týsdagur 11. mai 1999síða 17
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
18
ítróttar
Suni Olsen var sunnudagin móti VB fyri fyrstu ferð í ár við í landskappingardysti fyri GI. Og hann skoraði eisini til 2-0
nakað inn í seinna halvleik
Gøtumenn í
broyttari útgavu
Fótbóltur: Vágbingar saknaðu Popczynski. og
gøtumenn saknaðu ikki fløtu verjuna
VB ætlaði sær stig í Sarpi-
gerði, segði Krzysztof Pop-
í blaðnum leygar-
Teir fingu einki stig,
1 av høvudsorsøkun-
um til tað var. at venjarin
ikki var við í álopinum
Hann var leikbannaður. og
tað var stórur saknur
Johan Nielsen hevur ver
ið treiskur í vár. Hann hev-
ur viljað havt GI at spæla
við flatari verju. soleiðis
sum so nógv onnur lið gera
tað. Hetta hevur ikki eydn-
ast serliga væl, og í steypa-
dystinum í Klaksvík næst-
síðsta sunnudag tóku teir
avleiðingarnar og broyttu
liðið í steðginum
Hesa ferð var Jóan Petur
Olsen aftastur, og Alvi Just-
mussen var frammantyri
saman við Bartali Eliasen
Fyritreytirnar hjá GI vóru
ikki serliga góðar, tí Sámal
Joensen varð skaddur undir
venjingini hoskvøldid og
kundi ikki spæla, og tað er
framvegis ikk hugsningur
um, at Sasha kann spæla
Spæligleðin hevur nógv
at siga. Fyrr í ár hevur hon
ikki tókst serliga stór hjá
mettu gøtumonnunum,
men hesa ferð var meiri
broddur í. Kanska eisini tí
at fleiri ungir menn vóru á
liðnum, sum ikki hava roynt
at vinna gull á besta liðnum
Spælið var ikki sum í gullár-
unum, men stríðsviljin var
nóg mikið til fyri aðru ferð
av tveimum møguligum at
fáa oll stigini til høldar á
heimavøllinum
Målini
GI fekk hol á, tá smáir
tíggju minuttir vóru farnir.
Eftir hornasparksinnlegg
var Bartal Eliassen — hann
var staddur einar tolv metr-
ar úr málinum — hægstur,
og hann drønstutadi dygst
inn við stólpanum. Bjarni
Johansen í VB málinum
stóð sum negldur (tað
mundi vera, tí har var so
tjúkt fyri, at hann ikki sá
nakað). og tíverri fyri VB
var maðurin, sum hevði
staðið við stólpan, farin út
frá aftur
Súni Olsen, sum hesa ferð
var í álopinum, skoraði til 2-
0 í sínum fyrsta landskapp-
ingardysti í ár. Tveir av
mammubeiggjunum stóðu
fyri uppspælinum. Henning
Jarnskor sendi høgt og langt
úr vinstru, bólturin fór om-
anfyri Eyðun Jacobsen í
miðverjuni hjá VB, Pauli
Jarnskor fekk sett krúllin
undir bóltin, sum før inn
fyri málið aftur. og so var
Súni fyrstur á.
líggju minuttir vóru
farnir av seinna umfarinum,
og bara seks minuttir seinni
økti Erland Tvørfoss til 3-0.
Hann hevur ikki vant ser-
liga nógv í ár, men skaðar-
nir gjørdu, at tað var neyð-
ugt at hava hann á beink-
inum, og í 2. hálvleiki loysti
hann Magna Jacobsen av.
Ein av VB monnunum var
so óheppin at snitta langt
innkast innfyri málið, har
Tvørfoss var púra blankur
og fekk skavað bóltin inn
um — strikuna aftanfyri
Bjarna Johansen.
So var avgjørt, hvar stig-
ini skuldu fara. VB minkaði
um munin, eftir 64 minuttir,
men teir fingu ikki spenn-
ing í aftur. Jón Pauli Olsen
var meistari fyri málinum
eftir innlegg úr høgru.
Mistu beinanvegin
VB hevði bara Jón Paula
Olsen á toppinum. Aftan-
fyri hann vóru John Eyst-
berg og Milan Culjic á
framrættaða miðvgllinum. Í
høgru síðu á midvøllinum
var Palli Augustinussen, og
tað hevði kanska tørnað
øOrvisi út, um hann hevði
verið hepnari, tá hann í 1.
hálvleiki heyði tveir góðar
møguleikar. Fyrru ferðina
sendi hann omanfyri málið.
og hina ferðina sendi hann í
GI málverjan.
Fleiri ferðir áður hava
vágbingar fingið nógv burt-
urúr á útivelli móti GI við
at lata mótstøðumenninar
leypa á og so lúra eftir
møguleikanum at fara i
snarálop. Hesa ferð var ikki
hugsningur um at bera seg
soleiðis at, tí GI kom bein-
anvegin á odda, og so var
einki annað at gera enn at
leypa á. |
Hjá GI hevði Magni Jarn-
skor ein góðan møguleika,
tá hann kom einsamallur
móti VB málverjanum, sum
er stórur og fekk fatur á, tá
Jarnskorin royndi at lyfta
uppum málverjan. = jh
GI-VB 3-1 (1-0)
GI: Sunvard Joensen -
Rúni Justinussen, Bartal El-
iassen, Jóan Petur Olsen,
Alvi Justinussen, Leivur
Hansen — Magni Jacobsen,
Pauli Jarnskor, Magni Jarn-
skor — Henning Jarnskor,
Súni Olsen.
VB: Bjarni Johansen — El-
ian Hansen, Eyðun Jacob-
sen, Janus Kjærbo, Magni
Jacobsen — Palli Augustin-
ussen, Hans Pauli Dahl,
Milan Culjic, John Eyst-
berg, Petur Oli Samuelsen —
Jón Pauli Olsen.
NR. 87 - 11. MAI 1999
Tveir halda
fromvegis
Try umfør i kappingini
eru spæld, men framveg-
is er einki mål skorað
ímóti tveimum mál-
monnum, Bárði Johann-
esen hjá HB og Dejan
Milanovic hjá NSI, sum
hava megnað at halda
búrið reint í 270 minutt-
ir. Hetta er betri avrik,
enn tað besta úrslitið hjá
einum málmanni í kapp-
ingini í fjør, tá HB-arin
Kaj Leo Johannesen
einki mál lat fara igjøgn-
um í 262 minuttir. Og
Bárður og Dejan hava
báðir møguleika at betra
um hetta í næsta umfar-
búrið reint
inum, tá ið teirra lið
skulu spæla ímóti hvørj-
um øðrum í Gundadali.
Vit kunnu leggja afturat,
at um steypakappingin
er íroknað her, so hevur
HB-málverjin Bárður
Johannesen spælt seks
dystir á rað uttan at lata
motstødulidi fegnast um
nakað mál. Hetta er eitt
sera gott avrik hjá mál-
manninum, men vit
skulu ikki gloyma, at við
so góðari verju, sum HB
hevur, er teirra »numm-
ar Í< sjáldan undir øgi-
ligum trýsti.
ymiskar málmenn
I fjør var Rúni Lisberg
fastur málmaður hjá
Sumba. Hann spældi í 17
dystum. og í tí seinasta í
kappingarárinum 1998
vardi ungi Anfinn Thom-
sen mál. Heilt ødrvisi er
stødan i ár. Í trimum
teimum fyrstu umførun-
um hava ikki færri enn
fýra menn roynt seg í
málinum hjá sumbing-
um. Rúni Lisberg var við
ímóti B36, so fekk hann
skaða, og í Fuglafirði
byrjaði Anfinn Thomsen
í málinum. Eftir at hann
varð vístur út, fór verju-
leikarin Marlon Kjærbo
at avloysa Anfinn. Og til
dystin ímóti B68 varð
Fróði Mortensen biðin
um at koma heim úr
Danmørk. Men higartil
er tað ikki eydnast sum-
bingum at fáa nakað stig,
og allir fýra málmennin-
ir hava latið mål igjøgn-
um
9. ferð bar ikki
til hjá Kurt...
Kurt Mørkøre megnaði
ikki at skora mál í hesum
umfarinum, og tískil er
hansara privata mål-
veitsla, ið klaksvíkingur-
in byrjaði í 12. umfari
tann 15.august í fjør,
komin til enda. Kurt
Mørkøre skoraði í átta
dystum á rað, og ikki
færri enn 20 mál! Sjálvt
um Kurt íkki skoraði
hesaferð, er hann fram-
vegis á odda á topp-
skjúttaralistanum — við
fýra málum.
NBI úrniaal
londum á
Hetta umfarið hevur sett
eitt met. Ongantíð fyrr
hava leikarar úr so nógv-
um londum spælt í 1.
deild í Føroyum. Spælar-
ar, ið komu inn á vøllin
sunnudagin, umboðaðu
ikki færri enn níggju
lond. Umframt Føroyar,
vóru spælarar úr Jugo-
slavia, Póllandi, Brasil,
Danmørk, Ungarn, Bul-
garia og USA vid, og so
er rumenin Julian Flor-
esku komin afturat til
B71.
Nitjan útlendingar
vóru á vgllinum í hesum
umfarinum (fýra teirra
eru målmenn — Dejan
Milanovic úr NSÍ og Jug-
oslavia, Valdemar No-
wicki år B71 og Póllandi,
Stephen Boyle år KI og
USA, og Janos Timor år
B36 og Ungarn), og teir
skoradu tilsamans 3 mål
av teimum 19 í 3.umfari.
Øll útlendsku málini
vóru jugoslavisk — Ne-
bosja Veljkovic úr Sum-
ba skoraði tvey, og spæl-
andi venjarin hjá B36
Tomislav Sivic eitt. Øll
fyra målini hjå sumbing-
um í kappingini bigartil
eru skorað av útlending-
um — Nebosja Veljkovic
trý og Nikola Biberdzic
eitt.
sk