fyri seinastu nógvu árini. Eg kann nevna, at øll hini býlingahúsini hava hildið 10 ára fødingardag. Tvey av teimum eru tó út- bygd, og harvið víðkaði við 20 barnagarðsplássum Tá sostala neynd setti bygginevndina tl býlinga- húsið , valdu vit, at hesuferð skuldu fakfólk og brúkarin vera umboðaði í neyndini. Fakfólkini eru Asa Eg- holm, leiðari á Norðasta Horni, Maibritt Jacobsen, leiðari Undir Fjalli. Fyri brúkararnar var Niels Jákup Thomsen, formaður fyri eigarafelagið Inni á Gøtu umboðaður í neyndini. Um- framt hesi, vóru fyrst Mar- ius Miller og síðani Unni Justinusen, frá byggideild- ini í neyndini, og sjálv havi eg verið formaður Eg kann ikki siga annað enn, at arbeiðið í hesari nevndini hevur verið spenn- andi og áhugavert. Her hava nógvir spurningar verið við- gjørdir. Hetta er eitt býling ahús, ið skal brúkast av fleiri pørtum. Fyrst og fremst skal barnagarðurin nýta tað, men eisini er spæl- istova til dagrøktan, rúm til eigarafelagið, og i løtuni arbeiðir sosiala neynd við takanum at knýta ein út- barnagarð afturat spælistov- uni hjá dagrøktini. At fåa hesar eindir at virka undir einum og sama taki er ein stór avbjóðing. Ein avbjóðing ul tín, Jo- hanna. Tú kemur saman við starvsfólkunum og børnu- num at virka her hvønn dag Tad verða tit, sum skulu mynda stovnin, og harvið koma at seta tykkara merki á samstarvið. Vit onnur kunnu bara ynskja tykkum alt tað besta, Umframt bygginevnd, hava nógv onnur sett sín dám á hetta býlingahús, og TS mr se rr Hálvtannað ár gekk frá samtykt varð at byggja dagstovnin - og enn starvast handverkararnir uttan fyri Býlingshúsið inni á Gøtu Mynd: Jens Kristian Vang eg fari eisini at takka arki- tektum, handverkarum og øðrum fyri tykkara leiklut Barnagarðsøkið i bynum hevur seinastu try årini ver- ið raðfest sera ovalaga hjá Tórshavnar Býráð. Tí er tað at taka ein nýggjan stovn í nýtslu ein stórur dagur. Og um vit hugsa hálvttriðja ár aftur í tíðina og brúka tølini, sum vit tá brúktu at arbeiða eftir, Ja, so heyði tørvurin á barnaansing nærum verið nøktadur nú. Í november 1996 vóru 289 børn á bíði- listanum, og síðani tá hava vit útvegað útvið 200 nýggja pláss, hóast málsetn- ingurin var 30 nýggj pláss um árið í tíggju ár Tað er ikki bara sum at siga tað at útvega so nógv nýggj pláss, og tað gerst ikki frá degi til dags. Tað er hesin nýggi stovnur eisini eitt gott dómi um. Í hesum føri tók tað hálvtannað ár, frá býráðið samtykti at fara undir at byggja og ul í dag, nú fyrstu børnini byrja á stovninum. Alternativir møguleikar og nýhugsan eru tvey orð, sum oftani verða brúkt mill- um politikkarar, serliga tå tað ræður um barnagarðs- politikkin. Hetta hevur eis- ini merkt arbeiðið her í bý- num. Nú skal eg ikki gera meg til talsmann fyri alternativ- um møguleikum, ti hvar eru alternativir møguleikar? Hinvegin hava vit gingið nýggjar leiðir. Vit hava nú skjótt tvey ára royndir við útibarnagarðinum Spíra- num. Higartil hava vit bert góðar royndir, og geva hes- ar royndir okkum íblástur til eisini at royna ein Uli- barnagarð her uppi. Og so kann eg nevna, at ein Uti- 2 Bo? barnagardur er settur å stovn í Klaksvík, og at aðrar kommunur eisini hugsa um at gera tað sama. Kanska er tað bæði alternativt og ný- hugsandi. At vidka um dagrøktina var eitt tað fyrsta vit fóru undir, tá bíðilistin aftur fór at vaksa. Skjótasta loysnin var at víðka um plåssini, ti tå skal ikki hugsast um stór- ar iløgur. Men hinvegin, mátti = dagrøktarskipanin hava betri umstødur at virka undir, um hon áhaldandi skal útbyggjast og mennast. At menna og geva dagrøkt- arskipanini betri umstødur at virka undir, varð eisini tikið við, tá hetta býlingahús skuldi byggjast. Hetta var fyrsta royndin at knýta eina spælistovu afturat einum barnagarði - her ganga vit aftur nýggjar leiðir, og spennandi verður at síggja, hvussu hetta fer at hepnast Fyri tey mongu, sum enn standa á bíðilista, er óiva útvegan av nýggjum pláss- um tað fremsta í huganum. Fyri tey tykist tað kanska logi, at vit hava valt at byggja ein stovn við 42 nýggjum plássum, og at hini 20 plássini eru útvegað til børn, ið eru í skipanini frammanundan. Tað er væl skiljandi, men hinvegin mugu vit eisini ansa eftir, at vit ikki bara hugsa um at útbyggja, mer at vit, sam- stundis sum vn byggja út, hugsa um innihaldið í til- boðnum. Børnini hava, eins væl og onnur, krav upp á tivnað og menning i ger- andisdegnum. At enda fari eg at ynskja tykkum øllum góða eydnu og tillukku við nýggja barn- agarðinum, spælistovuni og býlingahúsinum.