Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-05-08, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. mai 1999síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 86 — 8. MAÍ 1999 MÁLTEIGURIN . . Gjarna — Fegin Summi vilja reinsa føroyskt fyri øll orð, ið bara minna um danskt. Tað er so eitt, men vidhvørt ger hesin reinsi- hugur, at sjálvt góð norrøn orð verða sett á svartalista, bara tí at tey eru fyri teirri vanlagnu at líkjast donskum. Eitt av hesum >donsku< orðum, ið summi ikki orka fyri, er "gjarna". Tað er eitt gott norrønt orð, skylt við "girnast" og hevur enntá fingið norrønt umljóð (smb. kerne - kjarni). Men tað verður hildið at vera danisma, og fyri at »bøta« um føroyskt kroysta vit 'fegin' inn í stadin. Fyri nøkrum árum síðani gjørdi eg einum sonevndum »målvini« greitt, at einki er galið vid orðinum gjarna". Tvørturim6åti er hetta komið úr norrønum - tí málinum, ið mangir føroyingar hava sum fyrimynd. Men tað vísir seg, sum at summi orð eru undantikin frá hesi »reglu«. Tað er ikki nóg mikið, at orðini eru fornnorrøn - tey mugu heldur ikki líkjast donskum, skulu tey verða góð- tikin millum >málvinir<. Tí hesin sami málvinur greiddi mær frå, at í dag vita føroyingar ikki av, at "gjarna" er norrønt, men brúka orðið sum eina danismu. Í nútíðar- føroyskum er *gjarna" also ikki at rokna sum fornnorrønt orð, men sum danisma, vildi málvinurin vera við! (SIC!) Eg trúði annars, at um orð eru fornnorrøn, so eru tey fornnorrøn, annaðhvort tey líkjast donskum ella ikki. Men sambært summum føroyingum eru orð bara forn- norrøn, um tey ikki líkjast donskum. Hetta má vera tað, ið teir konu kalla loysingarfilologi. Um sjålvt norrøn orð eru ov donsk, hví ikki tosa annaðhvort finskt ella kinesiskt, so vit tryggja okkum, at vit ikki taka donsk orð í okkara munn? Og hvussu ber tað til, at menn góðtaka 'girnast', men ikki 'gjarna'? Ei undur í, at føroyingar gerast målsliga í ørviti. Nú er einaferð so vorðið, at tað eru danskarar og ikki føroyingar, ið avgera, hvat ið er danskt. Og meg lysti at hitt tann danskara, ið vil kennast við "gjarna" sum part av sínum móðirmáli. tí orðið er ikki júst identiskt við "gerne" (tá krevst gott hugflog). Kanska halda danskarar "gjarna" vera italienskt orð. men neyvan danskt. Vandi er ikki bara fyri, at vit við hesum málsliga snævurskygni spæla av við nógv góð føroysk og norrøn orð. Spurningurin er eisini, um *fegin' altíð kann brúkast í staðin fyri "gjarna". Sum áður nevnt. er "gjarna" skylt við 'girnast'. Men eru vit altíð fegin, tá ið vit girnast nakað? I Halgubók stendur, at tú mást ikki girnast konu næsta tíns. Hetta kann eisini umsetast til, at tú mást ikki vera fegin eftir konu næsta tíns. Men sum bíbliumál hevði tað verið heldur bersøgid. Og merkir tað heilt tað sama? Annars er 'fegin' eitt sera gott orð - til sítt brúk. Tað ríkar málið og er eisini at finna í t.d. jámtlendskum bygdamálum. Men fyri mær ljóðar "gjarna" meir neutralt enn 'fegin', í týdninginum gjarna. Tann, ið girnast, kann sanniliga eisini vera óður - t.d. óður eftir verðini. Og tann, ið er óður eftir verðini, kann mangan vera glaður fyri makt. Tann, ið á donskum er "glad for piger”, er "óður eftir konufólki" á føroyskum. Og tann, ið er óður eftir konufólki, vil fegin hava konufólk. Hetta er ein stuttlig målslig andsøgn, og nettupp tí er spurning- urin, um vit eiga at skifta tað (í hesum førinum) neutrala orðið 'gjarna' út við *fegin'. "Gjarna' sigur jú einki um, annaðhvort tú ert í góðum ella ringum lag. Eitt barn, ið stendur og hoppar framman fyri tær við stórum brosi á varrunum og mungar eftir bommi, vil fegið hava bomm. Men hvussu er við tí barninum, ið liggur skerflatt á vegnum og grætur eftir ísi? Hetta barnið vil gjarna hava ís, tað hoyrist langan veg. Men er tað serliga fegið? Biðir tú ein svenskara gera tær onkra tænastu, kann hann svar?. »Jadå, det gør jag sá gladeligen«. Men hetta verður s-gt meir í skemti, og tá krevst, at tit kennast nokkso væl. Tað neutrala orðið er *gárna'. Eitt nú kann svenska politiið heita á okkurt vitni um, at »vi vill gårna tråffa dig<. Tá eru politistarnir oftast ålvarsamir og neyvan fegnir. Sigur politiið harafturímóti, at teir vilja »gladeligen« hitta vitnið, síggja teir ikki í halaferðina á viðkomandi. Henda ræðsla fyri at siga okkurt »danskt« kann gerast ófrívilliga komiskt, um t.d. onkur óð kona fer til handils, setir knyklar í brýr og ger handilsmanninum greitt, at hon vil fegin hava pengarnar aftur fyri onkra spilta veru. Kanska verður hon fegin, tá ið hon fær afturgoldið fyri vøruna - men tað er ikki vist. Einasta, ið vit vita, er, at henda konan vil gjarna hava pengar frá handilsmanni- num. Men tað torir hon ikki at siga, tí so kunnu fólk halda, at hon ikki dugir føroyskt. Heri Eysturlíð, Stockholm heysturlid 2 hotmail.com tíðindablað if KROSSORDAGÅTA Loysnin frå seinastu viku Loysunarordid: MISKUNNARGE T T —m | <} í & |k 4 I I & (if? -; 63 1 20 1 1 hi ai Dbd 1 If { Í AK Í | AA 1 1 + rede sl 4 13t 1 få + / Í «| í *“—-——}—--}{—-4— k 4 í ik í i ————}— TF ———} 1 | Á 4 | e k x | j K. F A TX} 8 Í Í K J i | TTT — la: ageren ae VR -+ -+ TTT 141 + 47 +21 111 } + 3171 AJ | 4 vlai | | — F + rr 1 — 1 ——{" I HE HUS BE UPU —H 198 | FI £ IC A K 31) + 7 i ——— a a a + + — + | 3 - ) á … ” 11 1 1=1. lt 1. 4 4 —+— } +— +— 4 tal a ul + + få fe |S L = LJ 21M L 4} 4— 4 44 4 K ( | É R ; } P i fe CI + + T--- t + + -— A ÍA 4 í 9 PO 7 PS I IP 2 Í 1 ir IO Hvønn leygardag er krossorðagáta í blaðnum. Drigið verður millum røttu inn- sendu loysnirnar. Vinningurin er ein bók frá Bókadeild Føroya Lærarafelags ella Føroya Skúlabókagrunni. (Krossa av á listanum høgrumegin, hvørja tú best kundi hugsað tær). Fyri at verða við í dráttinum um vinningin, má loysunar- orðið vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin. Vinnarin verður saman við loystu gåtuni kunngjørdur í blaðnum næsta leygardagin. Sendið loysunarorðið til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórs- havn — og viðmerkið >Krossorðagáta nr. ...< á bjálvan. ; | EI pr | | på ||| [LL LB Gu AÐA 6 Í mm] 1 Sun mr HA DÅ kann NR 13 ÍpiS- Ss FITNA LEE nm OT Vinnari: Hans Petersen Postsmoga 98 350 Vestmanna Loysunar- orðið: Navn: Bústaður: BYgJbýur: . ............. Lesið foroyskt — hugsið føroyskt! Frå BOKADEILD i FØROYA LÆRARAFELAGS: J Úti á leysum oyggjum - Marianna Debes Dahl I Matur í myndum - Sierid Dalsgaard/ Beinta Johannesen J Í skýmingini - Sofia Petersen/Elinborg Liitzen J Barnarímur - Hans A. Djurhuus/Elinborg Liitzen Meistarin og teir fýra skrivararnir - Ulf Nilsson/Kalr N. Hansen rýddi | Frá s F ØROYA , SKULABOKAGRUNNI: J Grønur var dalurin - Richard Llewellyn/ Knút Olsen týddi J Tit bygdu hetta land - Arbeiðsmarknaðurin Jákup Pauli Strøm I Føroya jardfrødi - Jóannes Rasmussen J Frumsagnir - Neil Philip/Amy Tausen ryddi Q Mállæra - Paulivar Andreasen/Arni Dahl Bøkur og annað tilfar — bæði innan og uttan skúlagátt