Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-05-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. mai 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Abyrgdarblaðstjóri: ; Jan Miller | Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðstjóri: Blaðfólk: Aki Bertholdsen, Turið Kjølbro | Dagfinn Olsen | John Johannessen | Sveinur Tróndarson | ítróttarskrivari: | EmilL. Jacobsen Myndamenn: Jens Kristian Vang Alvur Haraldsen Utgevari, uppseting og prent: Sp/f Sosialurin Bústaður: ' Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76.) 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post€ sosialurin.fo Koyr á Regin Oddagrein EIN hendingarríkur mánaði hesin mai í 1999 má sigast. Karl og Ingeborg fingu sínar sáttmálar, Atlantic Radio tendraði fyri fyrstu ferð, Foroyar fingu markið við Bretland uppá pláss, nevnd varð mann- að at arbeiða við foroykari grundlóg og Regin Vågadal gjordist........nú, nú... vit mugu ansa eftir ikki at taka munnin ov fullan, tí minst til, Nemisis rakar teir hástóru.Men vit eru mong, sum fylgja Regini Vágadal komandi dagarnar og vona, at hann tekur okkum oll av bóli og gerst vinnari av Atlantic Giant kappingini. Lat okkum alt fyri eitt bera Regini tey bestu lukkuynskini og annars ollum fyr- ireikarum, luttakarum og áskoðarum eina góða kapping. HVI taka slíkt tiltak fram á hesum stað kundi verið spurt! Til tað er at siga, at Regin Vágadal er vorðin ein partur av foroyskari sogu og mentan. At ein lítil tjóð sum tann foroyska skal hava fostrað ein av heimsins sterkastu monnum kunnu vit bert vera stolt av. Vit minnast oll, hvussu errin oll tjóðin var, tá foroyska fótbóltslandsliðið vann á Eysturríki. Ein kundi spurt, hví gera so nógv hóvasták burtur úr einum slíkum dysti? Og sama Spurning kunnu vit seta í sambandi við Foroya sterkasta mann. Tað er nú eina- ferð so, at vit sum menniskju vilja halda við onkrum. Er talan um innanlendis kappingar, so halda vit við okkara felag, okkara bygd, okkara manni osfr. Er talan um millumtjóða kappingar, so halda vit við Føroyum osfr. Hetta hevur nakað við tjóðskap og identitet at gera. Flestu munnu eisini kenna kensluna, tá Merkið verður vundið á stong í útlondum ella tá okkurt, sum hevur við Føroyar og for- oyingar at gera, verður tikið fram. Kann vera, at onkur heldur tað vera ov nógv av tí góða, at her er talan um vandamikla nationalismu. LAT okkum hava bæði bein á jorðini og bara viðurkenna, at vit eru glað, tá onkur av okkara egnu klárar seg væl. Og so er eisini við Foroya sterkasta manni, sum nú fleiri ferðir hevur verið við í kappingini um at gerast heimsins sterkasti. Regin Vågadal hevur klárað seg væl og skal hann nú aftur royna seg í Atlantic Giant kappingini, ið er eitt framúr gott tiltak. Tí tað er eisini við til at marknaðarfora Før- oyar úti í heimi. Her hava SVF og aðrir stigtakarar gjørt eitt frálíkt arbeiði. Hug- aligt er tað at kunna fylgja Regini og hinum á Eurosport og skal tað vera vón okkara, at Atlantic Giant tiltakið fer at fáa stóra undirtoku Vit krossa fingrar fyri Regini. Góða kapping. Sosialurin Etiski krumtappurin Lars Kolind var stjóri í Oti- con, sum eisini í Føroyum er kent fyri hoyritól síni. Við sínum sermerkta leiðslu- hátti megnaði Lars Kolind at skapa arbeiðsumstøður fyri síni 1100 fólk. soleiðis at tað doyggjandi Oticon efur fåum kvartalum megn aði at vinna framá aftur á hoyrttólamarknaðinum Grundarlagið var menn iskjaliga tilfeingið, ålitistil- feingið og marknaðartil feingið. Hetta samansetta tilfeingið var niðurbundið í vánaligari leiðslu. Við at skapa serligar arbeiðsum støður á høvudsskrivstovuni (130 fólk) utloy sti Lars Ko- lind hetta tilfeingið Í grein síni >Erhvervs- virksomhedens sociale an- svar« i »Hvor går den etiske grænse«, 1998, skrivar Ko- lind soleiðis >|I..Oucon udgør den bog- førte kapital kun 10% af virksomhedens værdi. Res- ten er intellektuel kapital: Omkring tre millioner kr. pr medarbejder. Hann heldur fram »..med- arbejderne og den intellekt- uelle kapital, de repræsen- terer, er det eneste relevante aktiv af betydning i det vi- densamfund. vi er på vej ind 1 Derfor bliver virksomhe- dens evne til at frembringe, tiltrække, omsætte, udnytte og fordele viden den vig- tigste konkurrenceparame- ter fremover. Og derfor bliver det afgørende for virksomheden at være kon- kurrencedygtig på markedet for videnressourcer — og det er først og fremmest mar- kedet for gode medarbej- dere.« Vit kunnu kjakast um kapital. lønarlag. skatta- skipan og mangt annað. Hvort av hesum hava sína marginalu ávirkan á kapp- ingarføri okkara. Men aðalspurningurin er medarbeiðarar. Rættartrygd: I valskeiðinum 1994-98, tå ið énøgdin við politisku skipanina helst var i hædd- ini, brúktu summir politik- arar nógva orku til at bóta um rættartrygdina í landin- um. Tá ið bygnaðurin í al- mennu umsitingini skuldi endurskoðast var hetta eis- ini ein týðandi partur. Trupulleikin er bert tann, at rættartrygdin skapar ikki rásarúm. Rættarskipanin er stirvin og ópersónlig. Hon setur nøkur ytstu mørk fyri, hvat er loyvt og hvat ikki er loyvt. Men hon vektar ikki ymisk áhugamál. Peter Pruzan, Hans Sig- gard Jensen og Ole Thyssen orða seg soleiðis: *...staten er blevet overanstrengt í forsøget på at leve op til sta- dig øgede krav om udvik- ling og retfærdighed... Den er ikke et styringsredskab, men et styringsproblem, som igen bruges som argu- ment for både den sorte øk- onomi og den sorte retsord en — og for et endnu større statsapparat.« (Den etiske udfordring. 1990) Etikkur: Kjarnin í okkum ollum er virðing. Spurningurin er ikki. um ein er keisari ella skræddari. Spurningurin er um virðing Virðingin verður opinber að í framferðini. Um av- gerðir verða tiknar við stødi í demokratiskum anda ella ikki. Um pláss er fyri okk- um ollum. ella um onkur heldur seg einsamallan eiga allan vøllin. Spurningurin um etiska framferð ella ikki. Við orðum Peter Pruzan's og hinum: »En beslutning er derfor etisk, dersom den med gode grunde kan ac- cepteres af alle de parter, som berøres af den.< Etiskt umhvørvi er ti ein avgerandi fortreyt fyri, at menniskju kunnu gera nyttu av vitan síni og menniskja- ligum tilfeingi annars. Samreðan: Skal ein avgerð góðtakast av ollum pørtum, so krevst samrøda. Eisini hon hevur sínar fortreytir. Pruzan og hansara menn nevna fýra fortreytir: - luttakararnir hava innlit og ábyrgd - luttakararnir viðurkenna frælsi hjá hvor øðrum - luttakararnir eru til reið- ar at argumentera rationelt - luttakararnir eru til reið- ar at taka støðu út frá eini heild, sum partarnir í felag skapa. og um neyðugt til reiðar at broyta privat áhug- amál. Tann etiska samrødan skal vera vid til at seta mark fyri ti eirindaloysi, sum er innibygt i alt frælsi. Allir partar noyðast at átaka sær tað arbeiði, sum samrødan krevur: at tilegna sær vitan, átaka sær ábyrgd og at brúka tíð og orku — og so kanska tað tyngsta: at gera seg til reiðar at broyta privat áhugamál. Vandin: Etikkur er ikki nakað nýtt fyribrigdi. Samrødan er kjarnin í demokratiskum hugsunarhátti. Demokrat- iski hugsunarhátturin hevur sínar røtur í gamla Grikka- landi, men sum vit hoyra og síggja dagliga, so stríðast vit enn fyri hesum hugsunar- hátti. Við orðum Hal Koch's (skrivað beint eftir annan heimsbardaga): „Ingen vildfarelse kan være større end den, at dem- okratiet nu er sikret ved "de demokratiske magters' sejr. Demokratiet kan aldrig sikr- es — netop fordi det ikke er et system, der skal gennem- føres, men en livsform, der skal tilegnes. Det drejer sig om et sindelag, der skal bi- bringes hvert nyt slægtled.« Hann heldur fram: »Det syner så lidt, og »handlingens mænd«, de »stærke« folk, som vil, at der hele tiden »skal ske noget«, som vil, at det pol- itiske liv skal være »dyna- misk«, trækker foragteligt på skuldrene ad alt dette »ordgyderi«.« Vandin er alla tíðina at onkur partur heldur, at tann demokratiska prosessin er ov seinfør og ov risikofylt. Argumentini fyri diktaturi og ikki-etiskari framferð eru margføld. Men Junta-leiðin er ikki gongd. Orð Hal Koch's høvdu serligan áhuga beint eftir kríggið, meðan hatur mill- um manna enn stakk seg fram bæði í lógaruppskot- um og í kjakinum annars. Kanska hava orð hansara eisini serligan áhuga eftir 80-ini í Føroyum? Landsstýrið: Saman við Pruzan og hans- ara monnum kunnu vit stað- festa, at uttan etik er tað ómóguligt at prioritera og taka avgerðir, sum eru grundaðar á felags virðir og sum tí fáa breiða undirtøku. Uttan etiska framferð er 6- møguligt at gagnnýta menn- iskjaliga tilfeingið. Soleidis sum Føroyar síggja út í løtuni liggur tann etiska høvudsåbyrgdin á ETT KEE PA Føroya Landsstyri. Ikki tí at aðrir partar ikki skulu virka etiskt, men tí at landsstýrið hevur so stóra åvirkan við stórum parti av menniskjaliga tilfeinginum og við stórum parti av teim avgerðum, sum falla. Misålit, frustratiónir og »lat fara« er vid til at køva menniskjaliga tilfeingið í landinum — bæði hjá fólki í almennari = tænastu og aðrastaðni, har almennar avgerðir hava týdning. Tað eru helst nógvar ors- økir til støðuna, men sitandi samgonga hevur onga ver- uliga undanførslu fyri ikki at seta í verk munagóðar åbøtur. Eitt prosjekt: Hendan samgongan hevur enntå eitt serligt høvi, har til ber at visa í verki, at vilji er til etiska framferð — at afturkalla ikki-etiska fram- ferð. Tað vildi verið ein dupult-etisk framferð. Ein og hvor kann fara skeivur — eisini etiskt. Fær ein høvi til at afturkalla eina ikki-etiska framferð, men ger tað ikki, so verður tann ikki-etiska framferðin for- doblað. Hendan samgongan hev- ur serligar politiskar grund- ir fyri at vilja gagnnyta menniskjaliga tilfeingið. Hendan samgongan hev- ur serligar politiskar grund- ir fyri at ynskja breida und- irtøku fyri sinum ætlanum. Tann etiski krumptappur- in er ein fortreyt fyri at fåa so mangt at virka í praksis. Tað er tí ongantíð ov skjótt at seta spónin í greytin, so vit sleppa til verka at menna okkum. Tað ber til! Signar P. Heinesen