leygardagur 15. mai 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Edmund Joensen
Marknaðardeild:
Jan Miiller Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðstjóri:
Blaðfólk:
Aki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
| Dagfinn Olsen
| John Johannessen
| Sveinur Tróndarson
ítróttarskrivari:
|
|
|
|
|
| Emil L. Jacobsen |
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Alvur Haraldsen
Útgevari, uppseting og prent:
Sp/t Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76.)
110 Tórshavn |
Telefon: 311820 |
Telefax. 314720 |
e-mail:
post€ sosialurin.fo >
Viðmerking:
og marknamálið | Kommentar til Elsa Funding
Oddagrein
AFTUR í dag roynir formaður sambandsfloksins
at tváa sínar hendur sum eina ávísur maður gjørdi
á sinni. I viðmerking í blaðnum í dag ger Edmund
Joensen allar teir foroyingar, ið halda markna-
avtaluna við Bretland vera eina góða avtalu, til
„jubilidiotar“. Hann brúkar samanberingina við, at
vit at tapt 0-5 men kortini halda okkum hava
vunnið. Longu niðri í somu grein jublar hann yvir,
at bretar hovdu slakað meir enn 95%, áðrenn
Anfinn gjørdist logmaður. Hetta í sær sjálvum er
ein stór sjálvmótsogn, tí hevur tú - antin tú so
eitur Edmund Joensen. Anfinn Kallsberg ella okk-
urt annað - fingið hin partin av slaka so nógv, at tú
sjálvur samanlangt hevur fingið meira enn 95%
u r, so må sanniliga sigast, at væl er sam-
áðst. Tvs. at formaður sambandsfloksins her
å t vit føroyingar - taka vit allan markna-
purningin í síni heild við - hava gjørt eitt sera gott
3
FORMAÐUR sambandsfloksins og fyri tað eisini
sambandsblaðið Dimmalætting hava sjálvandi
loyvi til at speireka og gera gjøldur burtur úr ti
arbeiði, sum aðrir persónar hava gjørt í hesum
máli, eitt nú samráðingarleiðarin. Tað er ov bíligt,
tað er ósakligt, tað er tendensiøst og tað er 6-
solidariskt við restini av Føroyum, nú tá málið
loksins er loyst, og tað eru aðrir enn Edmund
Joensen, sum hava fingið tað seinasta uppá pláss,
at eftirrationalisera og siga, at úrslitið gjørdist ikki
nóg gott. Ti hetta er eitt postulát - hetta er nakað,
sum man bara kann slongja út uttan at hava eitt
einasta eitt prógv fyri tí. Hetta er so mikið burturvið,
at man loyvir sær at seta stórt spurnartekin við
leiklutin hjá undanfarna løgmanni í hesum álvars-
máli. Væl vitandi, at hann eisini hevur fingið okkurt
av skafti, so er tað tó eisini ein sannroynd, at
legmaður spældi við eld og kundi einsvæl verið
orsøkin til, at hetta málið varð mist á gólvið.
Taktikkurin hjá legmanni var nevniliga ein kon-
frontatiónskós móti bretum, eisini tá hesir høvdu
slept sínum fullkomiliga órímuliga kravi langt inn
á landgrunnin. Logmaður førdi „kalt kriggj" móti
bretum og roknaði so við at fáa somu bretar at
geva seg politiskt og geva honum eina avtalu,
sum er betri enn verandi avtala. Eisini her kemur
vantandi logikkurin hjá formanni sambandsfloksins
til sjóndar. Soleiðis samráðist man ikki - soleiðis
røkkur tú ikki semjum. Eftir okkara tykki hevði
krav hansara um politiskan fund uttan iva fort til,
at málið endaði í Haag. Og tá vistu vit ikki, um vit
vóru keypt ella seld. Og samtíðis varð lok lagt á
allan oljuutviklingin um okkara leiðir komandi fimm
árini.
FORMAÐUR sambandsfloksins hevur rokkið sín-
um máli. Hann hevur við ósakligum og reint per-
sónligum niðurstoðum nidurgjørt arbeiðið hjá ollum
eðrum, sum hava verið við í hesi sakini. Uttan
uppá nakran máta at kunna prógva at siga, at vit
høvdu fingið meira burtur úr, um hansara leið varð
fylgt - í so álvarsligum máli - er formanni sam-
bandsfloksins og flokkinum sum heild til lilan sóma.
Soleiðis arbeiða ikki ábyrgdarfullir politikkarar.
Hetta kann best lýsast við myndini um at stinga
sínar egnu í ryggin. Hvorki meira ella minni. Bara
tað at siga, at framtíðar søgumenn eru hansara
sannleikavitni, vísir, hvussu langt úti fyrrverandi
legmaður er í hesum máli. Við tí hevur hann máað
staðið undan teimum varðum, ið hann sjálvur metir
seg hava laðað í síni løgmanstid. Kanska søgan
fer at fortelja okkum okkurt, sum avdúkar veruliga
leiklut hansara í hesum máli.
Sosialurin
I forbindelse med intervievet
med Elsa Funding i Sosial-
urin d. 12. mai 1999 er der to
ting, jeg for en god ordens
skyld skal kommentere:
DBI
Elsa Funding siger: >Eg und-
rist stórliga yvir, at tad skal
bera einum til, ið umboðar
fundementalistisku bibliu-
uppfatanina hjå Dansk Bibel
Institut at standa teologiskt
embætisprógv við lærda hå-
skúlans.
Kommentar: At Dansk Bi-
bel Institut bygger på sit virke
på, at Bibelen er Guds Ord
fra ende til anden, og at vi
der har kunnet supplere den
undervisning, vi fik ved uni-
versitetet, det var et gode for
os i studeitiden. Og som kræ-
vet aflagde vi naturligvis te-
ologisk embedseksamen ved
universitetet. Men da det la-
der til, at Elsa Funding
mener, at universitetet ikke
er kompetent til at bedømme
kandidaternes faglige viden
og kunnen, så burde hun for-
midle denne kritik til univers-
itetet. Det må være den rette
adresse.
1. JUNI
Elsa Funding har videre en
kommentar til mit svar í fem-
meren angående den 1. juni.
Og da det lader til, at det har
Elsa Fundings interesse, skal
jeg da gerne indvie hende i
de overvejelser, jeg gør mig
lige for tiden
Det er afgørende for præst
og menighed, at det er muligt
at være og bygge menighed
på bibelsk grund. Derfor så
præsten i Fuglefjord præste-
gæld sig nødsaget til at skrive
til menighederne og det
gjorde han. Siden var der en
række præster og sognebørn,
der fandt anledning til at rejse
denne sag for biskoppen og
kirkeministeriet. Biskoppen
meldte siden tragisk klart ud,
nu venter vi så på svaret fra
Kirkeministeriet. Kirkemi-
nisteriet har givet forskellige
udmeldinger om, hvor lang
tid de forventer, der går, ind-
en et svar kommer (lige fra
hurtigt til længere tid). Så
meget ved vi dog, at biskop-
pen i brev af 29/4-1999 er
blevet bedt om at komment-
ere 7 henvendelser/klager,
der er kommet til Kirkemin-
isteriet. Og disse komment-
arer fra biskoppen er formod-
entlig sendt, da de fleste for-
hold allerede har været be-
handlet og kommenteret af
biskoppen i dagspressen og I
forskellige skrivelser. Nu
venter vi så på Kirkeminis-
tertets svar.
På den baggrund har de,
der har rejst sagen for Kirke-
ministeriet, mundtligt og
siden skriftligt bedt mig ven-
te med at tage den endelige
afgørelse til Kirkeministeri-
ets svar foreligger. Der det
da rigtigst at imødekomme
dette ønske i respekt for den
indsagt, de har gjort for vores
kirke, og så eventuelt vente
den formodentligt korte tid.
det tager? Det vil jeg gerne
overveje sammen med andre,
hvis det skulle blive nød-
vendigt.
Peter O. K. Olofson
Songepræst, Fuglefjord
præstgæld
Figgjarmålastyrid må virda gjørdar avtalur
Sáttmálasamráðingarnar
fyri hesa ferð eru um at vera
avgreiddar. Eitt av fáu fel-
øgunum, sum enn ikki hev-
ur skrivað undir, er Yrkis-
felagið hjá Studentaskúla-
og HF lærarum (YF), og nú
kann tað enda við, at lærar-
arnir fara í verkfall komandi
fríggjadag — tann dagin tá
munnligu prévtøkurnar hjá
2. hf eru settar at byrja.
Tað er væl skiljandi, at
næmingar, foreldur og onn-
ur órógvast og undrast, hví
hetta skal vera so. Vit undr-
ast eisini um, at tað ikki skal
lata seg gera at finna eina
semju, og vit halda, at ar-
beiðsgevarin er sera stív-
rendur við ikki at vilja virða
tað, sum semja áður er gjørd
um.
Osemjan snýr seg í høv-
udsheitinum um tveir lutir.
Annar er lønarkravid.
Tann spurningin fara vit
ikki at gera viðmerkingar til
her, og vit rokna við og hava
tað álit á pørtunum í trætuni
og semingsmonnunum, at
tað sum í øllum øðrum før-
um fer at bera til at finna
eina semju um hetta.
Hin spurningurin er há-
markstalið á næmingum í
flokkunum (24). Hetta er
eitt prinsipielt mål, sum YF
og landsstýrið í fjør gjørdu
semju um. Fíggjarmálaráð-
harrin, sum er arbeiðsgevari
hjá YF, var ikki komin í
heita sessin tá, og vit loyva
okkum tí hervið at lýsa fyri
honum søguliga høpid undir
semjuni í fjør, og harvið hví
vit halda, at hetta hámarks-
talið als ikki er ein samráð-
ingarspurningur, hverki
hesa ferð ella í framtíðini.
I 1991 gjørdi landsskúla-
fyrisitingin, LSF, av, at 28
næmingar skuldu vera í
tveimum 1. flokkum í Stu-
dentaskúlanum í Eysturoy.
Lærararnir mótmæltu og
vístu á siðvenjuna, at tað
ongantíð høvdu verið fleiri
enn 24 næmingar í einum
flokki. LSF kveistraði hetta
av borðinum og segði, at
siðvenjur kundu broytast,
og lærararnir slerdu seg til
tols við hesum.
I 1992 var landskassin
tómur. Landsstýrið ynskti at
spara — eisini á okkara oki
— og YF og LSF samráddust
um, hvussu hetta kundi lata
seg gera. Urslitid var, at lær-
ararnir hildu frí í eina viku
uttan løn á heysti í 1992. I
hesum sambandi eydnaðist
YF formliga at fáa sligið
fast, at óskilið við stóru
flokkunum frá 1991, ikki
skuldi endurtaka seg.
Semjan um frívikuna og
sparingina, gekk út uppá, at
fyri vikuna, sum YF limirnir
mistu, gekk LSF við til:
1. „at næmingatalið í ein-
um studentaskúla- og HF
flokki eigur vanliga ikki at
fara upp um 24. Í undan-
taksføri kann tó verða farið
upp um 24 næmingar. Av-
gerð um hetta skal verða
tikin í samráði við YF......“
2. „at seta meiri pening
av enn higartil til dagføring-
ar av útbúgving
læraranna....“
3. „atein langtidarætl-
an verður gjørd um flokka-
tal á skúlum við stødi í tí
plássi, ið skúlarnir hava, og
við stødi í hesum verður
funnið fram til eina sam-
svarandi játtan“.
Landsstýrið fekk sína spar-
ing beinanvegin, meðan á-
góðin, sum YF hevur fingið
av semjuni, hevur verið
meiri ivasamur. Punkt trý
gjørdi LSF ongantíð nakað
við, punkt tvey mundi tað
vera so sum so við, og í
januar 1998 mátti YF vera í
verkfalli millum tríggjar og
fýra vikur, tí myndugleik-
AVRIT
Semja millum
Fíggjarmálastýrið
og
Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara |
um næmingatal í flokkum
1. Roknað frá i. august 1998 fer avtalan frá 25 september 1992 úr gildi, og ístaðin verður hetta
galdandi
Næmingatalið í einum stuðentaskúla- og HF-flokki eigur vanliga ikki at fara um 24. Í
undantaksfør kann tó verða farið upp um 24 næmingar rana myninginkir Pa avgerð um
hetta, skal málið verða sent Yskisfelag Studentaskúis- og HF-lærara til ummælis.
2 Flokkarnir |. x og I. y á Kambadali halda hetta skúlaárið fram sum 1. x og 1. y
3. Øl viðurskifti restina av skúiaárinum verða fingin í rættlag. Víst verður t} hjálagda fylgiskja!
4 Sáttmálin verður dagførdur sambært omanfyristandand:
Torshavn. 28. januar 1998
Figgjarmálastýrið, lønardeildin
Lv
arnir ætlaðu at taka aftur tað
einasta, sum teir góvu í
1992.
Verkfallið í januar 1998
endaði við einari semju
millum Fíggjarmálastýrið
og YF, har tað enn eina ferð
varð staðfest, at vanliga eig-
ur næmingatalið í einum
studentaskúla- og HF flokki
ikki at fara upp um 24, og
at sáttmálin skuldi verða
dagførdur sambært hes-
um.
Nú vil YF hava hetta í
sáttmálan. Tað vil landsstýr-
ið ikki. Samráðingarleiðarin
hjá teimum sigur, at tá ein
sáttmáli er uppsagdur, so er
einki galdandi, og tað skal
so at siga byrjast frá botni-
num av.
Tað er rætt, at vit hava
onga høvudsavtalu, og tað
er rætt, at í prinsippinum er
eingin sáttmáli galdandi,
men siðvenjan er, og tað
hava vit sæð hesar síðstu
vikurnar, nú nýggir sáttmál-
Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara
ST Sl
I
ar eru undirskrivaðir, at í
samráðingum verður stóðið
tikið í tí, sum hevur verið
galdandi, og tá YF hevur
goldið so nógv bæði í 1992
og í 1998 fyri at fáa 24 talið
upp á pláss , so eiga øll at
skilja — og tað álit hava vit
á landsstýrismanninum, at
hann eisini ger — at hetta
kann ikki vera ein samráð-
ingarspurningur hesa ferð.
Tí eru okkara ráð, at sátt-
málin verður dagførdur
sambært avtaluni frá 28.
januar 1998, soleiðis at
næmingarnir kunnu fara til
prévtøku eftir kunngjørdu
ætlanini, og soleiðis at
næmingar, lærarar og onnur
avvarandi fåa trygd fyri, at
hetta sirkusið ikki fer at
endurtaka seg ár eftir ár.
Kambsdalur, hin 14. mai
1999
Jóannes Hansen
Kári Nolsøe Olsen, limir
í YF