leygardagur 15. mai 1999síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 90 — 15. MAI 1999
Nr. 90 — 15. MAl 1999
Nakrir væl nøgdir sangarar úr Ljómi i
góðveðrinum frammanfyri standmyndini
av Jákupi Dahl uttanfyri Vágs Kirkju
Mynd: John Johannessen
tíðindablað
Ljómur í støðugar! menning
Enn er liv í Kirkjukórinum Ljómi. Hóast høga aldurin á kórinum
sjálvum, er ungt fólk lagst til, og tískil er elsta kirkjukórið í
landinum enn í stødugari menning
John Johannessen
I hesum døgum verður ár-
liga føroyska kórstevnan
hildin i Suduroynni. Tad er
kirkjukórið Ljómur úr Vági,
ið saman við kórinum
Røddir av Tvøroyri, skipar
fyri kórstevnuni í ár.
Hesi hava valt. at talan
ikki skal vera um eina kór-
stevnu í Vági ella á Tvør-
oyri, men heldur um eina
kórstevnu, ið verður hildin
kring alla Suðuroynna. Tí-
skil eru konsertir í hesum
døgum í kirkjunum kring
oynna.
Eitt av kórunum á kór-
stevnuni er sjálvandi góða
gamla kirkjukórið Ljómur.
Hetta kór hevði fyrr í mån-
aðinum várkonsert í Vágs
Kirkju. A hesari konsertini
vóru ummboð fyri Sosialin
hjåstødd, og fingu vit eina
ljómandi løtu saman við
kórinum og áhoyrarum
hendan várkenda sunnudag-
in í Vági.
Breitt kór og tó...
Tað ein beinanvegin beit
merki í við Ljómi var, at
kórið fevndi sera breitt. tá
hugsað verður um aldurin á
sangarunum. Har vóru
nevnilga sangarar í øllum
aldri: heilt frá fimtan árum
og upp í góð sjeyti år. Og
samanhaldið millum hesi
tóktist vera av tí besta. hóast
aldursmunin.
Men hóast breiða úrvali
á hesum ådurnevnda eki,
var skráin kanska merkt av.
at talan er um eitt eldri kór,
og kanska eisini eitt sindur
av, at talan er um eitt kirkj-
ukór. Hetta skal tó ikki
skiljast soleiðis, at skráin
hjá Ljómi ikki var nóg góð.
Ljómur heldur seg til sín
eyðkenda stíl, og hetta er
avgjørt at meta sum ein
dy ed
Væl skipað
Munurin millum hesa og
aðrar konsertir hjá Ljómi
var, at hendan var meira
Hóast Ljómur ikki hev-
ur tað heilt stóra talið av
sangarum, so megna tey
hóast alt at geva áhoyr-
arunum eina framførslu,
ið rørir hjartastreingir-
nar
Mynd: John Johannessen
skipad. Skråin var uppbygd
soleiðis, at tað fyrst varð
borðreitt við foroyskum til-
fari, síðani sungu kvinnur-
nar í Ljómi trý vøkur løg og
at enda sang alt kórið
útlendskt tilfar
Sigast má. at væl var valt
burturúr ti føroyska tilfari-
num. Har vóru gamlir kend-
ir sálmar at hoyra, men
eisini nýggjari foroysk løg.
Serliga beit ein merki í lag-
ið >Dunandi aldan mót
klettinum brúsar<. Hetta er
eitt avbera vakurt lag. Og
framførdslan hjá Ljómi av
hesum lagnum var til eitt
reint UG. Røddirnar hósk-
aðu fyrimyndarliga væl
saman, og øll kirkjan gjørd-
ist eina løtu til klettin, ið
aldurnar dunaðu ímóti. við-
hvort harðari og vidhvørt
spakuligari. Aoyrararnir
høvdu eisini sin leiklut í
hesum velduga verki. Teir
umskapaðust brådliga til tar-
an, ið vaggaði aftur og fram
í aldubrotunum. Ein megnar
framførsla.
Hóast ådurnevnda lagið
avgjørt var tað besta á allari
konsertini, vóru eisini onnur
log á skránni, ið vóru sera
vakurt framførd, bæði før-
oysk og utlendsk. Her kann
m.o. nevnast, Mogunstund,
ið kvinnukórið framførdi
Bellmann
Fyrr í greinini nevndi eg, at
skráin hjá Ljómi var merkt
eitt sindur av, at talan er um
eitt gamalt kór. og hartil eitt
krikjukór. Hetta fór eg
kanska eitt sindur skeivur
Tí brádliga var Bellman eis-
ini á skránni, og hann er ikki
kendur fyri at vera nakað
sálmaskald. Heldur tvortur-
ímóti. Lagið eg her meini
við, er »Fjåriln vingad«, og
var hetta eitt frískt ískoti til
konsertina, ið var avbera
væl framført av kvinnunum
í Ljómi
Klappaðu
Ikki er vanligt, at klappa í
Vágs Kirkju, og tað hevur
heldur ikki vanligt, tå Ljóm-
ur hevur konsert í kirkjuni
Men hendan konsertin var
so væl framford. at klappað
varð fleiri ferðir gjøgnum
konsertina, og tá Ljómur
hevði framført seinasta lag-
10, nevniliga latinska sålmin
Locus iste, varð klappað so
mikið nógv, at neyðugt varð
við einum eykalagið. Og
hvat hóskaði betur enn at
kórleiðarin. Ólavur Hátún.
slóg taktina til »Føroyar
min móðir< hjá kenda
oyggjaskaldinum Poul F
Joensen
Tå konsertin var liðug var
ein uttan iva eina stóra upp
living ríkari. Jú, Ljómur er
í stórari menning