Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-05-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. mai 1999síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 88 — 12. MAI 1999 JAN MULLER Hóast vit førovingar alla tíðina hava kravt eina mið- linju, so eiga vit eisini at skriva okkum aftan fyri oyr- að. at tað ongastaðni í al- tjóða lóg stendur, at eitt slíkt mark skal vera ein miðlinja. Frá 1958 konventiónini stendur, at mark skulu helst avsetast við avtalu. Fæst semja ikki so er miðlinjan galdandi uttan so at serstak ar umstødur tala fyri aðrari linju Tann bretska miðlinjan tekur allar bretskar oyggjar og klettar við. Hetta hava vit ikki góðukið. men tað er rætt at seta sær spurn ingin, um ikki dómarar í Haag høvdu tikið. um ikki allar so tó fleiri av óbygdu klettunum og oyggjunum í bretskum oki. við og harvið ur emi art úteávu av miðlin( co meira Cy nere Hyggur tú eftir øðrum málum. so hevur tað verið ymiskt, hvat dómar byggja á slíkar klettar og sker og ikki. Argumenterast kann báðar vegir. Hóast dómstól- urin møguliga kundi sagt. at bretar við at skjóta upp fiskimarksmiðlinju longu í 1977. hava avskorið seg frá at krevja meir, so kann tað væl hugsast, at ein dómstól- ur hevði sagt, at tå hugt verður eftir tí samlaðu geo- grafiini millum Føroyar og Bretland, so er tann bretska miðlinjan kanska ein meira rímulig miðlinja enn tann føroyska. Hetta eru spurn- ingar, sum ein má rokna við, at føroysku samráðingar- fólkini hava tikið við í sínar metingar. Hvat viðvíkur avtaluni, so er endaliga strikan í summ- um fórum tann sama sum føroyska útleggingin av midlinjuni, og í øðrum føri sum tann bretska útlegging- in. Vit kundu so eisini vænt- að, at bretar í eini sak fóru at leggja til grund fyri ein- um marki, sum er nærri Før- oyum enn ein midlinja, at Bretland = hevur — størri strandalongd enn Føroyar, nakað, sum dómstólurin hevur góðtikið í øðrum dómum. Hyggja vit t.d. eftir dóminum um mark millum Libya og Malta, so varð miðlinjan har flutt móti Malta. tí strandalongdin hjá Libya var longri. Eitt týdningarmikið arg- ument fyri avtaluni. ið løg- tingið nú viðger, er m.a. at bretar ongastaðni fáa meira enn sína egnu miðlinju. Eitt, sum telur nógv í øll- um hesum, eru vónirnar til tíðindablaðið Analysa Nú marknamálið tykist at fáa ein enda kann verða áhugavert at seta seg afturá og spyrja, hvat veruliga er hent í hesum drúgva máli. Tað verða tað helst stundir til seinni, men her skal stutt nemast við nókur viðurskifti, sum kunnu hava havt týdning fyri gongdina so ella so oljufund, og onkur hevur lagt avtaluna út sum um, at bretar fáa tey flestu áhuga- verdu økini til olju. Hetta er ikki beint, verður fylgt við tí. sum oljufeløg og jarðfróðingar annars hava sagt Vit eiga at gera okkum greitt. at orsøkin til, at tað verður so nógv fokuserað uppá Hvíta øki0 er tann. at her er er lítið og einki basalt. og tað merkir, at oljufeløg ini hava fingið rættiliga nógva vitan um undirgrund ina her. Eisini er hetta ein náttúrlig uppfylgjan av tí vitan. sum longu er fingin frå boringum út ul Hvíta øki0. At tað í løtuni ikki verður tosað so nógv um føroyska landgrunnin í oll um hesum er ikki tí. at møg uleikarnir at finna olju og gass neyðturviliga eru nóg minni her. men orsøkin er ann einfalda, at basaltflåir nar eru so tjukkar, at tað hevur verið torført at fáa neyva vitan um, hvussu tað sær út niðri undir basalti- num. Ti er tað skeivt at síga, at tey mest áhugaverdu olju- økini eru í ti Gráu sonuni sunnan fyri, og sum bretar fáa mest av. Sjálvandi kunnu møguleikar fyri at finna olja har eins góðir sum longur norðuri og eyst- ari. Teir kunnu eisini vera betri. Men vit vita tað ikki í dag. Taka vit so tey kendu oljufeltini bretsku megin markið, Foinaven og Schi- ehallion serstakliga, so liggja hesi nærhendis økjum í Hvítu Sonuni, sum bæði føroyingar og bretar fáa at- gongd til sambart avtaluna. Tað. sum er vert at merkja sær í øllum hesum er ikki. hvor hevur fingið mest í ti sunnaru Gráu sonuni. Tað er tvorturímóti helvtarbýti av ollum tí Hvíta økinum. eitt oki. sum bretar annars upprunaliga í samráðingu- num gjørdu krav uppá nær- um alt sum tað var, men sum føroyingar staðiliga hava víst aftur. Við tí vitan, sum bretar longu hava um økini bretsku megin markið og teimum boringum. sum eru gjørdar har, kann tað henda. at bretar - áðrenn vit føroy- ingar - kunnu gera fund í ti oki. sum teir fáa tillutad í avtaluni. M.a. kann tað vera hugsandi. at onkur boring. sum higartil er vorðin hildin loynilig, verður almanna- kunngjørd eftir avtaluna sum eitt veruligt oljufund. sum gongur frá bretskum oki og inn í ta gråsonu, sum bretar hava fingið bróður- partin av. Hetta er nakað vit verða noydd at taka við sum ein møguleika, men hann útilokar so ikki. at fund kunnu gerast í okkara oki nærhendis. Ein kann siga. at fund á hesum nýggju leiðunum birta bert vónir um, hvat kann finnast í okk- ara oki eisini. Men tá vit nú líta aftur um bak. kann tað so íkki vera møguligt, at bretar upprunaliga kravdu so mik ið nógv, fyri at teir nettup í eini samráðing kundu taka seg aftur til júst tað. sum teir ynsktu sær. nevniliga verandi avtalu - kundi verið spurt At royna at svara slíkum vil fyri tað fyrsta vera rein spekulation. Tú kanst sjálv andi velja at halda. at bretar eru so royndir samráðing armenn. at teir hava fylgt einum slagplani frá byrjan til enda Men fyri tann. sum hevur fylgt málinum oll hesi árini. stendur tað tó greitt, at tað bretar nú fáa er ikki meira ella kanska møguliga minni enn ein rættarsak vildi givið teimum í Haag. Hvi so ikki fara til Haag. um teir kundu fingið meira burtur úr? Til tað er at siga, at heldur ikki teir eru sannførdir um, hvat ein sak vil geva teimum. Og ein sak vil gera, at tað ganga fimm ár, áðrenn nakað loyvi kann gevast í tí so áhuga- verda Hvíta økinum. Her hevur helst oljulobbyin í Bretlandi trýst á stjórnina fyri at fáa eitt úrslit so ella so. Tað kann jú eisini vera farið fram eitt politiskt skifti í bretsku stjórnini, sum er orsøkin til, at bretar brádliga tóku undir við miðlinjuprin- sippinum. Nær tað er farið fram er ringt at siga, men tað kann vera við skiftinum frá teimum konservativu til Labour. sum hevur ynskt at fáa eina skjóta og kanska eisini virðiliga loysn fyri bæði londini. Føroyar eru jú ein granni. sum bretar kanska fáa nógv brúk fyri í framtidini, ikki bert við olju fyri eygað, men eisini trygdarpolitiskt, og nú tosað verður um fullveldi. so kann tað hugsast. at stjórnin í Bretlandi ynskir góð við- urskifti við Føroyar. Vert er eisini at bíta merki í sera avgjørdu støðuna hjá táverandi konservativa ork- umálaráðharranum. Tim Eggar, einum av heykunum í konservativu stjórnini. Tá hann fór frá var eisini spurningurin um Friggfelt- ið. ið liggur tvørtur um markið, ein stórur trupul- leiki. Bert tveir mánaðir eft- ir, at Tim Eggar fór frá, varð hetta málið loyst. So okkurt kundi kanska bent á, at hes- in konservativi orkumála- ráðharrin var ein partur av trupulleikanum, og hetta kunnu vit møguliga eisini yvirføra til ósemjuna við Føroyar eisini. Tað er so eisini ein sann roynd. at eftir at Tim Eggard fór frá sum orkumálaráð harri. og tað var meðan Konservativi flokkurin framvegis styrdi. kom eitt slag av naggatódn í málið Tað var so eisini efurmaður hansara, Lord Frazer, sum á einum fundi við ótolin ol; ufeløg, ið vildu hava eina loysn í markna6semjuni við Føroyar. sissa0i hesi við at siga. at innan ár 2000 fór marknamálið at verða loyst og harvið kundi oljuídnað umn faa atgongd til Hvíta øki0. Hetta er júst tað. sur nendir Tim Eggar fór frå i okt ober 96. meðan Labour stjórnin tók við í maí árið eftir Um vit nú koma til ta nið- urstødu, at tað nettup er Tim Eggar, sum hevur verið meginmeinbogin fyri eini loysn á marknaósemjuni. so kann ein samtíðis siga, at bretska útspælið hevur ikki verið bluff ella taktikkur, men rætt og slætt „policy“ tvs. galdandi politikkur. Tað, sum síðani hendi. var, at bretar lovaðu at koma við einum útspæli, sum føroyingar so bíðaðu eftir. Vegna val í bæði For- oyum, Danmark og Bret- landi kom hetta í drag. og tá tað so kom, var tað ein góðkenning av miðlinju- prinsippinum. So er spurn- ingurin, um henda upplat- ing frá bretskari síðu stóðst av tí sannroynd, at ein nýggj stjórn hevði tikid við - ella um hetta var nakað, sum konservativi eftirmaðurin hjá Tim Eggar longu hevði sett út í kortið. Hvussu og ikki. so førdi hetta til. at glið kom á málið. Tó hendi so tað, at táverandi løgmaður Edmund Joensen legði lok á málið og til endans fór til danska forsætisráðharran við tí. Men so kom stjórn- arskifti í Foroyum. og tá kom so følari frá bretskari síðu til føroyingar um at fáa óformellar fundir millum samráðingarleiðararnar báðar. Hetta førdi so til nú- verandi úrslit. Eingin ivi um, at hetta málið kann verða áhugavert at kanna fyri søgumenn seinni. 13 Jóannes Eidesgaard, form. Javnaðarfloksins: Ávarar móti eftirra- tinonaliseringum Jan MÚLLER Formaður Javnaðarfloksins. Jóannes Eidesgaard tekur fult og heilt undir við tí av- talu, sum nú er løgd fyri tingið um mark millum Før- oyar og Bretland. Jóannes Eidesgaard hevur havt møg- uleika at fylgja samráðing- argongdini øll hesi árini sum tingmaður, sum landsstýr- ismadur og sum limur í Utt- anlandsnevndini og vísir á, at Javnaðarflokkurin hevur verið við í hesum máli frá byrjan av, eisini tá tað var avgjørt at skifta danska samráðingarleiðaran út og seta Arna Olafsson í sessin ístaðin. -Vit kenna tí eina serliga ábyrgd og koma at góðkenna sáttmálan. Hann ávarar eisini móti teimum, sum nú brádliga eru farnir at eftirrationali- sera og sipar her til uttalil- sini hjá Edmund Joensen í Sosialinum í gjár og í út- varpinum. - Edmund Joensen hevur miskilt nakað við hesi pol- itisku plátuni, hann nú legg- ur á. Um ein veruliga er so blåoygdur at halda, at Nyrup og Blair saman við Kalls- berg fara at seta seg niður at hála um linjurnar í markn- astríðnum, so má hann trúgva um aftur. Tað hevði ongantíð komið fyri. At eitt mál kemur upp á politiskt plan merkir ikki, at tað bara vera teir, sum gera tingini av. Tað verða framvegis em- bætisfólk. sum føra tað fram til málstrikuna. Jóannes Eidesgaard held- ur tað vera eitt sindur hug- stoytandi, at politiskir flokk- ar og einstaklingar i Før- oyum royna at vinna sær ein vinning burtur år markna- stríðnum, sum hevur verið eitt ótrúliga trupult mál og hevur kostað nógvar kreftir fyri nógv fólk. — Har hava verið nógvir aktørar við og uttan mun til hverjum flokki teir eru komnir ella hvørji embæt- ismannstigi man hevur ver- ið á, so hava allir lagt sína sål í at fáa eina fyri Føroyar so góða avtalu sum tilber. Og tí má man ávara móti teimum eftirrationalisering- um, sum koma nú. Edmund Joensen heldur ikki, at allir politikarar og her hugsar hann kanska ser- liga um javnaðarflokkin hava ikki havt nóg breiðan rygg! — Sjálvandi kundi javnað- arflokkur sum andstødu- flokkur, um vit vildu átiíkið okkum ta ábyrgdarleysa leiklutin og sett okkum á sidulinjuna og kritisera fyrst og fremst samráðingarleið- ara og nevnd fyri teirra ar- beiði, men tað haldi eg er heilt burturvið av einum flokki, sum hevur verið við til at mynda arbeiði so leingi. Jóannes Eidesgaard vísir á, at nógvir leikir hava verið í hesum talvi og hann trýr ikki, at nakað hevur sitið og selt út av føroyskum virð- um Fyrst fingu vit undir- grundina frá dønum, nú fáa vit markið uppá pláss. Eru Føroyar vornar ríkari - Avgjørt. Eitt annað, sum eg haldi er áhugavert. er hetta, at vit í hesum fullveld- istíðum. har tað annars verð- ur sagt. at einki ber til, uttan man stendur á egnum bein- um, at vit hava eitt dómi um, at vit hesi seinastu 5-6 ár hava havt eina samráðing- ameynd undir feroyskar! leiðslu og við føroyskum umboðum og sum hevur megnað á einum aljóða stigi at fingið eina slíka avtalu. Tað er fyri mær eitt prógv um, at vit kunnu koma sera langt í ríkisfelagsskapi við Danmark, eisini á altjóða stødi, við at gera bilateralar avtalur. At man kann gera eina so týðandi avtalu sum hesa, ið man gjarna roknar við at vera rættiliga prinsip- ielt sum ásetan av markið millum lond er, so trúgvi eg nógv uppá, at vit kunnu átaka okkum ábyrgd á nógv- um øðrum økjum eisini sum partur av ríkisfelagsskapin- um. Formaður javnaðarfloks- ins heldur. at tað fyrst og fremst er Árna Olafssyni og tí bretska samráðingarleið- aranum fyri at takka, at mål- ið er vorðið loyst. Jóannes Eidesgaard sær eisini hesa avtaluna sum eitt meguleika fyri at menna samvinnuna við Bretland. - Sum hver dagur gongur harmar tað meg meira og meira, at vit kvettu tað sam- bandið, sum vit høvdu fing- ið við Bretland og sum vit helst koma at venda aftur til. men bara nøkur ár seinkað. Hann vísir annars á, at vit koma at hava eina rød av felags virksmei bæði á fiski- vinnu- og á oljuøkinum, og ti er tað greitt, at vit mugu útbyggja okkara samstarv við Bretland munandi meira enn vit hava gjørt - og eisini á øðrum handilsligum økj- um fyri ikki at tosa um mentan. Jóannes Eidesgaard kundi hugsað sær, at ein komandi samgonga fekk hesa farleið- ina uppaftur at staðið.