leygardagur 15. mai 1999síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 90 - 15. MAI 1999
tidindabladid
3
- — ne ————— —————
Svensk - Føroysk list
í Listaskålanum
Í dag letur listakvinnan Hjórdis Haack upp framsýning í
Listaskålanum. Hjørrdis er av føroyskari ætt, hóast hon er
uppvaksin i Gøteborg í Svøriki
ae
Hanstholm A á
96 55 03 50
= á
ra ”
/ >
Hjørdis Haack frammanfyri en av málningum sýnum, ið sýnir eitt sjónvarp
JOHN JOHANNESSEN
Myndir mínar eru eru
um ljós myrkur og speglan-
ir. Ljósið, ið speglar sær í
vindeyganum. Tú hómar eitt
rúm. Tað ytra rúmið og tað
innara rúmið og ljósið, ið
speglar sær í vindeyganum.
Lampan, ið speglar sær í
vindeyganum og sendir
vakra ljós sítt út í rúmið.
Stóra landskapsrúmið ella
býrúmið.
Ein myrk síða av einum
húsum seint á nátt. Innara
rúmið speglar sær í ytra
rúminum. Sólarspeglingar.
Sólin, ið skínur, lýsir á mál-
ningarnar, skapar eitt vind-
eygamynstur. Østødugt ljós,
ið skjótt kann viskast burtur
og verða burtur. Eg vil fanga
tíðina, tað Ostøduga sólar-
ljósið, samstundis sum eg
vil vísa á, at málningurin av
støðugum skýggjum er ein
málningur, ið sólin skínur á!
Ein sólarspegling av einum
vindeyga oman á himmal-
málningarnarnar. Tey óstoð-
ugu skýggini og tær Ostød-
ugu sólarspeglingarnar.
Eg vísi aftur á rúmið, við
at ljósið fellur inn gjógnum
eitt vindeyga, ið síðani
speglast á málningarnar.
Kertuljósið, ið speglast tí
stóra bølmyrka landslag-
num. Einasta ábendingin
um, at innara á ytra rúmið
smelta saman. Tað innara
rúmið sveimar úti í tí stóra
landslagsrúminum. Nakrar
ferðir speglar øll stovan í
landslagsvindeyganum.
Listarliga, skarpa ljósið
frá sjónvarpinum sveimar
yvir landsløgum.
Hetta sigur Hjørdis Haack
í einari yrking, hon hevur
skriva um list sína.
Av føroyskari ætt
Hjørdis Haack er av før-
Mynd: Jonhard Hamme
oyskari ætt, men hon hevur
tó aldri búð í Føroyum. Hon
er fødd i Gøteborg í 1958 og
uppvaksin har, men í løtuni
búleikast hon í Keypmanna-
havn.
Hjørdis Haack er útbúgv-
in á KV.S. listaskula í Gøte-
borg, Gerlesborgskolan í
Stokkhólmi og listaakade-
minum í Stokkholmi. Hon
hevur luttikid í mongum
framsýningum í Svøriki og
øðrum norðurlondum, er
limur í >Den Gyldne< og
hevur fingið fleiri heiðurs-
lønir og legat. Millum ann-
að vann Hjørdis Haack
heidursuppgåvuna hjå
Kongaliga Danska Kunst
akademinum i 1989. Har-
afturat fekk hon í 1998 virð-
isløn frá danska akademi-
ráðnum.
Høvi verður at hitta
Hjørdis sjålva í Listaskåla-
num tå framsyningin letur
upp í dag klokkan 16.
| JOHN JOHANNESSEN
4. til 8. juni verður ein út-
norður kvinnupolitisk ráð-
steyna hildin í Føroyum.
Tað er Utmorðurráðið, er
| skipað av politikarum úr
Grønlandi, Íslandi og Før-
oyum, ið skipar fyri ráð-
Kvinnurådstevna í Føroyum
stevnuni.
Umleið 60 útledskir
gestir verða við lá kvinnu-
ráðstevnuni í Norðurlan-
dahúsinum, og evnini, ið
verða viðgjørd er arbeiðs-
marknaðarspurnigar,
javnstøda, familjupoli-
tíkkur og vald.
Í sambandi við ráð-
stevnuna verður almennur
fundur í
Norðurlandahúsinum, har
luttakarar, politikkarar og
onnur áhugað fara at við-
gera somu evni, sum kjak-
ast verður um á sjálvari
ráðsteynuni.
Kolding
76 30 08 55
me, på
——
...tekur tað at rokka eina av okkara nýggju farmastoðum
- tað sama hvar tú ert í Danmark.
Farmastødirnar eru allar mannaðar við serkonum fólki, ið
kenna til farmaflutning til og ur Føroyum. Her svara og loysa
vit allar ivaspurningar um farm og flutning. Í Hedehusene og
Kolding taka vit móti farmi allan fríggjadagin, og í Hanstholm
líka til leygardag á middegi. Allir út- og innflytarar av farmi
hava nógvar fyrimunir við landsins einastu RO-RO flutnings-
leið.
Norrøna fer avstað leygarkveld, og mánamorgun eru vit frammi
í Føroyum.
Smyril Line Cargo
Smyril Line Cargo
Jónas Broncksgøta 35
Trafikhavnsgade 7
100 Tórshavn 7730 Hanstholm
Tlf. 31 59 00 Tlf. 096 55 03 50
Fax 31 89 60 Fax 096 55 03 51
Smyril Line Cargo
Birkedam 10
6000 Kolding
Tlf. 076 30 08 55
Fax 076 30 09 55
Smyril Line Cargo
Guldalderen 6
2640 Hedehusene
Tlf. 046 59 34 98
Fax 046 59 30 34
SMYRIL LINE
TIN SKJOTASTA FARMALEID
Hedehusene
46 59 34 98