fríggjadagur 14. mai 1999síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 89 — 14. MAI 1999
Tað smittar at arbeiðsfólk hava fingið lónarhækking:
Nú vilja handverkarar
eisini hava meiri í løn
Komandi ár verða bara 4,24 kr. á muni í ímillum eina arbeiðs-
mannaløn og eina handverkaraløn og tað vilja handverkarar
hava broytt, hóast sáttmálin ikki gongur út fyrrenn í 2001
AKI BERTHOLDSEN
Eg vil mæla øllum dreingj-
um og gentum frå at spilla
fýra ár av lívinum uppá at
læra eitt handverk.
— Tí nú er munurin á eini
arbeidsmannaløn og eini
handverkaraløn so lítil, at tað
loysir seg ikki.
Arni Hådal, formaður í
Lands:elag Handverkaranna,
LFH, verður bara meiri og
meiri misnøgdur við tann fýra
ára såttmålan, sum Føroya
Handverkarafelag og hand-
verksmeistararnir gjørdu í
1997.
Hann sigur, at hann hevur
alla tíðina verið greiður yvir,
at tað var eitt stórt mistak av
Føroya Handverkarafelag at
góðtaka ein fýra ára sattmála
við so lítlari lønarhækking,
sum her er talan um.
- Tilsamans fær handverk-
arin 2% í eftirløn og 2,23 kr.
í lønarhækking burturúr hes-
um fýra ára sáttmálanum
Men afturfyri varð yvir-
tidarlønin lækkað 5%, úr 40%
nidur i 35% fyri teir fyrstu
fyra yvirtimarnar.
Hann sigur, at serliga nú
arbeidarafeløgini hava gjørt
nýggjar sáttmálar, er tað ver-
uliga komið til sjóndar.
hvussu út av lagið vánaligur
handverkarasáttmálin er
Men hann leggur dent á, at
lønarhækkingin til arbeiðs-
fólkið var rímilig og hann
ynskir teimum hjartaliga til-
lukku við nýggju sáttmálun-
um.
4,24 kr. á muni
Arni Hádal sigur, at 1. maí
komandi ár verður ikki meiri
enn 3, 37 á muni ímillum tím-
alønina hjá einum arbeiðara
og einum handverkara.
I. oktober 2000 hækkar
handverkaralønin aftur 87
oyru, upp í 88. 02 krónur.
— Tá er munurin ímillum
eina arbeidaraløn og eina
handverkaraløn ikki meiri
enn 4, 24 kr.
Arni Hádal sigur, at hesin
munurin er alt ov lítil til at
tað skal loysa seg at læra eitt
handverk.
— Skal munurin á einum
faklærdum og einum faklærd-
um ikki verða meiri enn 4,24
krónur, er tað at spilla fýra ár
av lívinum uppá at læra eitt
handverk.
— Tá vil eg heldur mæla
teimum til at finna sær eitt
arbeiðið, har útlit eru til at fáa
eitt sindur av yvirtíð, tí so
yvirhála tey skjótt handverk-
arar í løn. .
- Munurin á eini hand-
verkararaløn og eini arbeids-
mannaløn hevur verið næstan
10 krónur, og tað er eftir mín-
um tykki alt ov lítið.
— Men nú munurin ikki
verður meiri enn 4,24 kr. er
tað endamálsleyst at læra til
handverkara.
Formaðurin í LFH sigur, at
sum stødan er mælir hann
limum sínum til at venda sær
til felagið, tí so skal nevndin
Vilhelm M. Johannesen sigur, at lónarsamráðingar verða
ikki aftur fyrrenn í 2001. Men hvat vit kunnu gera hond í
hond, vil eg ikki siga nakað um. Í veruleikanum er ongin
trupulleiki, sigur hann
hjálpa teimum at finna sæt
arbeiði sum ófaklærdur, ella
eitt handverkarastarv uttan-
lands.
Samráðast um hægri
løn
Arni Hådal sigur, at Lands-
felagið hevur biðið meistar-
arnar um fund um nýggjan
sáttmála.
Aðrenn Føroya Hand-
verkarafelag skrivaðu undir
fýra ára såttmån, gjørdu
Havnar Handverkarafelag
vart við, at vit høvdu meldað
okkum úr Føroya Handverk-
arafelag.
— Tí eru bæði vit, og sak-
førari okkara sannførdir um,
at Føroya Arbeiðsgevarafelag
og Føroya Handverksmeist-
arafelag ødrumegin og Før-
oya Handverkarafelag hinu-
megin skrivadu illvarin undir
tann nyggja såttmålan.
Men hetta målid er å veg
f rættin
Landsfelag Handverkar-
anna hevur sagt såttmålan
upp og hava biðið meistar-
arnar um fund um nýggjan
sáttmála
Men meistararnir hava
sagt, at teir halda seg til tann
sáttmálan, sum teir hava
gjørt. Hvat gera vit so, um
teir ikki vilja samráðast?
Tað havi eg ongar við-
merkingar til í løtuni, tí hendir
tað, er stødan nýggj og so
mugu vit taka støðu til tað.
Men Árni Hádal sigur, at
taðverður ikki góðtikið, um
meistararnar „bara“ seta nak-
að upp á timalønina.
— Tað, sum skal henda, skal
gerast í einum nýggjum sátt-
mála við LFH, sigur hann.
Sambært útvarpinum hev-
ur Føroya Handverkarafelag
eisini biðið meistararnar um
at endurskoða sáttmálan.
Gera ikki nýggjan sátt-
mála
Vilhelm M. Johannesen, for-
tíðindablaðið
maður í Føroya Handverks-
meistarafelag, er ógvuliga
varin við viðmerkingum
Men hann leggur dent á, at
tað verður ikki talan um at
nakrar lónarsamráðingar nú
- Tær verða ikki aftur fyrr-
enn í 2001.
Men hvat annað kann
henda, vil eg ikki siga nakað
um enn
Hann leggur tó dent á at
handverkararnir kunnu taka
tað púra róligt, tí teir koma
ikki at vera við sviðusoð uppá
nakran máta
Merkir tað, at tit eru sinn-
aðir at hækka lønina?
- Tað havi eg onga við-
merking til. Men eg havi
langt síðani gjørt upp við meg
sjálvan, hvørja støðu eg havi
til hetta
Hann vísir eisini á, at sam-
starvið ímillum meistarafel-
agið og Handverkarafelagið
hava altíð verið góð.
— Tað eru ongir trupulleikar
okkara millum. Og tað verða
heldur ongir trupulleikar,
leggur hann afturat. Sáttmálin
er galdandi til 2001. Men hvat
vit gera „„hond í hond“ sigi eg
onki um enn.
Men so er tað tað nýggja
Landsfelag Handverkaranna
sum vil loysast frá sáttmál-
anum, sum er.
— Tann dagin vit eru leysir
av sáttmálanum við Føroya
Handverkarafelag, er ein
nýggj stóða. Til tá eru vit
bundin av sáttmálanum.
— Og tann dagin Landsfel-
agið kann koma við einum
dómsúrskurði uppá, at teir eru
onki høvdu við Føroya Hand-
verkarafelag at gera, tå ið sått-
málin varð gjørdur, og tí ikki
eru bundnir at såttmålanum,
skulu teir ikki bíða í nógvar
tímar til at fáa tað neyðuga
sambandi við okkum, sigur
Vilhelm M. Johannesen.
So í veruleikanum er ong-
in trupulleiki, leggur hann aft-
urat.
Makiligt lív undir Molsfjøllum
í eina viku við allari familjuni
Ein vika í juni á Feriecenter Kattegat fyri
2 vaksin og 2 born.
Atlantic Airways flýgur beinleiðis
tilAarhus hagani tað er eitt hanagleiv
út á nos Danmarkar.
tyr tre
Fráferð úr Føroyum
hvønn leygardag frå 19/6 - 14/8
Íroknað prisin er flogferð við ferðaavgjeidum og innivist i 7 nætur f
Ein vika í dupultkamari
á Comfort Hotel
Atlantic Airways flýgur beinleiðis
til Stavanger, sum liggur mitt í
stórslignu norsku
náttúruni
Fráferð úr Foroyum
hvønn mikudag frá 23/6 - 11/8
frokna6 prisin er flogferð við feréaavgjøldum og inmivist í 7 nætur á
Grønland - Hotel Narsarsuaq
Ævintyr å isinum i eina viku
Beinleidis vid Atlantic Airways ur
4.
Foroyum til Narsarsuaq. Gisting í 7
nætur á Hotel Narsarsuaq. Og ein
nátt á Ørkini í Reykjavík á heimferðini.
Veljast kann millum 8 spennandi
útferðir í Gronlandi
Fráferð úr Føroyum
hvorn týsdag og leygardag
frá 29/6 - 31/8
Írøknað prisin er flogferð við ferSaavgjøldum og innivíst í Grønland:
Sí annars oll okkara góðu
tilboð í blaðnum "Út í heim"
Ørandi upplivingar í eina viku
Stavanger - Comfort Hotel
Ein ferð uttan umvegir
Tað er lætt og skjótt at ferðast. tá ið heimurin er
í grannalagnum. Atlantic Airways flýgur
stytstu leið og leggur til rættis bæði ferð
uppihald og útferðir. So nú er lag á manni, at
gera dreymaferðina - uttan roks og kringlutar
umvegir.
Atlantic
3
U
Airways