Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-05-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. mai 1999síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| Nr. 86 — 8. MAI 1999 tidindablad 13 Nr. 86 — 8. MAI 1999 Teir hugna sær i dyrdarvedrinum i Sørvågi - seinasta sunnudag Fjølbroyttir góðveðurstónar úr Vágum Orð: Martin Mouritsen på Andrés Helgason ur Is partarnir eisini ljóða væl fólkalagnum. ið Eric Ball o var eisini hesaferð Myndir: Andrass Henriksen Musikkstevnan fyri blås- arar var hildin leygardag- in, 1. mai, í høllini Sør- vågs skúla. Ljóðviður- skifti, pallur, áhoyrara- pláss og sjálvur karmurin var góður. Dýrdarveður var hendan dagin meðan spælararnir marsjeraðu teinin eftir Niðaravegi til skúlan undan konsertini. Tað er ikki lætt at mar- sjera og spæla í senn, og ætlanin var neyvan at marsjera í framsýningar- anda, men heldur at gera vart við tiltakið og fyri at seta dám á stevnuna. Vertirnir, Sørvågs Tón- leikarfelag vid Stefan Simonsen sum dirigenti, løgdu fyri og spiladu seg rættiliga ut. Tveir fyrrver- andi musikkskúlalærarar, landi og Peter Betley úr Bretlandi, sum tað tíðar- skeiðið teir vóru her. vóru leiðarar hjá orkestrinum, spældu við á konsertini eins og fleiri aðrir stuðuls- spælarar. Orkestrið hátíðarhelt fjøruti ára stovningardag, og í tí sambandi hevði orkestrið bilagt ein marsj. Vágamarsjin, frá bretanum Goff Richards. sum sjálv- ur stjórnaði væl skrivaða marsjin við góðum skift- um millum tað hátíðarliga og tað lagakenda. Rich- ards leggur í tónasmíði sínum serligan dent á tað rútmiska, men fekk eisini mjúkari spæl fram í væl spælda miðpartinum. Mar- sjurin krevur hampuliga gott orkestur, men tóna- smiðurin hevur hegnisliga smíðað soleiðis, at veiku Goft Richards arbeiðir í gerandisdegnum sum tón- askald, leggur til rættis og dirigerar útvarps- og sjón- varpstónleiki hjá BBC. Hann er dómari til ymisk- ar kappingar og arbeiðir innan fleiri tónleikasleg. men her er hann best kendur fyri leiklutin innan horntónleik. Vestmanna Hornorkest- ur við Atla Petersen sum leiðara, hevur unga mann- ing og so at siga allir spælararnir eru musikk- skúlanæmingar hjá Atla. Orkestrið hevur góðan klang, og tað tykist sum teimum dámar at vera saman og spæla. Skráin var væl blandað við ba- rokk, klassiskum og disco tónleiki og hóskaði væl til orkestrið. Solistur á kornet við Fuglafjarðar Hornorkestri var ungi og evnaríki Johan Hentze. sum kom væl frá sera torføru avbjóðingini í stykkinum Napoli við variasjonum, 10 Graeme Rudd hevur lagt til rættis. Fjúrtan ára gamli Johan Hentze eigur at koma longur fram i ljósið nakað skjótt. Graeme Rudd var burturstaddur, og Steve Foggin, 10 starvast hjå Boosey & Hawkes i Lon- don, var komin til Føroya at leiða Fuglafjarðar Hornorkestur og Nes Sóknar Musikkfelag á stevnuni. Orkestrini og Steve høvdu fingið væl burtur úr stuttu venjingar- tíðini. Tvøroyrar Hornorkestur hevði musikkskúlalæraran Dewi Jones sum dirigent. Tað hoyrdist í teimum báðum fyrstu stykkjunum, at Dewi Jones dugur at forma og frasera tónleikin so at hann ljóðar rættur og einfaldur. Dewi fer av landinum næsta skulaår, eftir at hann hevur starv- ast í Suðuroy seinastu tvey árini. Vónandi halda næmingar, ið enn ikki eru við orkestrinum, áfram næsta ár. Tað liggur líka sum ein skylda á teimum trimum orkestrunum úr Havn og úr Klaksvík at spæla á ávísum stødi. Havnar Hornorkestur við Ova Olsen spældi vakurt legato í russiska Dýrdarveður var hend- an dagin meðan spælar- arnir marsjeraðu teinin eftir Niðaravegi til skúlan undan konsertini legði til rættis, og Skansamarsjurin hjá Olaf Ellingsgaard. ið Ro- bert Oughton legði til rættis, ljóðaði somuleiðis væl Klaksvíkar Hornorkestur við Sharon Fisher og stór- um hópi av royndum spæl- arum, hevði góðan hornor- kesturljøm, og ljóðfori- sjavnvågin var góð. Skráin var væl sett saman úr tí skemtiliga til tað álvarsliga. Harmoniorkestrið GHM við Atla Petersen og Ken- neth Jones hevur unga manning, sum fekk amer- ikansku folkaløgini at svinga. Kenneth Jones heyði eins og fleiri aðrir úr at gera at spæla í fleiri orkestrum sum stuðuls- spælari. Seinast á skránni spældi felagsorkestur, ið Goff Richards sjálvur stjórnaði. Spælararnir høvdu stóra virðing fyri Richards. og sjónligt var at teimum dámdi at spæla Farandole úr Larlesienne Suituni eftir Bizet, men áhoyrarnir vóru, eftir hálvanfjórða tíma í messingljómi, so mikið lúgvaðir at útbrotið nærkaðist, og sjálvur marsjeraði eg út. meðan felagsorkestrið spældi seinasta marsjin Old Comrades. Konan skuldi til Shakespeare in Love i Havnar Bio Musikkstevnu konsertir nar hava oftast verið drúgvar fyri áhoyrararnar. sum flestir munnu ynskja seinastu orkestrunum ein langan marsj. Men spælar arnir hava góða stevnu fyri tað. um konsertirnar ikki eru áhoyraravinaligar: og Dygdin á stevnuni skal ikki metast á ahoyraratali men almenningurin skal hava ein møguleika at vitja konsertirnar hóast alt Orkestur og fyrireikarar mugu enn einaferð hugsað um endamál við komandi musikkstevnum og serliga konsertunum í hesum sambandi. Spæla orkestr- ini fyri hvørjum ødrum, sær og sinum, og hava åhoyrar yvirhøvur nakran tydning ? Mitt bod er, at størstan tydning hevur tað at vera saman um tónleik- in, vera virkin og at lurta eftir øðrum. Orkestrini skulu ikki leggja seg eftir at fáa eins nógvar áhoyr- arar sum Prix Føroyar, men álíkavæl. Eru níggju orkestur við, má spælitíðin fyri hvort orkestur. íroknað skift, setast til tíggju minuttir Serliga áhugavert tiltak á stevnuni var fyrilestur Goff Richards, sum at leggja til rættis og skriva fjøltåttadan tónleik Goff Richard segði seg vóna, at myndugleikar virðismeta týdningin at ung og eldri eru virkin í tónleiki saman. og helt at hetta er nakað serstakt fyri blásarar; og so minti hann á tað sannroynd. at ein kann fáast við tónleik til doyggjandi dag. men fyri treytin er, at ein fær møg uleika at byrja á ungum árum Sørvågs Tonleikar felag vid John Mouritsen og fleiri løgdu góðan karm um stevnuna og syrgdu fyri at oll kendu seg væl sólskinsdagin 1. mai i Son agl Til lukku