Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-05-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. mai 1999síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 88 - 12. MAI 1999 tíðindablaðið S05/2/)u7? 5 Tritattað samtak i Morgunblaðnum Vónar óktan samhandil við Ísland og onnur Norðurlond Bodil Gardner í Norðurlandahúsinum Huglóg og kenslur koma til sjóndar í teppum Bodil Gardner og maður hennara Peter. Fríggjadagin letur upp framsýning í Norðurlandahúsinum við myndateppum, ið Bodil hevur seymað Mynd: Jens Kr. Vang DAGFINN OLSEN Friggjadagin klokkan 17 letur upp framsyning i Norðurlandahúsinum við myndateppum, ið Bodil Gardner hevur seymað. Bodil Gardner er úr Lystrup í Danmark. Umframt at seyma, er hon heimagangandi húsmóðir og hevur 4 børn og mann. Fyrst í åttatiår- unum byrjaði hon at seyma litføgur listaverk, ið ofta lýsa gerandisstødur og myndir av móðir og barni. Hon sigur seg ikki skapa eftir tí, hon sær, men tí hon kennir. Hugskotini kveikjast av hugløgum og kenslum hennara, sum so koma til sjóndar í teppum. Bodil Gardner hevur m.a. sýnt fram á Kvindemuseum í Århus og nú fáa føroyingar høvi at síggja verk hennara. ————i DAGFINN OLSEN Yarin í SMS luttók eisini á sølustevnuni = Rek-Tór í Reykjavík. Morgunblaðið fekk prátt við stjóran. Giss ur Patursson. Greitt verður frå, at 3'arin heldur til í SMS. har eini 40.000 vitj andi ganga um gólvið hvørja viku Gissur greiðir frá, hvussu handilin, har 3 handlar sam starva innan myndir. skreyt og tónlist. spratt úr krepp uni, ið legðist á Føroyar fyrst í nitiårunum. Handlar nir samstarva um t.d. skriv stovu og bókhald. Sam starvið riggar væl. sigur Gissur við Morgunblaðið Gissur og 3'arin eru farnir Morgunblaðið heyði samrødu við stjóran í 3'aranum, Gissur Pætursson ið greiddi frá um handilin undir at geva út føroyskan tónleik. Hetta var ikki ætl anin at byrja við Gissur sigur, at upprunin er, at teir vilja stuðla før oyskum tonlistafølki. Við luttøkuni á stevnuni Rek Tor vónar 3'arin at gera før oyskan tónleik sjónligari í Islandi Ein liður í hesum var. at bólkurin TAXI luttók á stevnuni. 3'arin hevur latið gera stakfløgu við bólkin um, og kundu gestir á Rek Tór eisini á henda hátt kunna seg um tónleikin hjá TAXI Gissur sigur vid Morgun blaðið. at hann vónar øktan samhandil við Ísland og eis ini onnur Norðurlond Býráðsformaðurin i Havn Leivur Hansen handaðið býráðsformanninum í Reykjavík fyrsta eintakið á Taxi-fløguni