Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-05-15, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. mai 1999síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Erling Simonsen: Stig á leiðini til Iqaluit í Baffinoy í NUNAVUT 7 er at tey flestu hús eru smá í einari hædd tå dit Stór hús ella UTSØRK KUC 1 et. Men s 3 k rðt St iv af IM stið fer ong ð he dirie hett ), sum eis erður e i S Un stor aftur um veturin. Tað bólgnar og minkar. tå ið tað frystur og tiðnar, og verður soleiðis eitt sindur >flótandi< Tey siga, at tað kemur fyri, at stórir klettar kunnu flotna upp. Tí er skiljandi, at tað kann verða heldur ótrygt at stoypa eina húsa- grund soleiðis, sum vit eru von Ikki kann sigast, at fólk gera serliga nógv burturúr at hampa rundan um hús ini hjá sæt Tað. ið vit eru von vid, er at alt skal stoypast og lagast og girðast inni, klippast og snøggast, sáð- ast og plantast, soleiðis at tað mangan tykist at vera mestsum ovmikið av tí góða ið hvussu so er. tá ð tú hugsar um, hvussu g fjølbroytt nåttur Få ilvari sær, tå 10 hon fær frið Her er eingin urtagarður at síggja nakrastaðni Helst er orsøkin bæði tann. at summarið er stutt, og at lítið er til av mold Bara í kirkjugarðinum eru blómur at síggja utt VØKUI andura — men tær eru av plast. Úti í náttúruni eru ongar grasfløtur at síggja — eitt sindur veksur av grasi, men berjalyngur veksur væl. Tað kundu vit sanna, tá ið vit fóru túr niðan á heyggjarnar og skuldu aka omanaftur eftir kavanum, har tað var slætt millum grótið. Vit varnaðust, at tær ljósu buksurnar høvdu fingið ein so vakran myrkareyðan lit aftantil beint undir kavanum vóru bláðber í hópatali — tað vóru tey, sum vóru at- voldin til tann vakra reyða litin Tey vóru væl etandi, men vóru knapt so søt í smakkinum, sum tey eru, tá ið tey eru nýstaðin. Av ti, at kuldin er so nógvur meginpartin av árinum. ber ikki til at grava rør til vatn og avlop og rør til rottangar niður, sum vit gera heima hjå okkum sjålvum. Her heyði vatnið fryst beinan vegin Her eru trý sløg av tang- abilum, sum koyra reglu- liga til oll hús í býnum — eitt fyri og annað eftir. Teir munu allir koyra eftir einari skipan, sum er lagað eftir felags tørvi. Ein koyr- ir við vatnið, ein tekur tað brúkta vatnið úr >rottang- anum« og ein tridi fyllir olju á oljutangarnar. Tá ið vatntangin í húsinum er fullur. lýsir ein reyð ella gul lampa uttanfyri. Hetta er ein rættuliga snild skipan. Eisini av ti, at tað slepst undan rørlek- um, og at tað slepst heilt undan dálking bæði so og so. Eg havi ongan hoyrt tosad um, at tad er kalt at i dag er tað kaldar! ella lýggjari í veðrinum enn í gjár. Her er tað bara kalt, tá ið tað er kalt Nú eg var forvitin eftir at vita, hvussu kalt ið tað var, royndi eg at spyrja meg fyri, men fekk einki svar — ikki fyrr enn spurdi á mentunarsavninum fekk eg tað einfalda svarið »it is just as cold as you feel it« Tá ið kuldin verður um tey 40-50 kuldastigini, so mást tú sjálvandi ansa eftir, at tú ikki fært frost í nes. oyru, fingrar og tær Og serliga, tá ið nógvur vindur er. Veðurlagið er ógvuliga javnt. O.u. 2/3 av tíðini er gott veður og 1/3 er s6l- skin. Bert onkuntíð av og á brennir hann á við ódnar- stormi ein dag ella tveir, og tá fer ikki ein kleyv út um eina gátt Varðarnir líkjast ikki okkara... Annars ganga øll heitt ílatin í tjúkkum undir- klæðum, vindtøttum eitt nú dúnjakkum og styvlum við tjúkkum tøvdum ull- intum >inniskóm< inni í styvlunum. Vegirnir eru flestallir eyrvegir og eru breiðir og í hampuliga góðum standi og eru teir lagdir,sum eg dugi at síggja, har ið tørv- ur er. Einasta longra vega- strekkið man vera tað, sum er nakrar fáar km úr býnum til býlingin Apex. har sum vit búgva. Mið- skeiðis á tí vegnum gong- ur ein vegur — »the road to nowhere< — nakrar fáar km norðureftir. Her standa eisini prestar báðu megin vegin og vísa vegin fram, men kortini við tí muni, at prestarnir hverju megin hava hvønn sín lit. Ødrumegin lýsa teir grónir og hinumegin appilsingulir. Høvdu vit havt slíkar prestar heima, so høvdu vit ikki ivast í, hvor síða á vegnum var hvor Ein dagin, sum vit koma koyrandi eftir vegnum til býin, síggja vit okkurt óvanligt uppi á heygnum einar 100 m norðan fyri vegin. Hetta er tað,tey kalla >caribou< — villrein- in — tað hábærsliga djórið, Nr. 90 — 15. MAÍ 1999 sum kann koma í stórum fylgjum, tá ið tær flyta úr einum stað í annað. Eg heyði vónað at sleppa síggja eina rein, men heyði neyvan væntað at vera so heppin. Og nú síggja vit hana ikki bara eina, men trigg]- ar. Tær ganga har so prúð- ar við stórum hornum, skava í kavanum og eta, flyta seg eitt sindur og aftur at skava. Vit gingu nærri at vita, hvussu nær, vit kundu koma teimum. Tað undraði meg, so nær vit kundu koma — eg helt tær vera styggari enn so. Eingin hevur heldur loyvi at veiða rein so nær bygd- um øki. Í veiðitíðini er veiða loyvd so og so langt frá býnum. A hesum leiðum laga tey varðar upp, sum ikki líkjast okkara. Teir vísa heldur ikki vegin fram eftir gøtuni, sum vit eru von við. Her verða teir lagaðir við einum opi í neðra, breiðari í erva og við ein- um steini ovast til høvd — ja, soleiðis at teir skulu líkjast fólki við beinum, Erling og konan Jóran á loppumarknaði. Hon við práti og látri | | | Í |