Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-05-08, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. mai 1999síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablað Stig á leiðini É— til Iqaluit í Baffinoy í NUNAVUT Annar partur av ferdafråsøgn hjá Erlingi Simonsen frá ferð í Nunavut, har hann vitjar dóttur sína Rannvá, ið er gift og býr har på e kon ståakast og > 10, sum ymsum eskiligum. Sjalvur roynir sum frægast at fáa rúmd y Y a ] «lue borði 5 SSU x B IK z SC st , ; g ) SAS es til Kangerlussuaq (nordara Streymfjør0in) á vestur- strond Grønlands Hesin flúgvarin var heldur stórri. enn vit eru von við Eg fái sjáldan hildið skil á teimum ymsu útgávu- num á flogførum, støddum 0.s.fr., so eg meti bara um støddina við at telja stólar og gongdir úr bakborð í stýriborð — hesin flúgvarin hevði 2 sessir í hverjum borðinum og 4 í miðjuni og 2 gongdir So hann var hampuliga stórur. Teir heilt stóru umb« »ttarnir hava 3 sessir í hvørjum borðinum og einar átta í miðjuni Tá ið langar igur spurningur, og hann eitur tíðin Tað tekur eina ávísa tíð at ferðast ein vissan tein, men tú skalt eisini flyta klokkuna eitt vist tímatal, alt eftir um tú ferðast eyst- ureftir ella vestureftir Tá ið tú kemur til Dan- markar úr Føroyum, verð- ur klokkan flutt ein tíma fram, úr Danmark til Grønlands verður hon flutt 4 tímar aftur, úr Grønlandi til Baffinoy 2 tímar aftur. Munurin úr Føroyum til Iqaluit í Baffinoy er 5 tímar — tå ið klokkan í Iqaluit er 6 um seinna- partin, so er hon 11 um kveldið i Foroyum og á egna urið tínum. sum tú hevur á skøvninginum Og tað er tann vanliga songartíðin heima . men her, sum tú nú ert, er klokkan ikki meira enn 6 altso noyðist tú at bíða 5 tímar, áðrenn vanlig song- artíð verður her á staðnum og t á er føroysk klokka 4 um morgunin. Í royndum tínum at laga teg eftir hesi nýggju klokkutíðini verður tú bæði linur og ússaligur ymsar tíðir á degnum, og nakrir dagar ganga, áðrenn tú kemur rættuliga fyri teg. Eg giti, at ein dagur gongur fyri hvønn tíma, tú skalt flyta klokkuna aftur, áðrenn alt er heilt í lagi aftur Henda trupulleikan kalla tey JET LAG (framborið sum 0.u.: gjett-legg) At flúgva heimaftur eystureftir eru hesir trup- ulleikarnir nógv lættari at basa eftir mínum fáu royndum Tá ið vit hugsa um at flúgva langar leiðir, hugsa vit vanliga um at ferðast til Íslands, Onglands ella Danmarkar. Tað kunnu vit líkasum fata í huganum Slíkar teinar eru vit meira von við Men tá ið talan er um at ferðast um stór høv og heilar veraldarpartar verð- ur alt nógv gðrvísi. Tað ber til at rokna tað út , at flúgva einar 5-6 tímar úr Europa til Amerika — at tað er 0.u. 3 ferðir longri flogtíð enn úr Vágum tl Kastrup. Hugsa bara um, at hesin teinur er á leið tann sami sum tann úr Kastrup inn í Pakistan eystur móti India. Og bara breiddin á Norð- uramerika er um at vera sami teinur Hugsa so eisini um, hvussu nógv tað kann hava at týða at búgva í Ottawa ella í Vancouver t.d. Ur Halifax ella Ottawa eru einir 4 tímar at flúgva til Iqaluit Og kostbart er eisini at flúgva innanlendis her Tu kanst fáa góð tilboð upp á ferðaseðlar yvir um hav, sum eru betri enn úr Vágum til Kastrup. Men skalt tú flúgva innanlendis , eru prísirnir ikki lægri enn teir, vit eru von vid Iqaluit, Frobisher kall- aðist býurin áður. Býar- parturin har Rannvá býr, ið er elsti býlingurin sum Hudson Bay Comp- any grundlegði Erling Simonsen og dótturin Rannvá Tá ið vit hava bíða ein tímans tíð í Kangerlussuaq er eitt kanadiskt flogfar til reiðar at taka okkum um borð og føra okkum yvir um Davis strætið til Baffi- noy í Nunavut. Hesin flúgvarin flýgur bert ta einu ferðina um vikuna. Undirtøkan man ikki vera fyri meiri enn tí eina túrinum - vit eru ikki tjúgu á hesari ferðini Stilurin er heldur oðrvísi enn vit eru von við Her skal alt henda í senn. Tú fært borið upp í føvningin tað, sum tú hevur tørv á av etandi og drekkandi. Sum tú situr og skal njóta henda góða bitan, koma tey at krevja inn fyri hann. Ikki tí, at tíðin er so ógvuliga knøpp - vit eru ein góðan tíma á flogi - tað man heldur vera tað, at alt er ikki lagt so væl til rættis Tá ið tú flýgur yvir Grønland, eru høg fjøll og stórir jøklar at síggja so langt eygað sær A leiðini vestur til Baff inoy eru fjøllini lægri og ikki so ógvuslig á at líta. Nr. 86 — 8. MAI 1999 KAVI Ein morgunin tíðliga í oktober mánaða ljóðar morgunsangurin í húsi- num: > Yahuu - yihiiiii - snow is here, snow is here.« Tað er hvítt úti - ein bilur liggur í veitini beint uttanfyri Kavin verður liggjandi kanska heilt til juni. Enn er ikki stórt kaldari enn 0.u. 0 stig, men skjótt verður kaldari. Seinni á vetrinum kann kuldin fara niður á 40 - 50 kuldastig Tá ið vit koma sveim- andi inn eftir fjørdinum - hetta er fjørðurin sum á enskum verður nevndur Frobisher Bay - síggja vit smá hús í kavaklædda landslagnum. Nú vit hava fingið fast undir fótin aftur, hava vit fyri okkum eini svávulgul flogvallarhús, og vit vita, at nú eru vit komin vegin fram til Iqaluit, komandi høvudsstadin í nýggja landspartinum Nunavut. Ikki skulu vit sleppa í gjøgnum tollin, fyrr enn vit eru kannað - ella ið hvussu so er, hava svarað | | Ta —