Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-05-11, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. mai 1999síða 11

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 87 - 11. MAI 1999 ítróttar SOS Eysturoyggin hevdi gott hål Fótbóltur: Men IF tapti móti B36, sum nú er ájavnt við HB og KI. Málleysi dysturin í Klakvík var spennandi. men hann var alt annað enn væl spældur Nú eru trý av teimum átjan umførunum i fótbóltslandskapp- ingini 1999 løgd afturum. Og hesa ferð vórðu tað skotin fleiri mål, enn tað vóru í teimum báðu fyrstu umførunum. Í fyrsta umfarinum komu 17 mál. í øðrum umfari átta, og hesa ferð vóru málini nítjan í talið. Mál vórðu skorað í øllum dyst- unum uttan tí í Klaksvík. At einki mál verður skorað. tá hesi bæði liðini hittast, er sera sjáldsamt og er ikki komið fyri tey nógvu síðstu árini. tá nógvar av innanhýsis upp- gerðunum hava verið málríkar. KI og HB vóru undan umfarinum og eru eftir umfarið oddalið. og tað var sera spennandi. tá hesi bæði liðini hittust. men talan var ikki um hugflogsríkt og polerað fótbóltsspæl. At einki mál kom í Klaksvík hevði við sær, at sigurin hjá B36 móti IF bar árstalsfelagið uppá sama stigatal sum KI og HB. Hetta eru tey trý feløgini, sum endaðu ovast í fjør og sum undan kappingarbyrjan í ár vórðu mett at vera tey. ið fóru at vera best fyri í kappingini um FM Komandi hosdag, sum er Kristi himmalferðardagur. skulu hesi trý feløgini í eldin aftur, tí tá verða fyrru hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypid spældar. HB skal aftur til Klakvíkar. og B36 tær vitjan av VB, og sunnudagin verð- ur fjórða umfarið í landskapping- ini á skránni. Sunnudagin skulu oll tey trý oddaliðini spæla móti eysturoyar- liðum. Urtøkan hjá teimum trim- um liðunum, sum nú skulu spæla móti oddaliðunum, var góð í triðja umfarinum. GI og NSI vunnu á heimavelli. og B68 vann á utivølli. Sunnudagin fær GI vitjan av KI, og B6S fær vitjan av B36 NSI. sum undan vikuskiftinum hevði tann ivasama heiðurin at vera fyrsta felagið at geva venjar anum sekkin í 1999, skal í Gunda dal at royna seg móti HB. I fjør var um reppið. at NSI fekk stig móti HB í Gundadali. At tað ikki eydnaðist teimum kundu teir bara takka sær sjálvum fyri. So verður spennandi at síggja. um tað fer at eydnast hesa ferð Næsta ferðin, at tvey av teimum trimum oddaliðunum fara at hitt- ast, verður 30. mai, tå HB og B36 skulu spæla. Ryggin móti múrinum Eingin hevur hug at vera botn proppur — heldur ikki í fótbólti. At tað er torført og tungt at spæla fyri at sleppa av niðurflytingarpláss unum kunnu B71 og Sumba skriva undir uppá. Hesi bæði liðini hava einki stig fingið í år. B71, sum tvær tær fyrstu ferðirnar tapti tepurt, var í Runavík. og har løgdu teir rygg til eitt orduligt tap Sumbingar ásannaðu undan vikuskiftinum, at teir so at siga vóru noyddir at fáa stig móti BOS, men tað megnaðu teir ikki. Kom- andi vikuskifti skal Sumba norður á Sand. og tað vil siga, at um eina viku verður tað í mesta lagi eitt lið, sum einki stig fer at hava. Altjóða vinkulin Teir fyrstu EM undankappingar dystirnir eru ikki so langt burtur. Skotland og Bosnia koma higar fyrst í juni, og tað vil siga. at tað kann roknast venjarin fer at lata frætta frá sær tá tvey umfør eru avereidd í at Vert er í hesum sambandi at leggja til merkis. at fleiri av monn unum. sum eru evni at vera mill um teir fyrstu ellivu, ikki spældu í vikuskiftinum. Todi Sámal Joensen sótu báðir skaddir uttanfyri. og Tomislav Sivic heyði ikki pláss fyri Øssuri Hansen á B36 liðnum. Í blaðnum í dag boð ar Jan Allan Miiller frá. at hann fer at gevast at spæla fótbólti í summar. og tað vil siga. at tað nú er greitt. at hann verður ongantíð aftur á landsliðnum jh við. at landsliðs Jónsson og Lesið eisini ítróttin á internetinum www.sosialurin.fo | NSÍ hevur skift Føroyskur fótbóltur líkist alt meiri honum í útlandinum. Spælarar verða keyptir og seld ir, og teir fáa løn fyri at spæla fótbólt og vinna. Hetta hevur alt við sær, at krøvini til spælarar- nar økjast, og fyri avrikini og harvið urtøkuna hevur tað ikki minst tydning, hvør er venjari, og hvussu viðurskiftini eru mill- um venjaran og spælararnar Gongst tað ikki. sum tað hev- ur verið roknað við og ætlað, so er vanliga gongdin, at venjarin verður skiftur út. Akkurát so- leiðis er stødan í NSI í løtuni. Undan heimadystinum móti B71 fekk Milan Cimburovic at vita frá starvsnevndini í NSI, at hann skuldi ikki spæla við sjálv- ur, at hann skuldi ikki seta liðið, sum skuldi spæla móti sandoy- ingum, og at hann skuldi íkki hava ábyrgdina av liðnum undir dystinum. Stutt sagt so er NSI venjarin tann fyrsti venjarin, sum í ár hevur fingið sekkin, og Trygvi Mortensen, sum er NSI maður um ein háls, og í mong ár hevur havt ábyrgdina av yngru deildunum, eins og hann hevur verið hjálparvenjari hjá Peturi Mohr og í ár hevur verið hjálp- arvenjari hjá jugoslaviska venj- aranum, er nú venjari hjá 1. liði. — Vit hava boðað Milan Cim- burovic frå, at hann er loystur frå ábyrgdini fyri liðnum. Hvussu viðurskiftini millum hann og okkum verða greidd, fara vit at tosa um á einum fundi í kveld, var boðskapurin, sum Jákup Mortensen, formaður í NSI, hevði at siga okkum. tá vit tosaðu við hann á middegi í gjár Í starvsnevndini sita saman við formanninum Atli Olsen. Eyð- álvur Knudsen og Eli Lassen Milan Cimburovic og NSI skrivaðu í fjør undir ein tvey ára sáttmála, sum skuldi verða gald andi í 1999 og ár 2000. Men Ják- up Mortensen sigur okkum, at tað stendur í sáttmálanum. at partarnir hava møguleika at endurskoða sáttmálan, tá fyrra árið er farið. Álitið burtur Jákup Mortensen ynskir ikki at siga meiri um orsókirnar til venjaraskiftið, fyrrenn viður- skiftini millum felagið og gamla venjaran eru avgreidd. men úr AAÆ—Æ|GAAGAÆAÆAÁ— | venjaran út Fótbóltur: Trygvi Mortensen hevur fingið ábyrgdina, og Milan Cimburovic verður ikki venjari aftur í NSI Runavík frætta vit. at spælarar- nir hava verið so misnøgdir við venjaran. at har var einki annað at gera enn at skifta venjaran út Spælararnir hava ikki kent tað soleiðis. at teir kundu hava álit á hansara dygdum sum venjari Serliga í sambandi við mál- leysa javnleikin á Toftum vórðu spælararnir illa nøgdir. Í fyrra umfarinum gekk av skriðuni, og tá teir í steðginum vidgjørdu støðuna og royndu at fáa skil á, kom ósemjan millum spælarar- nar og venjaran týðuliga til kennar. Spælararnir vóru mis- nøgdir við taktiska uppleggið. og teir vóru eisini misnøgdir vid, at venjarin hevåi sett seg sjálvan á liðið. Teir mettu ikki, at hann hoyrdi heima millum ellivu teir bestu. Trygvi Mortensen er sonur NSÍ formannin. At hann nú hev- ur fingið ábyrgdina av liðnum, kann ivaleyst skjótt tulkast tann vegin, at tað er formaðurin, sum vil hava síni framat. Men frá NSÍ spælarum frætta vit, at tað eru teir, sum hava biðið um. at Trygvi Mortensen fær ábyrgd- ina. Trygvi Mortensen hevur spælt við NSI alla sína tíð — bæði sum málverji og úti á vellinum — men hann hevur ikki verið á besta liðnum hesi bæði síðstu árini, og tað verður ikki roknað við, at trupulleikar fara at stand- ast av, at spælararnir og venjarin kennast ov væl Um venjarin megnar at hava ábyrgdina av góðari og gagnligari venjing, so kunnu vit ikki siga nakað um tað, og so rokna vit við, at úrslitini 1 at vísa Longu sunnudagin vóru onkrar broytingar á liðn- um. og tær eydnaðust væl, sigur ein av spælarunum. jh seg