Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-05-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. mai 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Internet: www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov ; Marknaðardeild: Jan Miller | Jonhard Hammer | Dagbjort S. Hansen Blaðstjóri: | i Blaðfólk: Aki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Emil L. Jacobsen | ítróttarskrivari: | Myndamenn: Jens Kristian Vang Alvur Haraldsen Útgevari, uppseting og prent: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, | 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: postQ sosialurin.fo Einar ríkari Foroyar Oddagrein I dag umrødur Føroya Logting eitt stórt og tydn- ingarmikið mál, nevniliga eina avtalu millum Før- oyar og Bretland um landgrunnsmark og fiski- mark millum londini bæði. Hetta er eitt mál, sum hevur staðið óloyst í meira enn 20 ár. Loksins tykist vera komið á mál. Við samráðingum mill- um partarnar hevur tað nú eydnast at rokka eini semju, sum báðir partar kunnu liva nú. Nú er so bert eftir at fáa avtaluna samtykta í logtinginum, danska fólkatinginum og tí bretska parlamenti-? num NU vilja samráðingar millum tvey lond um so alvarsligt og stórt mál sum ásetan av einum framtíðar marki altíð vera truplar - ein spurningur um rætt, um taktikk, um dugnaskap, um vitan, um diplomati osfr. Tað er ein spurningur um at mýkja eina stoðu, ein spurningur um at krevja og geva. Tað er greitt, at í slíkari stoðu vil mangan standa í botni. Tá er tað aftur upp til eiðararnar í slíkum samráðingum at brúka sítt sunna vit og skil. Og at hava eitt gott politiskt bakland TAÐ er greitt, at vit eru teir minni mentu í hesum leiki, tí Bretland telist millum heimsveldini. Tað skuldi givið onkrum ta fatan, at so mátti tað jú enda við, at vit gjørdust taparar. Men so nýtist ikki at vera í slíkum samráðingum. Tí tað er ikki stoddin, sum telur men dugnasemi og tey rottu argumentini. Og eftir ollum at doma - vónandi eru vit ikki ov naivir her, tað vil bara tíðin vísa - so hava vit átt umrøddu eginleikar. Hyggja vit eftir útgangsstoðinum, har bretar kravdu stóran part av foroyska landgrunninum, meðan vit vildu hava eina miðlinjuloysn, so má sigast, at úrslitið kom at vera í tráð við okkara útspæl. At vit so hava fingið minni burtur úr í tí stóru grásonuni fyri sunnan er tað kompromi, sum vit hava verið noydd at gera fyri at fáa bretar at taka undir við miðlinjuprinsippinum - eitt prinsipp, sum í tí sambandi eisini má síggjast í ljósinum av teirra egnu útlegging av miðlinjuni. VIT kunnu bert siga, at Foroyar við hesi avtaluni eru vornar nógv nógv ríkari. Bert fá ár eftir, at vit í samráðingum við danir fingu rættin til undir- grundina, fáa vit nú eisini rættin til eina undir- grund, sum gongur langt út um foroyska land- grunnin. Hesi bæði - yvirtokan av ráevnunum og nú eitt miðlinjumark við Bretand, har nærum helvtin av Hvítu sonuni fellur í okkara lut, hava gjørt Føroyar ríkari, ja kanska nógv ríkari, enn vit í dag duga at ímynda okkum. Nú skal ein sjálvandi vera varin við at gera ríkidomi upp bara í pengum og virðum. Tí ríkidomi er so nógv annað eisini. Men nú tosað verður um at kunna fjøltåtta okkara vinnuliv og harvið fáa eitt livs- grundarlag, sum stendur á fleiri beinum enn bert fiskivinnuni, er fyrst undirgrundaravtalan við danir og nú marknaavtalan við bretar, tveir týð- andi lunnar undir framtíðar foroyska samfelag- num, nú farið verður inn í eina nýggja old. Latið okkum síggja hetta positivt og latið okkum brúka hetta positivt, men í tí liggur eisini, at vit alla tíðina eiga at vera vitandi um teir vandar, sum kunnu fylgja hesum útviklingi. Einki er bara svart ella hvítt. Tí mugu vit hava eyguni opin og síggja allar nyansurnar. Men Foroyar eru vornar ríkari - tað kemst íkki uttan um. Spurningurin er at duga at umsita og brúka hetta ríkidomi, hesar nýggju meguleikar rætt. Ein kann siga, at rætt varð sett út í kortið av táverandi løgmanni Atla Dam á sinni, nevniliga fyrst at fáa undirgrundina uppá pláss, síðani markið og eftir tað gera avtalur við altjóða oljufelog um leiting eftir olju. Sosialurin Viðmerking: Sambandsflokkurin vil endurskoða viður- skiftini millum Føroyar og Danmark — Okkara flokkur arbeiðir nú miðvíst við einum nýskipanaruppskotið. Enda- málið er at leggja stóði undir eina nýggja skipan í Ríkisfelagsskapinum, sigur Edmund Joensen, formaður Sambandsfloksins, í eini viðmerking eftir at Sam- bandsflokkurin hevur havt landsfund og landsnevndarfund Fleiri hava spurt, hvorjar ætlanir vit í Sambands flokkinum hava fyri Ríkis- felagsskapin. og tað er væl skiljandi. at hesi fólk standa spyrjandi, nú samgongan hevur lagt upp til. at Føroy ar skulu taka seg úr hesum felagsskapi og í staðin taka fullveldi Stutta svarið frá okkum er, at Sambandsflokkurin fer ikki at finna seg í. at sterkar kreftir í dag vilja forkoma teimum fyrimun unum, vit í dag hava í Rik isfelagsskapinum. Vit standa saman og gera vart við okkara sjónarmið. Vit skylda ollum borgarum i okkara landi at seta sunnu og ítøkiligu sambandssjón- armiðini upp ímóti romant- isku dreymunum um loys- ing og fullveldi. I sambandsflokkinum leggja vit stóran álvara í Spurningin um viðurskiftini í rikinum, og eftir at Sam- bandsflokkurin hevur hildið landsfund og landsnevndar- fund ber til at svara fólki meira nágreiniliga Nýskipan av viðurskiftunum Greitt er, at Sambands- flokkurin fer ikki at gykla føroyskum veljarum nakað sum helst í føgrum vend- ingum og forkromaðum fullveldisætlanum ella sjálvstýrislógum. Tað liggur ikki til okkara í Sambandsflokkinum at fara upp at garta, tá trupul- leikar stinga seg upp. Nei, vit vilja heldur kanna. hvørjir trupulleikar eru í viðurskiftunum millum For oyar og Danmark. Tá tað er gjørt. skjóta vit upp. hvussu teir kunnu loysast Ein arbeiðsbólkur hjá Sambandsflokkinum hevur arbeitt við spurninginum um vidurskiftini við Dan mark, og hann er komin við uppskoti til nýskipan av vidurskiftunum undir donsku grundlogini Okkara uppskot til nyskipan av vidurskiftunum millum Føroyar og Danmark fer at leggja upp til broytingar Men okkara fyrsta treyt er, at rikisfelagsskapurin verður varðveittur. Føroyar skulu eisini framvegis hava felags grundlóg og kongs- hús við Danmark. Og okk- ara mál skal framvegis vera, at Føroyar gerast sjålvbjarg- nar. Vit eiga at staðfesta, at Føroyar eru ein sjálvstýr- andi tjóð í danska ríkinum og ikki bara eitt sjálvstýr- andi fólkasamfelag, sum tað í dag eitur í Heimastýrislóg- ini. A verju- og uttanrikispol- itiska økinum eiga vit at fåa i lag eina greida skipan millum Føroyar og Dan- mark. Danskir myndugleik- ar skulu framvegis formliga umsita hesi málini, men í Føroyum eiga vit at tryggja okkum. at ríkisstjórnin í Keypmannahavn onga av- gerð tekur í málum, sum viðvíkja okkum. uttan at av- gerðin frammanundan er góðkend í Føroyum. Ein meginregla má vera, at oll mál - uttan verju- og uttanríkismál og rættarskip- an - kunnu yvirtakast sam- bært avtalaðum treytum. Yvirtøkur kunnu fara fram, tá logtingið ella fólkatingið vilja tað. Rættarskipanin skal í høvudsheitum varðveitast óbroytt Tá tað snýr seg um før- oysk fíggjarviðurskifti og bankaskipanina, eigur landsstýrið at fáa sama inn- lit, sum danska stjórnin tær frá figgjareftirlitid og tjóð- banka. I gjaldoyravidurskiftum eiga vit at fylgja dønum, og vit skulu taka evruna sum gjaldoyra, um Danmark ger tað. Nýskipanaruppskot er ávegis Vidurskiftini, ið eru nevnd her, eru partur av nýskipan- aruppskotinum hjá Sam- bandsflokkinu. Samgonguflokkarnir koma ætlandi við fráboðaðu hvítbókini í summar. Sam- bandsflokkurin fer ikki at sita hendur í favn, meðan hinir borðreiða við høgt- flúgvandi hugsanum og romantiskum dreymum um fullveldi. Flokkurin arbeiðir við einum nýskipanaruppskoti, og fer seinni at koma við einum tilmæli um, hvussu hetta skal fremjast í verki. Akkurát hvussu nýggja skipanin millum Føroyar og Danmark løgfrødiliga skal skrúvast saman, hevur minni tydning í løtuni. Vit eiga ikki at heingja okkum í, hvussu barnið skal eita. Í staðin skulu vit halda fast um, hvørjar broytingar og betranir vit vilja hava, og síðani fremja tær. Edmund Joensen formaður Sambandsfloksins Rennibreytin Sum vambasíður vestmenn- ingur verið tað langt frá mær at gera meg klókan um ítrótt: men hinvegin er tað ein sonn frøi at síggja, hvussu væl mong ung eru fyri av teirri ítrótt. tey taka lut í Fyri at koma til Gunda- dals, so havi eg ikki skil á. um rennibreyt eigur at vera ella ikki: men eg var sum fakmaður biðin um at meta um útgrevstur, spreinging 0.3. Fyrst av øllum kann eg siga, at eg neyvan havid sæd skjótari atburð, ið må vera ein sonn frøi fyri arbeiðs- gevaran, og skal eingin rennibreyt gerast, er hein framferðarháttur genialur at kalla; men er tað rætt, sum sigst, at býráðið nú játtar milliónaupphæddir til at taka hetta fyrsta burturaftur fyri, við komandi rennibreyt í huga, já - so seta vit lættliga met molbúgvanna. Hetta tykist mær ikki sørt ørkymlandi, tí mangt kann ein siga um Pól Michelsen og Jógvan Páll Lassen báðar. men býttir eru teir ikki, so eg bert ótta fyri, at forherðingurin er komin upp í teimum, og at teir væl vita, at eftir hetta sanna bragd teirra, sum tók øll á bóli, kemur eingin renni- breyt í hesum túsundáratal- inum og neyvan heldur í næsta - í hvussu er ikki í Gundadali. Sum fakmaður er tó skylda mín at leggja aftrat, at tað væl ber til seinni at taka alt burtur aftur og tá psreingja liðugt fyri gong- ubreyt, hetta væl at merkja, um sektin liggur á, hvat tað kostar. Men skal sum frægast fá- ast burtur úr tí lítla, sum í Skal rennibreyt vera kring eru djøvn á máli... Fóroyum er til taks, er henda mannagongd hin skeivasta, ið hugsast kann, tí tað eg á staðnum dugi at meta um, kundi kanska ein triðingur verið tikin burtur uttan spreinging og hóast tað mesta av grótinum er sera vánaligt, kann alt við skila planlegging nýtast til Tórsvoll, ella skal eingin. Fólk ymiska ífyllu. Tað, sum nú verður gjørt, er at líkna við nýggj hús, sum beint eftir við almenn- ari peningajáttan verða tikin niður aftur fyri at spreingja út kjallaran. Heini Olsen