mikudagur 5. mai 1999síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nú er tíðin komin, tá ið skulanæm-
ingar kring alt landið sita við sveitta-
brot og stríðast fyri einum líkinda
próvtokuúrsliti, sum kann hava stór-
an týdning fyri lagnuna hjá teimum
víðari í lívinum
Terji Nielsen
Kring alt landið sita skúla-
næmingar í hesum døgum
og stríðast við provtøkur.
Næmingar á teimum ymisku
HF-skeiðunum eru longu
farnir undir tær fyrstu av
sínum mongu próvtokum,
meðan studentaskúlanæm-
ingarnir og næmingarnir á
handilsskúlunum og í fólka-
skúlunum í næstum fara
undir sínar.
Stórt trýst o
krevjandi tíðarætlan
Ymiskt er, hvussu ymsu
næmingarnir hava tað við at
ganga til próvtoku. Summi
eru, sum als ikki taka sær
tykni av hesum, og tískil
taka próvtokudagarnar sum
allar aðrar dagar í skúlaári-
num. Hesi eru helst í minni-
luta, ella kann tað bara tykj-
ast so, tí at hini, sum íkki
hava tað so gott við próv-
tokum, eru nógv sjónligari.
Einki er yvir at dylja, at tað
eru sera nógvir skúlanæm-
ingar, sum hava tað ser-
stakliga trupult við at ganga
til pråvtøku. Løturnar upp
undir sjålva próvtokuna fara
til at vitja nátthús, ganga og
mala aftur og fram og til
annað, sum kann fáa tank-
arnar á onnur ting enn júst
próvtokuna. Hesir næming-
ar kenna pråvtøkuna sum
eina ogiliga byrðu á sínar
herðar, og tað er ikki sort,
at man hevur samkenslu við
hesum næmingum.
Hjá nógvum næmingum er
tað eisini so, at próvtokur-
nar eru so nógvar í tali, at
tey ikki síggja seg hava
nakran møguleika fyri at
koma igjøgnum alt próv-
tokutilfarið, áðrenn tey fara
til próvtokuna. Serliga nógv-
ar í tali eru próvtokurnar hjá
HF-næmingunum. Hesir
Yngd nr. 18
5. mai 1999
Á
2. árg.
UNG 99:SOSIALURIN
næmingarnir skulu til einar
tólv próvtokur, og í fleiri
forum eru tey til próvtoku
dag um dag.
Er próvtokan rættvís
Sum áður nevnt, so er tað
ógvuliga ymiskt, hvussu fólk
hava tað við at ganga til
pråvtøku. Hetta sama kann
sigast um, hvat fólk halda
um skipanina við próvtok-
um.
Tað er greitt, at oll tey,
sum ikki eru so glað fyri at
ge til próvtoku, í nógv-
um forum fáa eitt úrslit,
sum, orsakað av nervum,
ikki samsvarar við veruliga
forleikan hjá teimum.
Tey, sum íkki eru ávirkaði
av at ganga til próvtoku,
hava tað munandi lættari,
og hesi vilja í fleiri forum fáa
eitt betur úrslit enn hini, hó-
ast veruligi forleikin er eins
hjá báðum pørtum.
Onkur vil so kanska siga,
at hetta ger einki, tí tað er jú
bara nøkur tel, men so er
ikki. Hesi tøl kunnu hava
sera stóran tydning, um tú
hevur ætlanir um at fara
undir víðari lestur á hægri
lærustovni. Til summar út-
búgvingar krevst, at tú hev-
ur ein so og so høgan mið-
alkarakter, og tá koma próv-
tøkuurslitini á miðnámsskúl-
YNGD Í DAG:
Ung sleppa ikki
at dansa í høllini
anum, ella hvar tað nú er, at
hava stóran týdning
Hetta er heilt greitt íkki
rættvíst, men spurningurin
er, hvat ið man kann gera
við henda trupulleika. At ein
lærustovnur skal hava sam-
rødur við oll tey, sum søkja
um lærupláss, er óhugs-
andi, tí hetta er alt ov orku-
og peningakrevjandi.
Kanska hevði tað borið til,
at man í staðin fyri eitt próv-
tokuskjal, ið er fult av kar-
akterum, gav næminginum
á Hálsi ...
eitt skriv, har lærarar og
leiðsla á skúlanum gera
eina heildarmeting av næm-
inginum, bæði hvat viðvíkur
fakligum og oðrum forleik-
um.
Grátur og gleðisróp
Hendan tíðin, sum vit júst
eru farin undir, og sum
heldur fram heilt til juni
mánaði fer at halla, er ein
ógvuliga kensluborin tíð. I
summum forum fara næm-
ingar at ganga og gráta,
meðan tað í oðrum forum
verður talan um sonn gleð-
isróp, tá ið tað gongur ein-
um betur enn væntað.
Hjá teimum, sum vara av
ellum næmingum, er tað av
stórum týdningi, at tey geva
næmingunum stundir og
umstoður til sjálvi at stýra
gongdini, meðan tey ganga
til próvtoku. Hetta ger, at
næmingurin ikki í eins stór-
an mun kennir trýst frá um-
hvørvinum, sum hann ann-
ars kundi gjørt. Hetta kann
hava stóran týdning á end-
aliga próvtokuúrslitið hjá
næminginum.
Yngd ynskir ollum skúla-
næmingum kring landið
góða eydnu við próvtoku-
num.