hósdagur 6. mai 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
A — EFT DØDT INNA EUR
Ábyrgdarblaðstjóri: | Marknadardeild: | Dagfinn Olsen Myndamenn: Postadr: Postsmoga 76, |
Jan Møller | Jonhard Hammer | John Johannessen Jens Kristjan Vang | 110 Tórshavn |
| Dagbjørt S. Hansen = | Sveinur Tróndarson Alvur Haraldsen - Telefon: 311820 |
Blaðstjóri: | | | Utgevari, uppseting og prent: Telefax. 314720 |
Eirikur Lindenskov=— | Blaðfólk: | ítróttarskrivari: | Sp/f Sosialurin emalk
| Aki Bertholdsen, | Emil L. Jacobsen | Bústaður: ; post & sosialurin.fo
Turið Kjølbro Argjavegur 26, Argir )
Kunna um og selja
foroyskt og Foroyar
Oddagrein
VIT hava áður víst á, hvussu stóran týdning
ráðstevnur av ymsum slag, sum verða hildnar
her heima, kunnu hava fyri okkum foroyingar
- har tað ræður um at fáa vitan og læra av
utviklinginum í oðrum londum. Men tað hevur
so sanniliga eisini stóran týdning, at vit eru
við á ráðstevnum, framsýningum ol. í oðrum
londum - og har kunna um okkum sjálvi men
eisini fáa íblástur tann vegin.
HERFYRI kunngjørdi Menningarstovan eina
ætlan fyri luttoku á ráðstevnum oc fram-
syningum í oðrum londum. Sjálvandi eiga vit
at vera við til slík tiltok fyri harvið at menna
handil og vinnulív og annars at skapa menn-
ing á oðrum okjum eisini so sum á mentan-
arøkinum.
JUST í hesum døgum eru nógvar foroyskar
fyritokur við á Rek-Tór framsýning í Íslandi.
Hon verður sett í dag. Hetta hendir stutt eftir,
at vit hava verið við á stórari matvoru messu
í Brussel. Tað er annars ikki so langt síðani,
at foroysk virki vóru við á stórari messu í
Skotlandi. So vit eru við, har tað hendir. Tað
er greitt, at hetta hevur útreiðslur við sær,
men tað sleppa við ikki undan, um vit vilja
marknaðafora okkum. Og tað skulu og mugu
vit, tí tað er ein týðandi partur av ollum vinnu-
vinum - av ti at vinna pening til landið. Hvat
kemur so burtur úr kundi verið spurt? Hetta
er ikki altíð lætt at seta tol á, tí talan er um
eina prosess, har tú kanst meta hvorja luttøku,
sum eitt lið í eini heild. Hinvegin eiga vit at
gera alt fyr at sameina kreftirnar og evaluera
sohvort. Tvs. at vit eiga onkursvegna at taka
pulsin eftir hvorja slíka luttoku. Og hetta kundi
verið gjørt innan fyri karmin av tí Utflunings-
í.
fé
4.
+
Oy
(07)
m landsstýrið hevur ætlanir um at seta.
MEN lat tað standa fast: at teir pengar, sum
vit Druka til luttoku á messum ol. eru baga-
ellir at meta móti teimum virðum, sum vit
Kunnu heinta inn uppá longri sikt. Skulu vit
tosa um eitt meira fjøltåtta6 og utbygt vinnuliv,
so er marknaðarforingin ein týðandi partur.
Tá kann ein so altíð røda um, hvat er besta
marknaðarforingin, og kanska var tað eitt gott
hugskot, um komandi Utflutningsråd møguliga
I samstarvi við vinnuna og Norðurlandahúsið
skipaði fyri ráðstevnu, sum nettup snýr seg
um marknaðarforing.
ENN ein týðandi ráðstevna og messa verður
í september mánað. Hon er í Aberdeen og
snýr seg um frálandavinnuna. Til ta tíð má
roknast við, at vit hava fingið eina markna-
avtalu við bretar, og at arbeiðið uppá fyrstu
útbjóðing er komið væl áleiðis. Tvs. at tá hava
vit foroyingar veruliga nakað ítokiligt at fara á
messu til: nevniliga at marknaðarfora Føroyar
sum framtíðar íloguokið hjá altjóða oljuvinnuni
við nógvum spennandi avbjóðingum fyri alt
tað foroyska samfelagið. Hetta er nakað, sum
eigur at hava stóran áhuga ikki bert hjá olju-
myndugleikunum men eisini hjá vinnulivinum
m heil OSI i
sum heild Sosialurin
Viðmerking:
Hvat ynskja vit
Martin Palldam segði við
UF, at Føroyar saktans klára
seg sum sjålvstødug tjóð.
men fyrst mugu vit gera
okkum greitt. hvat tað er
fyri samfelag vit ynskja
Tað. sum miðlarnar hava
tikið upp eftir hann. hevur
ofta undrað meg. og minti
tú teg á, hvat hann áður
hevði sagt. var einki sam-
svar, ofta ein andsøgn. Hetta
verður serliga sjónskt. um
tú samanber hann við ein
annan danskan frøding sum
Lise Lyck, men kanska tað
er hansara máti, at gera vart
við seg
Sjálvandi må hann við-
ganga. at vit, um vit vilja
tað. kunnu klára okkum
sjálv
Tað hevði verið vónleyst
hjá honum at funnið vis-
indalig prøgv um tað mót-
satta. men so kemur hetta
sera »vælmeinta« og >sjálv-
fylguliga«, at vit fyrst mugu
avgera. hvat tað er fyri sam-
felag vit vilja hava. Kann
nakar vera ósamdur við
honum?
Lat okkum hugsa, at vit
fóru at práta og práta um
hetta evnid, og at vit eisini
komu ásamt um, hvussu
samfelagið skuldi vera. Ja,
tað heyði verið heimstíðind-
ir við lít
Fólk úr ollum ættum
høvdu tust ul Føroyar
Og vit fingu fullveldi, og
Vit seta á Stovn stóran stovn
at ansa eftir, at tað samfel-
agið, sum vit vóru samd um,
verður sett á stovn og varð-
veitt. Tori eg at skjóta upp.
at tey sum altíð koma við
øðrum uppskotum, og kom
andi ættarlið. sum eisini alt-
íð skulu gera alt annarleidis,
enn tað foreldrini hava.
verða send á Stóra Dímun
(I suðri søgdu vit. at hann
ella hon skuldi verið send a
Dímun, um onkur var
óskikkiligur).
Hava vit fyrst endaligt
funnið fram til, hvussu okk-
ara samfelag skal vera, tá
er slottið vunnið.
Hevði M. P. tuttlað Nyrup
hugskotið i oyra, so hevdi
ikki bara lív komið í hann,
men allan danskan politikk,
kanska eisini í ollum ES.
Gud og hvor maður hevði
gingið og mutlað ella spurt
hvønn annan: »Hvat er tað
fyri eitt samfelag. tú vilt
hava«.
Sovjet datt sundur, føln-
aði. doyði, men áðrenn fekk
M. P. bjargað einum av-
leggjara, einum kvisti, og
nu roynir hesin føroyavinur,
sum øll hildu var høgra-
maður, at pota hann niður í
føroyska mold.
Sjálvandi skulu vit hava
eina føroyska republikk
(tjóðveldi) brúki orðið
republikk, fyri at gleða
mínar sostalistisku lands-
menn, eisini javnaðarmenn.
Tað var jú republikkir, teir
ynsktu í sínari tíð).
Og eins sjálvandi skulu
vit hava fólkastýri.
Fjórða hvort ár ella fyrr
sleppa fólk so at velja teir
løgtingslimir, sum sam-
pakka vid teirra ynski. Sam-
felagið verður hareftir.
»Mans vilji er
himmiriki«.
Far hetta verið annarleið-
is? Sjálvandi. Sig hitt orðið
sjålv/ur.
mans
Steinbjørn B. Jacobsen
Streymloysi å Sosialinum
HOGNI MOHR
Kokkan 11.16 í gjár mistu
allar Argir og partur av
Vesturbýnum í Tórshavn
streymin. Orsøkin til slitið
var, at privat byggifelag av
óvart kvetti ein kaðal við
tiegjarmálastýrið
Streymurin kom aftur um
miðdagsleitið. men fór part-
vís aftur. og tá blaðið fór til
prentingar lógu óhepnu
havnafólkini og húsini á
Hamrinum á Argjum enn í
streymloysi
Henda maskinan, id ar-
beiðir vid fíggjarmála
stýrið á Argjum, elvdi í
gjár til streymlovsi
Mynd: Jens Kristian Vang
HOGNI MOHR
Oðinsmorgun kom mynda-
maður okkara. Jens Krist-
tan, fram á hetta gásaparið
á Hvítanesi. Talan var undir
øllum umstøðum um tríggj-
ar ungar, men kanska leggj-
ast fleiri til sum frálíður.
Brostið fyri nev Hvítanesi
Tað grør um gangandi fót.
og um góða viku er Kross-
messa (15. mai). Gamalt er
at tjaldrið hevur fult reiður
Taka vit allar
á hesum degi.
hesar fyriboðanir fyri fult,
bendir alt á, at summari er í
nánd...
okkara
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og hjálp-
semi tá kæri pápi. verpápi. abbi. gubbi og langabbi
LUDVÍK JOHANNESEN
í Dali
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk fyri blómur. kransar og peningagåvu til Dals
kirkju og til tykkum oll sum fylgdu honum til
hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Børnini